tíðina hevur hon havt sína dagligu gongd úti á dagstovnum, har hon hevur givið børnum, ið hava trupulleikar við málinum og taluni frálæru. Áðrenn tað var hon á Skúlanum á Trøðni, har hon hevði børn í Havn [...] heldur ikki vant við at duga at svara aftur og orða sínar setningar. - 1. flokkarnir í dag eru ikki sum fyrr. Børnini eru meiri ófriðalig og duga ikki at taka ímóti boðum. Nógv børn duga heldur ikki at lata [...] møguligt. Summar familjur hava ongar máltíðir, har øll sita runt um borðið samstundis. Tað er ein spurningur um at velja. Eg royni ikki at geva foreldrum ringa samvitsku, eg veit, at tað eru foreldur, sum
vestmenningum og kvinnuliðið hjá Kyndli á vøllinum í ítróttarhøllini á Hálsi. Kvinnurnar hjá Kyndli fara um eina viku til Danmarkar á venjingarlegu, og í hesum sambandi skipar felagið fyri vinardystum millum [...] kvinnunum vann Kyndil føroyameistaraheitið í fjør eftir eina sera javna og spennandi kapping, har avgerðin ikki fall fyrr enn á seinasta leikdegi, tá Kyndil vann á StÍF á Skála. Síðani tá hevur Kyndil mist Jacklyn [...] dini. Fyrrnevnda Jacklyn Djurhuus, sum spældi við Kyndli í fjør, er farin heim aftur til VÍF, sum hon spældi við í 1996/97, og VÍF-kvinnurnar hava eisini fingið spælandi venjara úr Rumenia. Tað er kona
avgjørt at umvæla svimjihøllina og at hon ikki var tøk til Oyggjaleikirnar, vitjaði starvsnevndin í Island Games Association á Gotlandi fyri m.a. at kunna seg um viðurskiftini har. Nú Solbergabadet er [...] umbyggingin byrjar ikki fyrr enn í mars ella apríl, bert einar 3 mánaðir fyri Oyggjaleikirnar. Solbergabadet er bygt í 1961, og 16. juni í ár varð tað stongt av myndugleikunum, tí tað var í ringum standi [...] standi, og sagt varð, at tað kundi ikki góðtakast av starvsfólkunum at halda fram í tí vánaliga umhvørvinum. Luftútskiftingin í svimjihøllini var út av lagi vánalig, og harafturat vóru skiftirúmini í ringum
í útvarpinum var føroyskur í 1997. Sjálvur kemur útvarpsstjórin til ta niðurstøðu, at 24 prosent av tónleikinum í ÚF í 1997 var føroyskur. Tølini frá Koda vísa hinvegin, at talan var um 17 prosent. 2 [...] sum føroyska, meðan hon í okkara arkivum er donsk, tí hon hevur bústað í Danmark, sigur Nils Bak. Tað sama er við, føroyingum, ið spæla útlendskar kompositiónir. Teir pengarnir enda ikki aftur í Føroyum, [...] útlendska tónaskaldi. ? Og hetta kann geva ein ávísan mun í tølunum, um útvarpið roknar tað sum føroyskt, og vit ikki gera tað. Men tað er altso ikki rætt, tá útvarpið roknar umsitingarligar útreiðslur av teimum
hava verið í blaðnum - og talið økist sum vera mann hvønn dag. Út til lesarar um allan heimin Ætlanin við internetútgávuni var alla tíðina, at alt lesitilfarið, sum er í vanliga blaðnum, eisini skuldi leggjast [...] heldur ikki skiljast sum so, at Internet-Sosialurin bara er til føroyingar í útlegd. Blaðið er so sanniliga eisini til føroyingar í Føroyum, sum á henda hátt kunnu fáa tíðindini fyrr, men ikki minst til [...] skiftir ham, um vit so kunnu siga. Jú, fyri tað fyrsta hava vit eitt nýtt lay-out - eitt nýtt snið, sum vit við royndunum hetta árið hava roynt at tillaga blaðnum. Nýggja útgávan er ikki bygd upp í rammum
frá donskum til føroyskt, um tá ið felagið fór undir bókaútgávu og at geva Skúlablaðið út. Ingrið Sondum skrivar um Lærarafelagið og bøkurnar. Í greinini skrivar hon ikki bara um Bókadeild Føroya Lærarafelags [...] Lærarafelags, men eisini um føroyskar skúlabøkur og um stríðið, ið føroysk skúlafólk høvdu mótvegis skúlamyndugleikunum í málspurninginum. Eisini skrivar hon um Skúlabókafelagið, Landsmiðstøðina, Skúlabókasøvn [...] seg av bygdini er um leiklut skúlans í nútíðar samfelagnum og um tey ungu, sum flyta av smábygdunum til býin at nema sær kunnleika. Doris Hansen skrivar um barnið við serligum tørvi. Um tá ið undirvísingin
skúlatannlækni í Tórshavn. Tí um tú bustar tennirnar so brenna tær ikki. Tað er eisini gott at hava sukur-frítt tyggigummi, tað heldur munnin reinan. Og hvør ynskir ikki at hava reinar og vakrar tenn. [...] handlinum í næstu viku, og hon fer at kosta 20 kr. So er tað bara hjá børnunum at gera eina avtalu við foreldrini. Um eg fái bomm, so skal eg nokk busta tenn fleiri ferðir um dagin. [...] Føroyska barnasmílið hevur ikki verið hvítari síðani monopolhandilin var tikin av í 1856 og siroppur gjørdist gerandiskostur kring landið. Nú hálva aðruøld aftan á ? og aftan á at føroyska tonnin hevur
hildin í Føroyum upp. Hetta skal ikki skiljast soleiðis at ongar sølustevnur hava verið í Føroyum áður, men henda vørumessan í so máta, at hon ikki er ætla almenninginum. Hon er ætla virkjum, fyritøkum, stovnum [...] sølustevnuna. Jógvan við Keldu tosaði í røðu síni um tann týdning, sum handilslívið hevur fyri alt samfelagið. Han var søguligur og nevndi, at Eiffiltornið m. a. var bygt í sambandi við tær sølustevnurnar, sum [...] m telefonina - sum tó ikki er nýggj í dag. ? Men tað var í sambandi við sølustevnuna í Philadelphia í 1876 at Bell sýndi telefonina fram á fyrsta sinni. Handilsfólkini hava ikki bert skapt grundina undir
tær nærmastu matstovurnar um avsláttur til tey, sum búgva á sjómansheiminum. Meira friðarligt um veturin Um veturin er ikki so nógv virksemi á sjómansheiminum, sum tað er um summarið. Umleið helmingurin [...] Petersen út um landið. Um vit fingu ein trúboðara hendavegin, hevði tað kanska eisini verið gott hjá honum at farið út um landið, tí vit vita, at tað búgva nógvir føroyingar í Íslandi, og ikki bert í Reykjavík [...] sum hotell um summarið. Tað eru 20 kømur á sjómansheiminum, og ofta eru tey øll leigað út til ferðafólk. Seinasta vikuskiftið var nokkso merkt av, at íslendska steypafinalan í fótbólti var í Reykjavík
gestir í dag og at tað er púra líkamikið um tað regnar, tí tiltakið verður so allíkavæl. Starvast í 25 ár Nú stovnurin hevur 25 ára føðingardag, so er tað ikki einasti merkisdagurin við Velbastaðvegin [...] varð latin upp á fyrsta sinnið. Og á stovninum hava tey avgjørt, at hesin dagurin skal í hvussu er ikki fara aftur við borðinum uttan at okkurt sermerkt verður gjørt burturúr honum - og tað gera tey so [...] skránni. Stovnurin er so væl fyri at hava ein so royndan sangara, sum Maluna Thomsen í arbeiði og hon hevur saman við børnunum vant eina skrá til dagin. Og blaðmaðurin kann siga foreldrunum, at tey hava