28 deyð í Sýrialandi

Trygdarhermenn í Sýrialandi skutu í dag við skørpum eftir mótmælisfólki aftan á fríggjadagsbønina. Sagt verður, at í minsta lagi 28 lógu eftirá.

Tað siga talsmenn fyri ein sýriskan mannarættindafelagsskap við Reuter. Teir siga, at trygdarhermenn skutu eftir fólki í býunum Damaskus, Latakia og í Deraa aftan á fríggjadagsbønina. Sambært talsmonnunum vórðu átta fólk særd í Deraa.

Tíðindini eru ikki váttað. Yvirhøvur er tað torført at fáa upplýsingar úr Sýrialandi, tí myndugleikarnir vilja ikki loyva útlendskum tíðindafólki inn í landið.