Illveður í Onglandi

Meiri enn 800 húis í Onglandi og Wales hava fingið skaða, eftir at áhaldandi regn í fleiri dagar hevur elvt til vartnflóð í fleiri býum og bygdum. Harafturat hevur tað verið nógvur vindur.

BBC veit at siga, at tað stendur serliga illa til í Devon og Cornwall umframt Malmesbury í Wiltshire og Kempsey.

Myndugleikarnir siga, at tað nógva avfallið hevur kravt tvey mannalív. Ein kvinna doyði, og tvey onnur fingu skaða, tá ein grein brotnaði av einum træi og datt niður yvir tað. Og í Cambridgeshire druknaði ein maður, tá hann endaði í einari á við bili sínum.

Illveðrið, sum hevur herjað partar av Onglandi, er nú komið eystur um Norðsjógvin og hevur regn og nógvan vind við sær í vestara parti av Danmark í kvøld.