Skal aftur fyri ein dómara í dag

Seinni í dag skal rætturin í Reykjavík gera av, um maðurin, sum situr skuldsettur fyri drápið á Birnu Brjánsdóttir, framhaldandi skal sita í varðhaldi.

Seinni í dag skal rætturin í Reykjavík gera av, um maðurin, sum situr varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri drápið á Birnu Brjánsdóttir, framhaldandi skal sita í varðhaldi.

 

Maðurin, sum sigldi við grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, noktar seg framvegis sekan í at hava verið atvoldin til, at 20 ára gamla íslenska gentan doyði.

 

Tað eru seks vikur í dag, síðan maðurin varð handtikin og varðhaldsfongslaður, og meginpartin av tíðini hevur hann sitið avbyrgdur. Men, tað ger hann ikki longur.

 

Íslendska løgreglan sigur, at tey eru komin langt við kanningararbeiðnum av málinum, og tey meta ikki, at maðurin longur kann ávirka kanningararbeiðið.

 

Tað er íslendska heimasíðan www.mbl.is, ið ber hesi tíðindi, sum eisini eru endurgivin á grønlendsku heimasíðuni - www. Sermitsiaq.ag