Tað var ikki gjørligt at fáa viðmerking frá stjórunum í Den Danske Bank. Bjørn á Heygum, talsmaður fyri tingbólkarnir í hesum máli, sigur við Sosialin, at hetta er mál, sum danska stjórnin og Den Danske [...] Den Danske Bank hevur lumpað teir, eiga teir at stevna bankanum, men um hetta er sannlíkt, vil Bjørn á Heygum ikki svara. Arbeiðið við upplegginum hjá føroyingum heldur fram sum ætlað. Tað verður sent dosnku [...] stevndur fyri at hava borið seg skeivt at í partabrævaumbýtinum, fellur málið burtur, og føroyingar fáa einki endurgjald haðani. Ætlanin var annars, at krevja umleið 1,5 miá. krónur í endurgjaldi..
føroysku flokkarnir stuðla í Danmark. Vanliga eru fýra føroyskir flokkar við í dystinum um at fáa fólkatingsumboð. Á høgravonginum er sum kunnugt Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, meðan Javnaðarflokkurin [...] ing í Dimmalætting stendur til at gerast størsti flokkur á tingi eftir komandi løgtingsval, hevur sambært somu kanning tó ikki megnað at vísa á eitt beinleiðis løgmansevni. ? Hetta er sostatt einasta høvi [...] Føroyskir fólkatingslimir hava mangan verið tungan á vágskálini í donskum politikki. Soleiðis helt verandi fólkatingslimurin Óli Breckmann í mong ár lív í Schlüter-stjórnini, tá tey borgarligu sótu við
løtu. Jóannes Hansen vísir á, at løgmaður í síni ólavsøkurøðu í fjør nevndi 81 løgtingsmál, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar, sum henda samgongan hevði í hyggju at fáa framd. Haraftrat kann roknast [...] veljarar. ? Men spurningurin er, um møðin ikki verður enn størri, um løgmaður bíðar inntil juli. So á ein hátt er hetta sum eitt val ímillum pest og kolera hjá løgmanni, sigur Jóannes Hansen. Lógaruppskot [...] uppskotini beind í nevnd, og tey koma helst ongantíð úr nevnd, áðrenn løgtingsval verður. Sostatt fáa tey onki realpolitiskt innihald. ? Tí haldi eg, tað er rættari ? reint politiskt moralskt ? at steðga
Men hvussu bar tað so á, at Tróndur kom við á ferðina? ? Ja, tá var eg heppin, sigur Tim Severin. ? Vit vóru á veg til Amerika í Brendan, og løgdu at í Havn. Har vóru sera nógv fólk á bryggjuni og hugdu at [...] lokal fólk við á túrinum. Kina-ferðin byrjaði í Vietnam, og á tí túrinum var ein vietnamesari við. Ein grikki hevur verið við á einum túri, og eisini hevur ein turki og ein arabari verið við á ferðum hansara [...] ferðast um Kyrrahavið á einum bambusflaka - úr Kina til Ameriku. Ein part av leiðini í øllum førum. Og ferðirnar hava ikki verið heilt vandaleysar heldur. Ferðin úr Kina endaði á ein hátt á opnum havi, tá teir
Heimabankaskipanin byggir á somu trygdarskipan sum Elektron, og hon er sera effektiv. Sum nevnt er beinagrindin donsk, men skipanin, sum kundarnir hjá peningastovnunum fáa, er føroysk. Allur tekstur er [...] skipanina er neyðugt at fáa samband við Elektron. Tá skipanin er innlisin í telduna kann samband fáast við peningastovnarnar um mótaldið, og soleiðis fæst at vita, hvussu nógv stendur á kontoini í bankanum [...] kring okkum hava hesar skipanir verið frammi í nøkur ár, og undirtøkan hevur verið góð. Arbeiðið upp á skipanina byrjaði í februar mánaði í fjør, og tað er Elektron, sum hevur staðið fyri arbeiðnum. Í gjár
afilosofi í haminum á nútímans kapitalismu. Hann kennir seg hátt hevjaðan yvir allar politiskar ideologiir, tær verða aldrin annað enn amboð í bardaganum hjá honum at fáa hendur á meira peningi, meira [...] koyrdur á dyr, tí hvør vil hava ein javnaðarmann á gátt? Í hálvum gekki »Leikum fagurt« er rættiliga annarleiðis enn hinar skaldsøgurnar hjá Heðini Brú, bæði tí hon fer fram í Havnini og ikki úti á bygd, [...] bjarga Føroyum og sjálvandi serstakliga handlinum hjá Bakka-Hanusi, sum er um at fara á heysin. Søgan leggur fyri út á kvøldið heima hjá tí ógiftu seymikonuni Elsbu, sum dagin fyri hevur hildið 30 ára f
meira kjøt á enn dunnan! Ein annan dagin fóru vit við einum minibussi ein túr runt á Bali. Vit byrjaðu við tveimum templum, ið ikki vóru so áhugaverd, og koyrdu so til gosfjallið á oynni. Á vegnum steðgaðu [...] komu vit at síggja oftani aftur. Teirra trúgv setur sera stóran dám á teirra gerandisdag, og allastaðni á gøtuni og fram við dyrnum á húsum og handlum, sært tú hesar smáu kurvarnar gjørdar av bananbløðum [...] taka øll á bóli. Líkamikið, tað var sera stuttligt at hava ferðast saman við teimum, og vit saknaðu tey aftaná. Vit søgdu farvæl tíðliga um kvøldið, tey fóru á flogvøllin, og vit bæði fóru oman á strondina
igar, men nú Aldubáran er vorðin ein støðug mynd á tónahimni okkara, sær tíbetur út til, at hetta kann gerast ein týðandi táttur í mentanarmenningini á klettunum. Aldubáran er upprunaliga sprottin úr [...] ingin er nýggj føroysk myndlist. Í mun til Ólavsøkuframsýningina, har flest øll hava møguleika at fáa onkra mynd upp at hanga, er Várframsýningin ein »afturlatin« sýning. Felagið Føroysk Myndlistafólk [...] alstóran týdning fyri menningina av hesi ungu listagrein. Í 1996 settu nakrir av hesum tónleikarum á stovn ein tónleikarabólk, sum teir góðu navnið Aldubáran. Hetta gjørdist byrjanin til eina sera spennandi
verður umboðaður, verður at vísa teimum nývaldu fólkatingslimunum á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri ríkisfelagsskapin, at føroyingar fáa eitt sømuligt endurgjald fyri partabrævabýti. Ríkisfelagsskapurin [...] Seinastu 4 árini hevur sambandsumboðið á Christiansborg roynt at kunna danskar politikkarar um føroysk viðurskifti. Hendan uppgáva fer eisini at standa ovaliga á dagsskránni hjá Sambandsflokkinum komandi [...] samfelagið og tann einstaka føroyingin, sjálvt um bankakanning kann sigast at vera ein myrkum blettur á samstarvsjakkanum. Bletturin má vaskast burtur. Vónandi fer hetta mál, at vera eitt tað fyrsta sum nývalda
í einum sambandsumboði á fólkatingi. Tjóðveldisflokkurin vil kvetta á stokkinum og stovna Tjóðveldið Føroyar beinanvegin. Men tað verður ikki gjørt við einum tjóðveldisumboði á danatingi. Her krevst, at [...] skilagóð loysn. Tí fáa vit ikki góð og nýtilig fólkatingsumboð burtur úr teimum báðum víðgongdu flokkunum í hesum spurningi. Aðrir flokkar, sum stilla upp til valið, hava ongan møguleika at fáa umboð. Eftir [...] okkurin vil átaka sær hetta arbeiði, saman við øðrum flokkum, bæði á Føroya Løgtingi og í danska fólkatinginum. Eitt javnaðarumboð á fólkatingi borgar fyri eini nýtiligari og skilagóðari loysn í spurningum