Bretska drotningin, Elizabeth II, hevur í dag sitið á bretsku trónini í 65 ár og kann tískil hátíðarhalda safir jubileum.
Elizabeth II gjørdist í fjør tann regenturin í Bretlandi, ið hevði sitið longst á trónini. Áðrenn hana var tað olduromma hennara, Drotning Victoria, ið hevði sitið longst.
90 ára gamla drotningin ger einki burturúr degnum sjálv, men ymisk hátíðarhald hava verið í Bretlandi í samband við dagin.
Elizabeth gjørdist drotning í 1952, 25 ára gomul, tá pápi hennara, George VI, doyði brádliga.
Til stuttleikar kann nevnast, at hon hevur 14 forsætismálaráðharrar sitandi sum stjórnarleiðarar sína tíð. Tann fyrsti var Winston Churchill. Donald Trump er 13. amerikanski forseti, ið situr við valdið síðan Elizabeth II kom til sum drotning. Tann fyrsti var Harry Truman.