Eingin skilir ræðuleikarnar, sum hendu í Noregi, men vit eiga at minna okkum á, at tað góða altíð fer at vinna á óndskapinum og deyðanum.
Tað var boðskapurin í røðuni hjá Sonju Klein, sóknarpresti, sum prædikaði undir minnisgudstænastuni í Dómkirkjuni í Havn í dag.
Kirkjan var fullsett av fólki, har vóru bæði ung og gomul. Fleiri útlendingar nýttu eisini hetta høvi at minnast tey deyðu í ræðuleikunum í Noregi í seinastu viku, at vísa samhuga við teimum, sum mist hava og við øllum norska fólkinum.
- Tey ungu á summarleguni á Utøja trúðu upp alt tað góða í lívinum, og so hendi tað meiningsleysa. Vit eru øll skelkað og forfard av mótsetningunum og leita okkum í Guds hús, tí eingin skal skilja okkum frá Guds kærleika, og Gud verður við okkum heilt til veraldar enda, segðí Sonja Klein m.a. í prædiku síni.