Borgar fyri skilagóðum loysnum

Næstu árini, tá ríkisrættarliga støðan verður viðgjørd millum danskar og føroyskar politikarar, borgar eitt javnaðarumboð á fólka-tingi fyri skilagóðum loysnum fyri Føroyar og føroyingar. Teir víðgongdu í spurninginum um okkara ríkisrættarligu støðu duga onga skilagóða loysn at finna

Seinasta hósdag varð fólkatingsval útskrivað. Javnaðarflokkurin, sum hevur stillað upp til øll fólkatingsvalini síðani vit fingu heimastýrislógina 1. apríl 1948, stillar sjálvandi upp til hetta fólkatingsvalið eisini. Men í skrivandi løtu vita vit ikki, hvussu mong og hvørji valevni, javnaðarflokkurin fer at bjóða fram.

Millum hinar flokkarnar, sum stilla upp til valið 11. mars, finna vit fólkaflokkin. Nú verandi fólkatingsmaður floksins kom fyrstu ferð á fólkating við gyltum lyftum um, at hann skuldi ikki leggja seg út í danskan politikk. Men onki annað føroyskt fólkatingsumboð hevur nakrantíð lagt seg út í donsk innanríkis viðurskifti sum júst Óli Breckmann. Umframt hetta, hevur hann í stóran mun við røðum sínum øst danskar politikarar og danska almenningin upp ímóti føroyingum. Hetta er helst høvuðsorsøin til tann harðrenda danska politikkin mótvegis føroyingum seinastu árini.

Vit vita eisini, at teir báðir víðgongdu flokkarnir í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna, nevniliga sambandsflokkurin og tjóðveldisflokkurin, fara at bjóða seg fram til valið. Sambandsflokkurin vil onga broyting hava í ríkisrættarligu støðuni. Tí er ongin dugur í einum sambandsumboði á fólkatingi. Tjóðveldisflokkurin vil kvetta á stokkinum og stovna Tjóðveldið Føroyar beinanvegin. Men tað verður ikki gjørt við einum tjóðveldisumboði á danatingi. Her krevst, at ein meiriluti av føroysku veljarunum tekur undir við, at vit loysa frá Danmark.

Eitt føroyskt fólkatingsumboð tey næstu árni má hava sum aðalendamál at ávirka danskar politikarar úr øllum flokkum, við tí fyri eyga at fáa teir at taka undir við eini nýtiligari og skilagóðari loysn í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna í framtíðini. Verandi heimastýrislóg er ikki nøkur nýtilig loysn longur. Loysing og føroyskt fullveldi er ikki nøkur skilagóð loysn. Tí fáa vit ikki góð og nýtilig fólkatingsumboð burtur úr teimum báðum víðgongdu flokkunum í hesum spurningi. Aðrir flokkar, sum stilla upp til valið, hava ongan møguleika at fáa umboð.

Eftir stendur javnaðarflokkurin, sum í ríkisrættarliga høpinum er at meta sum ein miðflokkur. Vit vilja hava broyting í ríkisrættarligu støðuni. Men vit vilja ikki hava loysing. Tann dag ein meiriluti av føroyingum velur loysing er støðan ein onnur. Tað nyttar onki framhaldandi at tosa um, hvat ein meiriluti møguliga helt í 1946. Tað er óaktuelt. Spurningurin er, hvat meirilutin av teimum, sum nú liva, heldur um ríkisrættar-ligu støðuna. Skulu vit framvegis binda føroyingar til tað, sum ein møguligur meiriluti helt í 1946, kunnu vit eins væl spyrja hvat ein meiriluti helt fyri 100 ella 200 árum síðani. Ella á døgum Sigmundar fyri umleið 1000 árum síðani.

Í spentu støðuni, sum valdaði millum ríkispartarnar bardagaárini og árini eftir bardagalok, var javnaðarflokkurin, saman við sjálvstýrisflokkinum, eisini miðflokkurin. Báðumegin við høvdu vit sambandsflokkin og fólkaflokkin. Øðrumegin sambandsflokkin, ið onga broyting vildi hava, og hinumegin fólkaflokkin, sum vildi hava loysing og fullveldi beinanvegin. Miðlinjan hjá javnaðarflokkinum vann. Vit fingu heimastýrislógina. Og hon royndist væl í nógv ár. Langt upp í áttatiárini. Men nú er tíðin farin frá heimastýrislógini og vit eiga at finna eina nýggja skipan ístaðin.

Hvørki heimastýrislógin, ið sambandsflokkurin, sum upprunaliga var ímóti henni, nú tvíheldur um, ella loysingin hjá tjóðveldisflokkinum, eru nýtligt fyri núlivandi og næstu ættarliðini av føroyingum. Vit eiga at smíða eina sjálvstýrislóg, har dentur verður lagdur á, at ríkisfelagsskapurin verður varðveittur og at vælferðin hjá føroyingum verður varðveitt. Hetta er eitt krevjandi arbeiði. Men javnaðarflokkurin vil átaka sær hetta arbeiði, saman við øðrum flokkum, bæði á Føroya Løgtingi og í danska fólkatinginum.

Eitt javnaðarumboð á fólkatingi borgar fyri eini nýtiligari og skilagóðari loysn í spurningum um ríkisrættarligu støðuna í framtíðini. Tí fara vit manssterk á val mikudagin 11. mars og greiða atkvøðu fyri javnaðarlistanum ella enum av valevnunum á lista javnaðarfloksins.

Gott val!


    Tann 23. febr. 1998

    Vilhelm Johannesen