Fyrsta vørumessan latin upp

Í gjár lat fyrsta vørumessan, sum nakrantíð er hildin her á landi upp á Hotel Føroyum. Henda vørumessan er øðrvísi enn aðrar sølustevnur á tann hátt, at hon ikki er fyri almenninginum, men vendur sær beinleiðis til handilsfólk, stovnar og virkir kring landi. Og luttakararnir eru allir føroyskir

Klokkan níggju fyrrapartin fríggjadagin lat fyrsta vørumessan, sum nakrantíð er hildin í Føroyum upp.

Hetta skal ikki skiljast soleiðis at ongar sølustevnur hava verið í Føroyum áður, men henda vørumessan í so máta, at hon ikki er ætla almenninginum.

Hon er ætla virkjum, fyritøkum, stovnum og handlum.

Men hon er eisini øðrvísið á tann hátt, at vørurnar, sum settar eru á hillarnar á hotellinum í hesum døgum er nær tengd at jólunum.

Støkkur tú inn á gólvið í básinum hjá Landshandlinum á hotellinum, so kemur tú í rættan jólahýrð - tað er bara jólatónleikurin sum vantar.

Og í so máta er henda sølustevnan munandi øðrvísið enn aðrar sølustevnur vit fyrr hava sæð í Føroyum.


Jógvan við Keldu

setti stevnuna

Klokkan var farin nakað av níggju tá Birgir Poulsen fyrireikari tók orðið og bjóðaði framsýnarunum vælkomnum.

Hann lat síðani orðið til Jógvan við Keldu, borgarstjóra í Klaksvík, sum var komin til Havnar at seta sølustevnuna.

Jógvan við Keldu tosaði í røðu síni um tann týdning, sum handilslívið hevur fyri alt samfelagið.

Han var søguligur og nevndi, at Eiffiltornið m. a. var bygt í sambandi við tær sølustevnurnar, sum vóru í París í árunum 1867 til 1889.

Jógvan við Keldu nevndi eisini týdningin av at gera vart við nýggjar vørur og nevndi í tí sambandinum telefonina - sum tó ikki er nýggj í dag.

? Men tað var í sambandi við sølustevnuna í Philadelphia í 1876 at Bell sýndi telefonina fram á fyrsta sinni. Handilsfólkini hava ikki bert skapt grundina undir eini dyggari menning, men teir hava eisini gjørt heimin nógv meira spennandi.

? Hetta hava teir, eftir míni meting, fingið alt ov lítlan ágóða av frá pressuni, segði Jógvan við Keldu.

Hann segði eisini, at tað hevur stóran sosialan týdning at hava slíkar fakmessur.

Hann segði eisini eina søgu frá einari sølustevnu í Klaksvík í 1967.

Ta ferðina greiddi ein maður frá telduheiminum, sum tá at holkort. Tá var orðið telda ikki uppfunnið, segði Jógvan.

? Hetta hevur helst verið líkaforkunnugt fyri okkum, sum tá Graham Bell sýndi telefonina fram i 1876.

? Til stuttleika kann eg nevna at Thomas Watson, sum var stjóri hjá IBM í 1943 segði, at marknaðurin fyri teldur kom ikki at rúma meiri enn 5 teldur alt í alt!

? So vit hava sæð útviklingin.


Fakmessa

Fyrireikararnir av Vørumessuni 98 siga, at henda her er talan um eina fakmessu, har fólk, sum dagliga samstarva við útstillararnar hava høvi at støkka inn á gólvið og síggja vørurnar, sum tey annars bert síggja myndir av.

Og tað meta framsýnararnir at vera ein fyrimun.

Henda vørumessan kann ikki sammetast við tær fakmessur, sum eitt nú verða hildnar í Bella Centrinum í Keypmannahavn.

Hesar fakmessur eru burturav fyri eitt nú klæðir ella ítrótt og har eru allir framsýnararnir í somu sølugrein.

Soleiðis er ikki við messuni á Hotel Føroyum.

Vørumessan er ein fakmessa, men tað er samstundis greitt, at Føroyar eru ikki nóg stórar til at hava stórar fakmessur, sum bert avmarkað seg til eina serliga grein.


Nógvir framsýnarar

Hugurin at luttaka á framsýningini á Hotel Føroyum hevur verið stórur.

Av tí at plássið ikki er so stórt, sum eitt nú í eini ítróttarhøll, men hølini eru lægri og hugnaligari av tí sama.

Eisini kann sigast, at tað verður munandi hugnaligari og styttri millum handlarnar tá hølið ikki er so stórt.


Vøkur og væl uppsett

Eftir at hava sæð framsýningina má viðgangast. at talan er um eina sera snøgga framsýning.

Onkrir framsýnarar hava roynt at fingið kanska í meira lagið inn, men tað er skilligt, tí tað ræður um at vísa so nógvar vørur fram á teimum fáu fermetrunum ein fær tillutaðar.

Harafturímóti sær út til at hesir somu, sum hava fylt nógv inn, hava gjørt nógv fyri at fáa tað at síggja vakurt út, og sigast má at tað er eydnast teimum.