Eftir at Kyndil í gjár vann tryggan sigur á útivølli í Klaksvík, skulu tveir aðrir dystir spælast í bestu mansdeildini í hondbólti í dag.
Í Havn kemur H71 á vitjan hjá Neistanum. H71 kapprennur við Kyndil og VÍF um pláss í FM-finaluni, og tí hava teir ikki ráð til at missa stig móti Neistanum. Hartil hevur H71 nakað at hevna, tí júst Neistin var liðið, sum í steypakappingini beindi fyri dreymunum hjá H71 um pláss í finaluni.
Hin dysturin verður á Skála, har VÍF vitjar hjá StÍF. Ofta hevur VÍF havt stórar trupulleikar á Skála, og teir taptu har fyrr í vetur. Men síðani hevur VÍF víst seg sum sterkasta liðið í kappingini, og eingin ivi er um, at teir eru favorittar undan dystinum.
Báðir mansdystirnir verða blástir ígongd klokkan 16.00.