Tað var sera heppið at eg møtti Tróndi

Fyrstu ferð hann var í Føroyum kom hann í einum skinnbáti, sum tey fægstu okkara høvdu farið um hav við. Nú hann var í Føroyum og helt fyrilestur nýttu vit høvið til at fáa eitt prát við Tim Severin, og tað skerst ikki burtur, at hann er sera glaður fyri vinmann sín, Trónda Patursson í Kirkjubø

Hann er ein sera fyrikomandi maður, Tim Severin. Ógvuliga lítillátin. Ger onki hóvásták burtur úr sær sjálvum, men er harafturímóti skjótur at geva ferðafeløgum sínum góð skotsmál.

Og so liggur sera væl fyri hjá honum at greiða frá.

Men hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hann hevur m. a. fylgt leiðini hjá Marco Polo, ferðast um Atlantshav í skinnbáti og so hevur hann eisini ferðast um Kyrrahavið á einum bambusflaka - úr Kina til Ameriku. Ein part av leiðini í øllum førum.

Og ferðirnar hava ikki verið heilt vandaleysar heldur.

Ferðin úr Kina endaði á ein hátt á opnum havi, tá teir valdu at fara av flakanum, tí hann var við at detta sundur.

Men sum hann tók til í Norðurlandahúsininum:

? Hóast tað, haldi eg, at ferðin við Brendan var vandamiklari. Tá var talan um ein skinnbát, sum kundi skrædna, meðan Kina-ferðin varð gjørd á einum flaka.


Vaks upp í Indiu

Men hvussu byrjaði hetta ævintýrið. Hvat er tað sum hevur givið honum henda øgiliga útferðarhugin.

? Sum barn búði eg saman við familju míni í Indiu. Tá eg var nóg gamal byrjaði eg í skúla. Men eftir tveimum árum mátti eg sendast aðrastaðni í skúla. Tað var siður tá.

? Foreldur míni sendu meg í skúla í Onglandi, so longu tá byrjaði eg at ferðast, og tá eg byrjaði á universitetinum var tað at ferðast vorðin ein vani - tað fór mær í blóðið.

Tim Severin byrjaði at lesa geografi, og tá í tíðini var tað eitt krav, at geografilesandi skuldu skrivað eina uppgávu hvørs evni tey valdu sjálvi.

? Tað helt eg verða órættvíst. Hini lesandi høvdu summarfrí, men vit skuldu arbeiða.

? Men eg tosaði við professaran og skjeyt upp fyri honum, at eg fylgdi rutini hjá Marco Polo. Og so løgið tað ljóðar segði hann ja.

Á tann hátt fekk Severin sligið tvær flugur við eitt smekk. Hann hevði eina góða summarfrí og ferðaðist, samstundis sum hann gjørdi eina universitetsuppgávu.

Men ferðin tók tíð. Hann skuldi byrja aftur á universitetinum í september, men kom ikki aftur fyrr enn í november.

? Men professarin bar yvir við mær, tí eg fekk nakrar virðismiklar royndir av ferðini.

Tá hann kom aftur skrivaði hann eina grein um ferðina í sporunum hjá Marco Polo.


Granskaði og

skrivaði bøkur

? Ein útgevari las hesa greinini og hann spurdi um eg ikki vildi skriva eina bók um ferðina.

? So áðrenn eg var liðugur á universitetinum, hevði eg longu fingið eina innbjóðing til at skrivað eina bók.

? Tá eg var liðugur við próvtøkurnar skrivaði eg bókina, sum varð útgivin, og tá hugsaði eg, at kundi eg liva av at gera áhugaverdar søguligar ferðir og skriva bøkur um ferðirnar, so vildi eg fegin gera tað.

Soleiðis byrjaði ferðingarsøgan hjá Tim Severin.

Hann hevur skrivað nógvar bøkur og gjørt eitt stórt granskingararbeiði í nøkur ár eftir hetta.

? Bøkurnar vóru fyri tað mesta um kanningarferðir, og eg gjørdi nakrar smærri kanningarferðir sjálvur.

Men tað var ikki fyrr enn seinni, at tann fyrsta heilt stóra ferðin varð tilrættaløgd.

? Eg skrivaði seks bøkur áðrenn eg fór undir ætlanina við Brendan.

Tá henda ferðin var av, torið eg at siga, at eg var útlærdur, og síðani havi eg gjørt fleiri ferðir.


Brendan og Tróndur

Hvussu hevur tú so samlað tær manning til hesar ferð-irnar?

? Tað kom næstan av sær sjálvum. Onkur bløð skrivaðu greinar um ætlanina og eftir tað settu fleiri áhugaði seg í samband við meg.

? So kundi eg velja burturúr. Onkrir teirra vóru ikki egnaðir til eina tílíka ferð. Aðrir gjørdu av at siga nei takk, kanska teir hildu tað verða ov vandamikið.

? Eg valdi fýra mans burturúr.

Tim Severin greiðir frá, at tað kann verða trupult hjá fólki at koma við á tílíkum ferðum.

Tað eru nevnliga ikki øll sum hava møguleika at taka frí í fleiri mánaðir, og tí ber ikki so væl til hjá teimum.

Tey hava arbeiði sum ger, at tey ikki annaðhvørt ár kunnu taka frí í fleiri mánaðir. Familjan krevur jú eisini sítt, sigur hann.

? Eg eri rithøvundur, og havi ikki eitt skema at ganga eftir, og tí er lættari hjá mær at fara. M. a. tí var tað so heppið, at eg møtti Tróndi. Hann er listamaður, og livir tí nøkunlunda á sama hátt sum eg geri.

Tim Severin sigur tó, at hann roynir at fáa manningina at gera tvær ferðir heldur enn eina.

Eisini sigur hann, at hann brúkar nógva tíð at tosa við manningina um framtíðarætlanir teirra.

? Tað hevur stóran týdning, at teir vita hvat teir ætla sær aftaná at ferðin er liðug.

? Tann fyrsta tíðin eftir at ferðin er liðug, kann virka eitt sindur løgin. Alt er eitt sindur tómligt. Tí er gott um manningin hevur nakað teir kunnu fara í holt við beinanvegin.

Men hvussu bar tað so á, at Tróndur kom við á ferðina?

? Ja, tá var eg heppin, sigur Tim Severin.

? Vit vóru á veg til Amerika í Brendan, og løgdu at í Havn. Har vóru sera nógv fólk á bryggjuni og hugdu at bátinum, og teirra millum var Tróndur.

? Hann kannaði bátin sera gjølla. Hann kennir sjógvin kring Føroyar og Ísland betri enn vit gjørdu, og visti nógv um fiskiskap og sigling. Tá eg tosaði við hann segði hann beinleiðis, at hann kundi hugsa sær at verið við á ferðini.

? Og tað er ein av teimum bestu avgerðunum eg havi tikið í øllum lívinum, sigur Tim Severin

? Tróndur er eitt ótrúliga gott fólk, og sera dugnaligur. Ikki bara sum listamaður, men eisini sum sjómaður. Harafturat dugir hann ógvuliga væl at fara við fólki.

Tim Severin hevur altíð lokal fólk við á túrinum. Kina-ferðin byrjaði í Vietnam, og á tí túrinum var ein vietnamesari við. Ein grikki hevur verið við á einum túri, og eisini hevur ein turki og ein arabari verið við á ferðum hansara.

Og teir hava allir dámt ótrúliga væl at arbeiða saman við Tróndi, sigur hann

Og tað er bara tí, at hann er so fryntligur.



Á Hvalaveiðu

Tróndur hevur sagt mær, at tú nú fyrireikar eina nýggja ferð. Hvagar gongur leiðin hesaferð?

? Henda ferðin er eitt lítð sindur ørvísið enn hinar. Mær nýtist ikki at byggja ein bát til endamálið hesaferð. Vit fara at arbeiða saman við teimum inføddu hesaferð, í teirra egnu bátum.

? Bátarnir teir brúka eru gjørdir til at veiða hval. Eg ætli mær at finna út av, hvussu teir gera og uppliva tað kulturella sambandið millum fólki og hvalirnar.

Tim Severin sigur, at hesi fólkini hava eitt serlig forstáilsi fyri hvalunum og hann vil fegin læra frá teimum tað teir vita.

? Tí ofta veit hetta fólkaslagið nógv meira um hvalirnar enn eitt nú serfrøðingarnir gera.

Hann sigur at tað verða teir noyddir til, tí tey liva jú av djórunum.

? Tey hava tað á sama hátt sum veiðimaðurin í skóginum. hann verður noyddur til at vita hvussu skógardjórini uppføra seg, og somuleiðis er tað við hvalaveiðu-monnunum.


Truplari at

útvega fígging

Henda ferðin er eftir øllum at døma ikki so løtt at útvegað fígging til sum hinar.

? Allar ferðirnar hava verið ymiskar at útvegað fígging til. Taka vit túrin til Arabien, so vóru vit í einum landið, har tey vóru sera fegin av teirra maritimu arvi, og tí valdu tey at stuðla ferð okkara. Seinasta ferðin vit gjørdu, til Indonesia, snúði seg um umhvørvisverju, og tá fingu vit stuðul frá eini oljufyritøku

? Henda ferðin er í so máta nógv øðrvísi. Lýsingarvirðið er ikki so stórt hesaferð. Túrurin í sær sjálvum er so nógv øðrvísi

Tú kanst kanska siga, at hesin túruin er meira ein antropologiskur túrur enn ein maritimur túrur, so ja, tað er eitt sindur torførari.

Men tað hevur hann ikki so nógv ímóti hóast alt.

Tí hóast hann heldur tað er gott at fáa fíggjarligan stuðul, so fer tað avstað við øgiliga nógvari tíð.

? Ofta skal ein leita leingi fyri at finna sponsorarnar.

? Nú er tað einaferð so, at hesin hvalaveiðuhátturin er tíðaravmarkaður, og eg havi sett í meg, at eg skal avstað í ár.

Av tí at hann skal skriva eina bók um hesa ferðina eisini, so sær Severin ikki teir stóru trupulleikarnar við at útvega fígging til ferðina hóast alt.

? Eg eri vísur í, at tosi eg við útgevara mín, so kann eg á tann hátt útvega mær nóg mikið av peningi til at koma á staðið, og meira tørvar mær ikki

? Hvussu nógvir mans verða á ferðini hesaferð?

? Hesaferð verða tað bert Tróndur og eg sjálvur sum fara.

Og hvussu leingi verða tit burtur?

? Ætlanin er, at Tróndur skal verða í Indonesia í tveir mánaðir. Sjálvur fari eg avstað eitt sindur fyrr.

? Eg ætli mær at vitja tvey onnur støð áðrenn, í sama endamálið. So íalt rokni eg við at vit verða burtur í umleið fýra til fimm mánaðar.

Hesa tíðina skulu teir báðir so royna at fáa eitt betri forstáilsi av sambandinum millum veiðimenninar og hvalirnar, umframt at teir fara at gera eina roynd at skilja hvalirnar. Tað er ikki nakað man hevur hugsað um í meiri enn hundrað ár

Hvørjar ætlanir hevur tú so eftir tað?

So fari eg aftur til Írlands, heim til mín sjálvs, at skriva handritið til bókina. Eg rokni við, at tekningarnar hjá Tróndi skulu vera við í bókini, tað vóni eg at tær verða, men tað er nakað hann kemur at avgera fullkomilga sjálvur.

? Eg haldi tað hevði verið sera áhugavert at sæð tekningarnar hjá Tróndi í júst hesi bókini. Her er talan um eitt fólkaslag í Kyrrahavinum, sum livir í sera tøttum sambandi við hvalirnar.

? Eg rokni við, at Tróndur er tann einasti í heiminum sum kann avmynda slíkt á tekningum. Tað er ongantíð gjørt fyrr, so á tann hátt er tað at bróta heilt upp úr nýggjum

Tim Severin heldur tað fer at verða áhugavert fyri føroyingar at fáa eitt slag av uppbakningi ígjøgnum arbeiði hjá Tróndi í einum øðrum kulturi og í einum øðrum parti av heiminum.

? Eg rokni við, at fólk fara at verða bergtikin av tekningum hansara.

Afturat bókini skal hann eisini gera ein film.

Tøknifrøðin er í dag komin so langa leið fram, at hann kann gera allar upptøkurnar sjálvur, og tað ætlar hann sær.

Tá eg komi aftur til Írlands, so fari eg at gera eina dokumentar sending frá túrinum.


Eiga ein ótrúliga

góðan listamann

Tim Severin sigur at enda í samrøðuni, at føroyingar eiga ein ótrúligan listamann.

Henda framsýningin sum er í Føroyum í løtuni er ótrúliga væl umtókt, sigur hann .

? Teir hava fingið innbjóðing at koma til Dublin. Teimum stendur í boði at seta framsýningina upp í tríggjar mánaðir í National Museum of Dublin.

Og tað er nakað spildurnýtt. Tað hevur ikki hent seg fyrr.

Ein av orsøkunum til tað er, at ein av stjórunum í einum av teimum stóru framsýningarhallunum í Írlandi er púra bergtikin av arbeiðnum hjá Tróndi.

Og tað heldur Tim Severin, at vinmaður hansara úr Kirkjubø hevði fult uppiborðið.

Henda dagin vit prátaðu við Tim Severin vóru tey júst komin aftur úr fjørðuni í Kirkjubø.

Tey vóru við í hátíðarhaldinum fyri nýggja kappróðrarbátinum hjá Vestmenningum. Honum teir skulu brúka, tá teir fara til Scilly-oyggjarnar at rógva um kapp móti bátum úr øðrum heimsins tjóðum.

Báturin fekk navn eftir skinnbátinum hjá Tim Severin, og eitur Brendan.

Tim Severin vónar at hesin Brendan verður líka seigur í tí sum tann báturin var sum hann á fyrsta sinni kom til Føroya í í 1976.

Alt tað frætta vit uttan iva nærri um tá tann tíð kemur.

Vit takka Tim Severin fyri prátið og ynskja honum og Tróndi eina góða ferð tá teir fara á sunnaru hálvkúlu at veiða hval.