Fýra fólk, sum vóru í leiðsluni í tí sera harðrenda stýrinum hjá Reyðu Khmerunum í Kambodja í sjeytiárunum, koma í dag fyri rættin. Tey eru ákærd fyri brotsverk ímóti mannaættini, krígsbrotsverk, fólkamorð, forfylging, morð og píning.
Tey fýra ákærdu eru Nuon Chea, sum var næstovasti hjá Reyðu Khmerunum, Khieu Samphan, sum var forseti, uttanríkisráðharrin Ieng Sary og kona hansara, sum var almannamálaráðharri. Pol Pot, sum var leiðari hjá Reyðu Khmerunum frá 1975 til 1979, doyði í 1998.
Tey fýra, sum nú sita í rættinum, eru millum 79 og 84 ár. Tey eru ákærd fyri at hava ábyrgd og samábyrgd av, at 1,7 millión fólk lótu lív tey árini, Reyðu Khmerarnir sótu við valdið í Kambodja. Øll fýra vísa ákærunum aftur.