Hjá Jústines og Poulu í Singapore og til elddans og hanadyst á Bali

Tey vitjaðu fyrst í tí fjarskotna og ævintýrkenda fjallalandinum Nepal. Higani gekk leiðin til Malaysia við øllum sínum stóru templum. Hesaferð støkka tey inn á gólvið hjá tí føroyska húskinum í Singapore, Jústines og Poulu - og leiðin gongur síðani víðari til Bali, har tey uppliva elddans og hanadyst saman við tveimum øðrum føroyingum, sum eisini eru á fjakkaraferð

Aftaná at hava stressað gjøgnum tvey stór lond, var tað sera hugaligt at koma til lítla Singapore. Her var ikki nóg stórt til, at vit kundu stressa.

Vit koyrdu suður í bussi úr Malaysia, og komin til brúnna, ið samstundis

er markið til landið, byrjaðu hesir risastóru bygningarnir at reisa seg. Singapore er eitt land, ein oyggj og ein stórbýur.

Okkara fyrsta møti við Singapore bý var ikki serliga tespiligt. Tá ið vit traðkaðu úr bussinum, hoyrdu vit nøkur illfýsin buldur úr erva, og løtu seinni oysti tað niður. Vit stóðu á eini gøtu, vistu ikki, hvar og vistu ikki hvagar vit skuldu ganga. Aftaná at hava steðgað nøkrum flýggjandi singapore?anarum, funnu vit útav vegnum. Tað tók okkum tó hálvan annan tíma at koma á rætta stað. Hetta var ein eitt sindur skelkandi byrjan, men dagin eftir settu vit nøsina móti tí donsku sjómanskirkjuni.


Hjá Jústines og Poulu

Flestu føroyingar munnu hava hoyrt nógv um Singapore frá dugnaliga skrivandi útisetanum Jústines Eidesgaard. Vit høvdu eisini hoyrt um hann, og høvdu sum einasta mál á skránni at finna kirkjuna, har hann og konan Poula starvast. Fyri einaferð skuld høvdu vit eydnuna við okkum, og tey vóru ikki bara blíð og týð; nei, tey tvíhildu um, at vit skuldu koma og búgva í gestahúsi teirra. Hetta vóru vit sera takksom fyri, tí vit vóru stórliga bilsin um, hvussu dýrt alt er í Singapore. Eisini var tað himmalskt at koma til eitt meira vinarligt og heimligt umhvørvi.

Tað vildi so til, at kirkjan dagin eftir fekk vitjan av donsku prinsessuni Benediktu. Hetta var í samband við eina diabetes-ráðstevnu, og har skuldi vera ein stutt guðstænasta og móttøka aftaná. Vit hildu hetta ljóða sera spennandi og vildu fegin verða við, men vit høvdu ongi hóskandi klæði. Hetta syrgdu tey bæði, Poula og Jústines tó fyri; John fekk buksur, skógvar og slips - hann passaði í hvussu so er slipsið! - og Halla ein rættan ballkjóla. Vit máttu tó heilt til arbeiðsgevaran hjá maid?ini, ið búði við síðuna av, fyri at læna skógvar til Hallu. Undir øllum umstøðum, vit hittu so Benediktu prinsessu, og hon var mikið fitt. Har vóru eisini fitt av donskum fjakkarum, og prinsessan hevði onkra skemtandi viðmerking til eina gentu, ið týðiliga hevði brúkt nógva tíð á strondini í bikini. (Kjólin avdúkaði hana!)


Fylgja við í Internetsosialinum

Tíðin gekk sera skjótt í Singapore, og vit fingu rættiliga hvílt okkum. Vit vóru rætt og slætt sera dovin, men teir stóru innkeypsdeplarnir vórðu dúgliga vitjaðir. Eisini vórðu tey ofta mánaðargomlu føroysku bløðini lisin á tamb, og stuttligt var at hoyra tað seinasta nýggja, um tað so vóru gamlar nýggjheitir. Vit høvdu eisini fylgt við í Ínternetsosialinum gjøgnum Asia, men nú høvdu vit betri tíð at lesa ?i ro og mag?.

Ein av døgunum vóru vit úti á oynni Sentosa, ið liggur beint uttan fyri Singapore. Hetta er størsta ferðafólkamál í Singapore, og millum vanlig fólk verður nógv gjørt burturúr at fara vikuskiftistúrar út hagar. Tað eru ymiskir háttir at koma út á oynna, men tann mest áhugaverdi er við teimum sonevndu ?cable cars?. Hetta minnir einamest um skílyftir. Tú situr í einum vogni, ið verður togaður eftir einum kaðali, og hægsta punkt er 90 m. yvir havinum. Sum verða man er útsýnið yvir stórbýin avbera gott, og eisini leggur tú serliga merki til ta stóru havnina, ið annars er fjald aftan høgar veggir ella trø. Tú sært beint niður yvir allar hesar túsundtals bingjurnar, og tær síggja ikki størri út enn nakrir legokubbar.


Fiskahøvd í karry

Sum sagt gingu dagarnir í Singapore ógvuliga skjótt. Tann 5. desember fylti John 25 ár, og Jústines og Poula bjóðaðu okkum út at eta. Vit fingu Singapore specialitetin curry fishhead, ið er stokt fiskahøvd við ymiskum grønmeti, kryddað við karry. Tað smakkaði yvirraskandi væl. Tann eina dagin fóru vit at síggja tann singaporeanska ?chinatown?. Sjálvt um Singapore næstan bara hevur kinesiskar íbúgvar, so hava teir eitt serligt øki, har húsini eru tey traditionellu kinesisku.

Tað var sera hugnaligt at ganga runt í hesum lítlu gøtunum, men her búðu fólk, ið høvdu nóg mikið av peningi, í mun til tann Chinatown, vit sóu í Malaysia, har alt var meira fátæksligt, og á ein løgnan hátt meira ektað. (Ikki tí, gott hjá teimum í Singapore at hava nóg mikið av peningi). Her vóru templini og marknaðurin eisini nógv vakrari.

Aftaná at hava hugnað okkum í Singapore í alt ov langa tíð, fóru vit at hugsa um at fara víðari, og síðan vit skuldu verða á Bali 29. desember hildu vit, at tað fór at verða ov lítil tíð at taka alt Indonesia, sum vit upprunaliga høvdu ætlað. Vit høvdu ikki hug at skunda okkum gjøgnum Indonesia, so vit valdu heldur at fara beinleiðis til Bali, og so heldur hava góða tíð har. Júst tá ið vit høvdu avgjørt hetta, vóru vit so heppin at hitta eitt annað føroyskt par, Allan Dalsgaard og Beintu Johannesen. Tey vóru eisini á veg til Bali, og skuldu júst fara at keypa flogbillettir. Vit slógu okkum saman, og tveir dagar seinni sótu vit í flogfarinum á veg til Bali, øll fýra.


Bali í Indonesia

Vit lendu seint um kvøldið, og vóru sera bilsin um tann ógvusliga hitan so seint um kvøldið. Tað ordiliga slóg ein í móti. Vit tóku ein taxa til Ubud. Hesin býur er kendur fyri at verða miðdepil hjá listaskerum á Bali. Tað tóktist sera óvinarligt og óunniligt at koma so seint á kvøldi, tí ongi gøtuljós vóru, og vit høvdu als onga staðarkenslu, so nýkomin. Staðið vit høvdu ætlað at búgva var fult, og ein drúgv løta gekk, áðrenn vit fingu innivist beint í nánd. Eisini har var heldur fult, so vit máttu taka til takkar við einum kamari, øll fýra. Tað var tó ongin trupulleiki, og vit sovnaðu øll rættiliga skjótt.

Morgunin eftir fóru vit út at hyggja eftir Ubud. Sum verða man vóru hesir træfigurhandlarnir allastaðni, og í fyrstuni fóru vit inn í hvønn tann einasta at hyggja. Hetta var ómøguligt i longdini, tí her vóru so nógvir, at tað hevði tikið fleiri vikur. Allir seldu nøkunlunda tað sama, og tað vóru einastandandi flottir figurar, teir skóru. Eisini maskur, ið er ein høvuðsvøra. Summar vóru lítlar, summar stórar við longum hári, aðrar sera litríkar og aftur aðrar bara ljóst ella myrkt træ. Onkuntíð høvdu tær sera nógvar detaljur, og onkuntíð vóru tær heilt einfaldar. Tað var heilt øðrvísi enn í Nepal. Nógv størri útboð, og fleiri ymiskar støddir.

Vit brúktu henda dagin til at ganga runt og hyggja okkum um, og eisini fóru vit ein túr inn í skógin, Monkey Forrest. Hann livdi gott upp til navnið, tí apurnar svingaðu í trøunum, og vóru tær sera spakar. Vit keyptu bananir og nøtir, og um tú ikki gav teimum tær beinanvegin, so komu tær og togaðu í teg. Eitt sindur ræðandi. Vit sóu eina konu, ið nærmast var álopin av einari apu. Hon hekk uppi á henni, og eg haldi konan gjørdist nokk so bangin. Inni í skóginum var eitt tempul, men vit høvdu ikki loyvi at fara inn hagar, tí vit høvdu ikki røttu klæðini.

Meðan vit stóðu uttanfyri, komu nakrar Bali-konur gangandi í teirra traditionellu klæðum við kurvum á høvdinum. Tær bóru tær uttan at halda í og við hasum eyðkenda vakra gongulagnum; beinan rygg og høkuna upp. Í kurvunum vóru offurgávur til gudarnar, og hesa mynd komu vit at síggja oftani aftur. Teirra trúgv setur sera stóran dám á teirra gerandisdag, og allastaðni á gøtuni og fram við dyrnum á húsum og handlum, sært tú hesar smáu kurvarnar gjørdar av bananbløðum við eitt sindur av rísi, onkrari blómu og so roykilsispinnum, sum liggja og gløða. Eisini á matstovum o.l. hava tey ein vegg við onkrari gudamynd, og har gera tey so hesi ritualini fleiri ferðir um dagin.


Apur og list

Dagin eftir fóru vit at leita eftir einari avdeiling hjá Jysk Rejsebureau, tí Beinta og Allan áttu kanska post har. Har var ein sera blíð apa, ið hekk í einum træ, og tá Halla setti seg niður, kom apan og klatraði upp á hana, og vildi ikki flyta seg aftur. Hon legði seg so long sum hon var í fangið, og hevði tað so himmalskt. Halla fekk til seinast reist seg upp, og láturin mundi ongan enda fingið! Aftaná hetta fóru vit á tað lokala listasavnið, og áhugavert var at lesa um, hvussu útlendskir listamenn, ið komu til Bali, byrjaðu at læra ungar balinesar at mála, og hvussu hetta endaði við at verða ein ?sjangra? fyri seg innan málningalist á Bali. Eisini vóru nógvir gamlir málningar, og tað var ótrúligt at síggja, hvussu detaljeraðir teir vóru. Onkrir av nútímans listamonnum - nøvnini eru langsíðan horvin - høvdu málað málningar av sama slag, ið vísti nútíðarsamfelagið á Bali, og stuttligt var at síggja, hvussu surfarar, vatnskí-menn, masku- og elddansur, alt var flettað saman við japanarum við teirra fotokanónum. Og aftur so ótrúliga nógvir smálutir!


Elddansur

Tað eina kvøldið fóru vit at hyggja eftir tiltikna balinesiska dansinum. Vit sóu tveir dansir, fyrst ein, ið vísti søguna um ein prins og prinsessu hansara. Gentan verður lokkað inn í skógin og ?kidnappað? av einum ondum grannakongi. Síðan kemur apukongurin Hanoman og hjálpir prinsinum at bjarga prinsessuni. Alt hetta verður víst í dansinum, og tónleikinum syrgdi eitt 60-manna kór fyri. Teir sótu á gólvinum í einum ringi, ið samstundis var pallurin.

Áskoðararnir sótu so aftur rundanum hesar. Inni í miðjuni stóð eitt træ við livandi ljósum, og hetta dansaðu tey rundanum. Tað var hesin eyðkendi dansurin, har tey alla tíðina brúka fingrarnar og hendurnar, og rørslurnar eru als ikki menniskjaligar summatíðir. Eisini brúka tey sera nógv eyguni og andlitsbrá, meðan tey dansa. Hetta var ógvuliga hugtakandi at síggja. Dansararnir vóru tvær ungar gentur og tveir menn. Genturnar dansa bert, meðan tær eru heilt ungar, og um tær eru góðar dansarinnur, fylgir hetta teimum restina av lívinum, og gevur teimum stóra virðing millum fólk.

Tað mest spennandi var tó aftaná hendan dansin; tað, sum vit gleddu okkum mest til, nevniliga elddansurin. Aftaná at ein rúgva av kokusnøtaskølum høvdu logað eina góða løtu, kom ein ungur drongur rennandi inn á einum, ið vit høvdu kallað træhesti. Tað skuldi ivaleyst ímynda okkurt djór. Hann tók og sparkaði inn i bálið, so alt gólvið ýddi í glóðum. Síðani feiðaðu tveir aðrir drongir gløðirnar saman aftur, og drongurin rann ígjøgnum tær aftur og fram. (Søgdu vit at hann var berføttur?) Hetta endurtók seg eina góða løtu, og drongurin vísti ongi tekin um pínu av nøkrum slag. Vit sóu, hvussu glóðirnar onkuntíð festu seg upp eftir beinunum, men hann lat ikki um vón. Knappliga komu tveir aðrir dreingir rennandi inn og fangaðu hin, og síðani kom ein prestur og stroyddi heilagt vatn á hann, fyri at fáa hann at vakna úr transuni, hann hevði verið í. Aftaná kundu vit fara yvir og hyggja eftir føtrunum hjá honum, og tað einasta, har var at síggja, var sót. Hetta vóru vit sera ?imponerað? yvir at hava sæð.

Hetta kvøldið høvdu vit bílagt okkum Bali ?specialitetin? roykta dunnu. Vit vóru sera spent at sleppa at royna hetta, ikki minst tí vit nærkaðust jólum, og øll droymdu um stokta dunnu, brúnkaði epli, sós og reyðkál. Dunnurnar komu á borðið. Aftaná eina løtu vóru vit øll samd um, at tað smakkaði.....løgið, men onkur helt ?væl, løgið? og onkur ?ikki væl, løgið?! Tað vísti seg tó, at tann eina dunnan var ein roykt høna, men hon hevði í minsta lagi meira kjøt á enn dunnan!

Ein annan dagin fóru vit við einum minibussi ein túr runt á Bali. Vit byrjaðu við tveimum templum, ið ikki vóru so áhugaverd, og koyrdu so til gosfjallið á oynni. Á vegnum steðgaðu vit við eitt stað, har útsýnið yvir rís ?terassurnar? var serstakliga vakurt, so har tóku vit nakrar myndir. Á gosfjallasíðuni lá eitt tempul, The Mother Temple, og hetta var tað størsta Buddahtemplið í Indonesia. Tað hevur eina heldur løgna søgu, tí tá fjallið goysti fyri nógvum árum síðani vórðu allar smábygdirnar, ið lógu á fjallasíðunum lagdar í oyði, men templið var als ikki rakt. Hetta var sjálvsagt tulkað sum ein gudagerð, og gav templinum enn størri týdning. Í veruleikanum er tað ikki bara eitt tempul, men eitt tempulkompleks, og vit gingu niðan eftir eini síðu og oman eftir hini. Útsýnið var sera gott ovast, og vit sóu heilt út til havið, sjálvt um vit vóru nøkulunda miðskeiðis á oynni.

Tað var har tað byrjaði at regna, og tá vit løtu seinni sótu á eini matstovu og ótu, regnaði tað verri enn í Singapore. (Tað hildu vit ikki verða møguligt!) Henda matstovan lá við ein sjógv, ið aftur lá í gosfjallakraterinum. Vit sóu royk koma úr einum holi longur uppi á fjallinum. Á veg oman aftur av fjallinum byrjaði veðrið beinanvegin at gerast betri, og vit løgdu als ikki merki til, at vit koyrdu einar 1000 m. niðuraftur.


Hanadystir live

Vit spurdu bilføraran, um hann visti nakað um hanadystir, ið oyggin er kend fyri. Teir eru ólógligir, so tú kanst ikki bara fara inn á kunningarstovuna og bíleggja atgongumerki. Hann segði, at tað vóru dystir í heimbygd hansara næstan hvønn dag, og vit kundu fara og vita. Vit vóru sera áhugaði, tí vit høvdu sæð okkurt um hetta í sjónvarpinum, men live... tað mátti upplivast!

Tað fyrsta, vit hugsaðu um, var hvussu ógvusligt tað var. Hanarnir fingu ein hvassan uml. tummillangan knív bundnan á annað beinið, og so bardust teir til annar ikki klaraði meira. Vit bíðaðu eina løtu, meðan eigararnir ?hitaðu hanarnar upp?, t.v.s. royndu at øsa teir upp við at sleppa teimum møti hvørjum øðrum, men so taka teir aftur í seinastu løtu. Beint tá vit komu, tóktist tað, sum um øll fólkini - næstan bara menn mistu allan áhuga í hanunum, og hildu okkum verða nógv meira áhugaverd. Vit vóru tey einastu hvítu fólk har. Hetta broyttist tó, tá fyrsti dysturin var um at byrja, tá teir byrjaðu at veipa við armunum og troðka fram til gyrðingina. Vit skiltu, at teir veddadu um vinnaran. Síðani byrjaðu teir at rópa, og vit fingu tað til at verða fyri at eggja hanunum til at berjast. Fyrsti dysturin var tó eitt vónbrot, tí annar hanin rann undan allatíðina. Í tí næsta vann annar, men hann var so illa særdur sjálvur, at hann varð eisini dripin. Reglurnar siga, at eigarin av vinnandi hananum fær tapandi hanan heim við til døgurðapottin, so hesin eigarin fekk tveir!

Triði dysturin var millum hanan frá fyrsta dysti og ein annan, og hin fyrri fekk loyvi at hava tveir knívar, bæði tí hann var minni og tí tað var hansara annar dystur í dag. Hann vann eisini. Beinta og Halla sóu lítið og onki av hesum dystinum, tí áskoðararnir vóru so ágrýtnir, at teir skumpa teg aftur um, um tú ikki skumpar aftur. Tíbetur hevði Allan sítt nýkeypta ....kæra barn, videotólið, sum hann helt uppi yvir øll tey myrku høvdini. Vit sóu so dystin á tí lítla skerminum. Hetta vóru nakrir av áskoðarunum, ið heldur ikki tímdu at troðka í hitanum, sera glaðir fyri, og einaferð, tá Allan tók videotólið niður, vórðu armarnir bara trýstir uppaftur av teimum. Hetta var teirra møguleiki at síggja av aftastu røð. Tann síðsta dystin hildu vit at vit skuldu royna at vedda, men bara Allan slapp. ?Hansara? hani vann, men varð rættiliga illa særdur; annað beinið næstan kvett av. Alt í alt ein sera áhugaverdur og minningarríkur seinnapartur.


Ótu meksikanst jólaaftan

Aftaná nakrar dagar meira í Ubud, við sera góðum mati á Café Ryan og góðum løtum við kelduvatnshylin, hildu vit, at vit skuldu fara at kanna ta kendu strondina Kuta. Sagt verður, at har eru so nógv ferðafólk, at tey í sær sjálvum eru ein ?turistattraktión?. Vit fingu eitt sera gott hotel við svimjihyli, og 5 min. til strondina. Vit hildu ikki, at tað var so galið, so vit vóru verandi har og bíðaðu eftir jólunum. Dagarnir gingu alt ov skjótt, og knappiliga var tað 24. desember, og Allan og Beinta skuldu heim. Tey høvdu ikki sagt nøkrum frá har heima, ætlaðu bara at taka øll á bóli. Líkamikið, tað var sera stuttligt at hava ferðast saman við teimum, og vit saknaðu tey aftaná. Vit søgdu farvæl tíðliga um kvøldið, tey fóru á flogvøllin, og vit bæði fóru oman á strondina at síggja sólina fara niður. (Vit lovaðu at fortelja, hvussu tað var; onki serligt, yvirskýggja, so vit sóu als ikki sólina!)

Aftaná fóru vit á meksikanska matstovu og ótu jóladøgurðan, og hiðani at ringja til bestu vinfólkini. Aftaná at hava tosað fyri alt ov nógvar pengar, fóru vit víðari at vita um vit høvdu fingið nøkur jólabrøv á e-mail?inum, tað høvdu vit. Vit sendu svar og gingu síðan heim, og komu tá í tankar um, at høvdu havt myndatólið við út, men nú var tað horvið. Vit royndu at leita allastaðni, vit høvdu verið, men einki var at gera, tað var burtur. Vit høvdu sjálvi lagt tað eftir okkum, so eingin var at skylda uppá. Ein heldur syrgiligur endi á jólaaftan, men tað helt tann persónurin, ið tók myndatólið kanska ikki. Restin av tíðini á Bali gekk við sama lag. Vit keyptu eitt nýtt myndatól, eitt sindur betur og heldur dýrari. Tann 29. des. flugu vit víðari til Darwin, Australia, og byrjaðu harvið ein nýggjan part av fer okkara. Hetta hoyra tit nærri um næstu ferð!


P.S. Vit vilja gjarna takka øllum teimum, ið sendu jólaheilsan á ?netinum?. Tað vermdi at síggja, at vit ikki eru so fjart burtur hóast alt. Um nakar hevur hug at senda eina heilsan ella spyrja um okkurt, so er okkara addressa:

utiverd53@hotmail.com


Halla og John