Kyndil og VÍF seta hol á hondbóltin

Hondbóltur: Í morgin skipar Kyndil fyri venjingardystum móti VÍF hjá bæði kvinnum og monnum

Hondbóltskappingin stendur í durinum, og tey flestu liðini eru langt síðani farin undir fyrireikingarnar til kappingina, sum byrjar í næsta mánaði.

Seinasta kappingarár vann VÍF 1. deild hjá monnum, meðan Kyndil vann kvinnudeildina. Og í morgin, leygardagin, verður høvi hjá hondbóltsáhugaðum at síggja bæði mansliðið hjá vestmenningum og kvinnuliðið hjá Kyndli á vøllinum í ítróttarhøllini á Hálsi.

Kvinnurnar hjá Kyndli fara um eina viku til Danmarkar á venjingarlegu, og í hesum sambandi skipar felagið fyri vinardystum millum Kyndil og VÍF hjá bæði kvinnum og monnum.

Kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF spæla klokkan 17.00, og beint aftaná, klokkan 18.30, spæla so mansliðini hjá somu feløgum.

Øll hesi fýra liðini munnu teljast millum tey mest spennandi í kappingini í ár.

Hjá monnunum varð VÍF sum nevnt føroyameistari í 1997/98. Síðani tá hava vestmenningar mist Inga Olsen, sum er farin til Danmarkar at spæla hondbólt, men hinvegin hevur VÍF fingið ein nýggjan rumenskan venjara, sum eisini spælir við sjálvur. Kyndlamenn hava eisini styrkt seg eftir misjavna kappingarárið í fjør. Teir hava eisini fingið sær spælandi venjara, og við sær úr Íslandi hevur nýggi venjarin fingið ein málverja.


Tvey styrkt kvinnulið

Hjá kvinnunum vann Kyndil føroyameistaraheitið í fjør eftir eina sera javna og spennandi kapping, har avgerðin ikki fall fyrr enn á seinasta leikdegi, tá Kyndil vann á StÍF á Skála. Síðani tá hevur Kyndil mist Jacklyn Djurhuus, sum er farin aftur til VÍF at spæla, men í staðin hevur havnarliðið fingið strikuspælaran Rúnu Hansen úr Stjørnuni og fyrrverandi Neista-málverjan Maritu Hermansen á liðið, sum aftur í ár fer at líta á Lotte Sørensen og Ann Hansen í álopsspælinum.

Tað verður eisini spennandi at síggja, hvat VÍF hevur at bjóða uppá. Í fyrraárið fluttu tær niður í 2. deild, men uppflytingin varð tryggjað rímiliga lætt seinasta kappingarár, og nú hevur VÍF so aftur eitt lið við í bestu kvinnudeildini.

Fyrrnevnda Jacklyn Djurhuus, sum spældi við Kyndli í fjør, er farin heim aftur til VÍF, sum hon spældi við í 1996/97, og VÍF-kvinnurnar hava eisini fingið spælandi venjara úr Rumenia. Tað er kona venjaran hjá monnunum, og eftir hvat skilst, er hetta ein sera góður styrkur hjá VÍF, sum í ár skal royna at fáa eitt betri úrslit enn seinast, liðið var í 1. deild.

Venjingarlegan hjá Kyndlakvinnunum verður í døgunum 12. til 20. september. Hildið verður til á Keypmannahavnarleiðini, har Kyndil hevur fingið loyvi til at læna høllina hjá felagnum Amager HK, sum spælir í triðbestu donsku deildini. Á túrinum skal Kyndil spæla tveir dystir móti Amager HK umframt onkrar aðrar dystir.

Eftir hvat frættist, ætlar Kyndil at gera eitt sindur burturúr til dystirnar leygardagin. Í øðrum londum er tað vorðið sera væl umtókt at hava frásøgufólk undir dystinum, og eitt tílíkt verður eisini í høllini á Hálsi í morgin, eins og tónleikur verður at hoyra, tá steðgir eru í dystunum, so góða lagið hjá áskoðarunum kann halda sær.