Fríggjamorgunin kemur eitt harmonikufelag úr Reykjavík í Íslandi til Føroya á vitjan. Íslendingar hava sjálvir tikið stig til ferðina. Harmonikuspælararnir hava sett seg í samband við Harmonikufelagið í Føroyum, ið hevur hjálpt til við at gera eina skrá fyri vitjanina.
Leygardagin spælir Harmonikufelagið í SMS og um kvøldið verður farið til Leirvíkar at spæla í fimleikarhøllini. Viðrar verður spælt í skúlagarðinum og hava fólk hug at dansa eru tey væl komin til tað.
Hvítusunnudag verður ikki spælt. Tá hava limir í Harmonikufelagnum í Føroyum boðið sær til at vísa gestunum eitt sindur av Føroyum. Annan hvítusunnudag er Eydnan á Oyrabakka vertur við ein døgverða og aftaná verður rimmar dansur.
Í íslendska ferðalagnum verða 40 fólk, 22 harmonikuspælarar, ein, ið spælir trummu og ein songkvinna. Restin er makar hjá spælarunum.
Íslendingar gista á Bládýpi í Havn. Tey fara heim aftur mikudagin í næstu viku.