Dóttur Whitney Houston liggur í koma

Bobbi Kristina Brown var funnin uttan vit í einum baðikari og liggur nú í andingartóli.

21 ára gamla Bobbi Kristina Brown, sum er dóttur Whitney Houston og Bobby Brown, liggur í løtuni í andingartóli á sjúkrahúsi, eftir at hon um vikuskiftið varð funnin uttan vit í einum baðikamari í heiminum.


Maðurin hennara fann hana og gav henni fyrstuhjálp.

Umboð fyri familjuna vil verða við, at Bobbi Kristina brúkar hvørki alkohol ella rúsevni, men løgreglan er nú farin at kanna umstøðurnar. Fólk, sum vóru í húsunum, har hon varð funnin uttan vit, verða avhoyrd. Rannsókn er eisini gjørd í húsunum, men eingi rúsevni vórðu funnin.

Whitney Houston, mamma Bobbi Kristina, doyði fyri trimum árum síðani. Hon var funnin í einum baðikari á einum hotellrúmi í Beverly Hills. Slóðir eftir kokain, marijuna og heiligvág vóru funnar í kroppinum á henni.