Ein av størstu uppgávunum hjá Sambandsflokkinum eftir fólkatingsvalið, um hann verður umboðaður, verður at vísa teimum nývaldu fólkatingslimunum á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri ríkisfelagsskapin, at føroyingar fáa eitt sømuligt endurgjald fyri partabrævabýti.
Ríkisfelagsskapurin hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið og tann einstaka føroyingin, sjálvt um bankakanning kann sigast at vera ein myrkum blettur á samstarvsjakkanum. Bletturin má vaskast burtur. Vónandi fer hetta mál, at vera eitt tað fyrsta sum nývalda fólkatingið fer at samtykkja.
Kanska meira enn nakrantíð er Sambandsfloksins umboðan neyðug á fólkatingið. Johannes Martin Olsen, fólkatingslimur Sambandsfloksins spyr, hvør annar flokkur er betri egnaður enn Sambandsflokkurin at veita føroyska íkastið til skapan av positivum samstarvið í ríkisfelagsskapinum? Seinastu 4 árini hevur sambandsumboðið á Christiansborg roynt at kunna danskar politikkarar um føroysk viðurskifti. Hendan uppgáva fer eisini at standa ovaliga á dagsskránni hjá Sambandsflokkinum komandi árini, um flokkurin aftur fær umboðan á fólkatingi. Men hetta krevur, at fólkatingsarbeiðið verður tikið seriøst sum fulltíðararbeiði.
19. februar 1998










