Standmynd av Elinborg Lützen í Klaksvík

Komandi týsdag, 24. september, verður standmynd avdúkað av Elinborg Lützen í Klaksvík

Hetta er fyrsta standmynd av navnnevndari kvinnu í Føroyum. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum saman við Norðoya Sparikassa, ið hava tikið stig til standmyndina, eftir uppskoti frá Edwardi Fuglø, listamanni. Hans Pauli Olsen, myndahøggari hevur gjørt standmyndina, upplýsir Dávur Winther, mentanarleiðari í Klasvíkar kommunu.

Vinnulívið í Klaksvík og aðrastaðni við, hava eisini stuðlað hesi verkætlan væl.
Drúgv skrá er fyri dagin, sum verður hildin í økinum Úti í Klaksvík – omanfyri, har Elinborg Lützen er fødd, og í síni tíð vaks upp og hevur virkað í nógv ár. Men eisini verður ein partur av skránni inni í Spaniastovu.

Tað verður Brynhild Danielsen, sum fer at avdúka standmyndina av Elinborg Lützen – Elinborg var fastir hennara.

Elinborg Lützen varð fødd 26. juli 1919 og doyði 22. november 1995.