dømdur at sita í fongsli í 12 ár, fyri at hava dripið konu sína Dómurin fall í morgun, skrivar Ekstrablaðið. Les eisini: Føroyingur tikin fyri morð í Keypmannahavn Tað var fyrst januar í ár, at hann hann [...] illa við knívi, at hon doyði av løstinum. Tey høvdu gingið saman fyrr, og síðsta vár hittust tey aftur, og giftust. Men tey samdust ikki væl, og fóru frá hvørjum øðrum longu aftur í heyst, men funnu kortini [...] ið hann hevði stungið hana, ringdi hann sjálvur til løgregluna og boðaði frá. Og í morgun varð hann so dømdur at sita í 12 ár, og hann tók við dóminum, sigur Ekstrablaðið.
dóttur Whitney Houston og Bobby Brown, liggur í løtuni í andingartóli á sjúkrahúsi, eftir at hon um vikuskiftið varð funnin uttan vit í einum baðikamari í heiminum. Maðurin hennara fann hana og gav henni [...] Fólk, sum vóru í húsunum, har hon varð funnin uttan vit, verða avhoyrd. Rannsókn er eisini gjørd í húsunum, men eingi rúsevni vórðu funnin. Whitney Houston, mamma Bobbi Kristina, doyði fyri trimum árum [...] árum síðani. Hon var funnin í einum baðikari á einum hotellrúmi í Beverly Hills. Slóðir eftir kokain, marijuna og heiligvág vóru funnar í kroppinum á henni.
Meiri enn 800 húis í Onglandi og Wales hava fingið skaða, eftir at áhaldandi regn í fleiri dagar hevur elvt til vartnflóð í fleiri býum og bygdum. Harafturat hevur tað verið nógvur vindur. BBC veit at [...] stendur serliga illa til í Devon og Cornwall umframt Malmesbury í Wiltshire og Kempsey. Myndugleikarnir siga, at tað nógva avfallið hevur kravt tvey mannalív. Ein kvinna doyði, og tvey onnur fingu skaða [...] skaða, tá ein grein brotnaði av einum træi og datt niður yvir tað. Og í Cambridgeshire druknaði ein maður, tá hann endaði í einari á við bili sínum. Illveðrið, sum hevur herjað partar av Onglandi, er nú komið
úr Kingston-upon-Hill í Yorkshire í Onglandi er nú heimsins elsti maður, eftir at japanski Chitetsu Watanabe doyði herfyri, 112 ár og 355 daga gamal. Bob Weighton er føddur 29 mars í 1908, og hann er sostatt [...] erpa sær av at vera elsti maður í heiminum. Tíðindastovan Ritzau sigur, at orsakað av koronasmittuni fekk Bob Weighton ikki handað prógvið um, at hann er elsti maður í heiminum, men at tað varð víst honum [...] elsta kvinna, sum sostatt eisini er heimsins elsti persónur, er japanska KAne Tanaka, sum fylti 117 ár í januar. Bob Weighton hevur trý børn, 10 abbabørn og 25 langabbabørn.
Winther, mentanarleiðari í Klasvíkar kommunu. Vinnulívið í Klaksvík og aðrastaðni við, hava eisini stuðlað hesi verkætlan væl. Drúgv skrá er fyri dagin, sum verður hildin í økinum Úti í Klaksvík – omanfyri [...] omanfyri, har Elinborg Lützen er fødd, og í síni tíð vaks upp og hevur virkað í nógv ár. Men eisini verður ein partur av skránni inni í Spaniastovu. Tað verður Brynhild Danielsen, sum fer at avdúka standmyndina [...] Hetta er fyrsta standmynd av navnnevndari kvinnu í Føroyum. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum saman við Norðoya Sparikassa, ið hava tikið stig til standmyndina, eftir uppskoti frá Edwardi Fuglø, listamanni
Seinni í dag skal rætturin í Reykjavík gera av, um maðurin, sum situr varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri drápið á Birnu Brjánsdóttir, framhaldandi skal sita í varðhaldi. Maðurin, sum sigldi við grønlendska [...] grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, noktar seg framvegis sekan í at hava verið atvoldin til, at 20 ára gamla íslenska gentan doyði. Tað eru seks vikur í dag, síðan maðurin varð handtikin og varðhaldsfongslaður
Bretska drotningin, Elizabeth II, hevur í dag sitið á bretsku trónini í 65 ár og kann tískil hátíðarhalda safir jubileum. Elizabeth II gjørdist í fjør tann regenturin í Bretlandi, ið hevði sitið longst á trónini [...] degnum sjálv, men ymisk hátíðarhald hava verið í Bretlandi í samband við dagin. Elizabeth gjørdist drotning í 1952, 25 ára gomul, tá pápi hennara, George VI, doyði brádliga. Til stuttleikar kann nevnast, at
Fýra fólk, sum vóru í leiðsluni í tí sera harðrenda stýrinum hjá Reyðu Khmerunum í Kambodja í sjeytiárunum, koma í dag fyri rættin. Tey eru ákærd fyri brotsverk ímóti mannaættini, krígsbrotsverk, fólkamorð [...] almannamálaráðharri. Pol Pot, sum var leiðari hjá Reyðu Khmerunum frá 1975 til 1979, doyði í 1998. Tey fýra, sum nú sita í rættinum, eru millum 79 og 84 ár. Tey eru ákærd fyri at hava ábyrgd og samábyrgd av [...] av, at 1,7 millión fólk lótu lív tey árini, Reyðu Khmerarnir sótu við valdið í Kambodja. Øll fýra vísa ákærunum aftur.
fleiri granatir ímóti einum bóndagarði í bygdini Al-Bara í Idlib-landspartinum. Onnur tíggju doyðu, tá trygdarhermenn skutu eftir mótmælisfólki í Homs og øðrum býum, og í Qadan nærhendis høvuðsstaðnum Damaskus [...] Dagurin í gjár var sera ófriðarligur í Sýrialandi. Serliga ringt var í landspartinum Idlib, har 28 sivilfólk lógu eftirá. Samstundis sigur tað almenna sjónvarpið, at Bashar al-Assad, forseti, hevur givið [...] givið guvernørinum í býnum Hama sekkin. Har vóru umleið ein hálv millión fólk í gøtunum og kravdu forsetan frá. Ammar Qorabi, sum stendur á odda fyri einum mannarættindafelagsskapi í Sýrialandi, sigur, at
sum skipaði fyri teimum palestinsku mótmælunum í dag, men eygleiðarar siga, at mótmælini kunnu vera ein avleiðing av líknandi tiltøkum í øðrum londum í Miðeystri og Norðurafrika teir seinastu mánaðirnar [...] eftir palestinskum mótmælisfólki í bygdini Maroun al-Ras. Á markinum við Sýrialand doyðu tveir palestinskir mótmælismenn, og á markinum millum Ísrael og Gaza-geiran doyði ein mótmælismaður av ísraelskum kúlum [...] Tíðindastovurnar siga eisini frá hørðum bardøgum í Ramallah á Vestara Áarbakka og við eftirlitsstaðið millum Ramallah og Eysturjerusalem, har fleiri hundrað fólk vóru í bardaga.