reglurnar eru um bragdið hjá Honnu. Hetta avrikið vakti stóran ans. Øll bløðini skrivaðu tað, og tey vóru øll samd um, at hetta var eitt bragd. Millum annað skrivaði Dimmalætting, at hetta var ein “ualmindelig [...] tímar. Hesir teinur er 9 fjórðingar ella gott og væl tað dupulta av teininum millum Eystnes og Havnina. Pauli Dahl og Hanna hildu, at hetta kundu vera stuttligt at royna, tí eydnaðist hetta, var tað eisini [...] William G. Sloan, gamla Sloan. Tann sum skrivar hetta veit bert um ein annan, sum varð uppkallaður eftir honum, og var tað Petur William, seinni Háberg. Men hetta var beint eftir, at Sloan var deyður. Tað man
súkklukappingini næsta ár, er ikki heilt greitt enn, men eingin ivi er um, at fyrireikararnir í Tórshavnar Súkklufelag fegnir vilja hava kappingina aftur í gomlu leguna, har talan er um fimm dagar við fimm ella [...] var við, eydnaðist honum at koma ovast á sigurspallin. Samanlagt brúkti hann seks tímar, tríggjar minuttir og 56 sekund um at súkkla teir 211 kilometrarnar, kappingin hesa ferð fevndi um. – Tað er ótrúliga [...] saktans kundu endurtikið, er at hava tveir teinar sama dag, tí tað sá út til at rigga fínt. Í øllum førum er hetta alt nakað, vit fara at hyggja eftir sum skjótast, so vit um ikki so langa tíð hava sett
- Um hetta landið verður muslimskt burturav, eru vit fucked! Tað er leygarkvøld, og vit eru júst komnir til høvuðsstaðin í Libanon, Beirut. Tjúkki tubbaksroykurin hongur um alt rúmið, og Eileen situr í [...] øðini um, at Libanon ikki livir upp til altjóða krøv og handtekur menninar. Miðlarnir skriva um, at sekterisku ósemjurnar aftur loga, og óttin fyri nýggjum ófriði – um ikki einum borgarakríggi – er vaksandi [...] langt út um miðbýin fyri at kenna tað fátæksliga og siðbundna miðeystur aftur. Burkaklæddar kvinnur, eitt niðurslitið infrakervið og ljótir, illa farnir bygningar. Guds flokkur Og tað er eingin ivi um, hvør
var at spæla úti enn inni, men turra luftin inni gjørdi viðhvørt títtu fetini í skjótálop heldur tyngri, enn tey plaga at vera í Føroyum. Skjótt vandu spælararnir seg tó við øðrvísi umstøðurnar. Dreingirnir [...] nir heimaliðnum úr Granollers. Hetta felagið er eitt tað besta hondbóltsfelagið í Evropa og hevur nýliga verið í Evropa Cup-finaluni. Felagið fóðrar Barcelona, sum er evropameistari hjá monnunum, við [...] steypinum, og frøin var stór um gylta prógvið um 3. plássið. Øðrvísi hondbóltur Steypahandanin var ein stak góður endi á kappingini, men ferðalagið hevði eisini nógv annað at fegnast um, meðan kappingin var.
eru við í kappingini um fleiri FM heiti. At umstøðurnar ikki altíð eru avgerandi fyri, hvussu áhugin er, og hvussu tað hilnast, er Knørrafelagið gott dømi um. - Áhugin fyri at rógva er stórur. Vit høvdu viljað [...] vinna tvey FM heiti. Merkisvert er tað, at nøvnini á øllum bátunum eru úr kvæðinum um Ormin Langa. Hetta er navnið á 10-mannafarinum, sum vann tríggjar róðrar í 2008, og so er tað 8-mannafarið Knørrur, sum [...] sigurin, sum er vunnin í hesi kappingini í ár. Royndin Fríða og Havfrúgvin kappaðust um næstfremsta plássið. Í spurtinum kom Royndin Fríða fyri seg, og nú er lagt upp til eirindarleysa kapping um FM heitið
iva um, at tey mest sambandssinnaðu í Føroyum vildu tryggja, at ongin semja fekst um uppskotið og at tað tí onki fór at koma burturúr nevndararbeiðinum. Hetta er bara ikki so líka til longur – hetta heilt [...] stjórnarskipan (grundlóg) fyri Føroyar. Nevndin er nú loksins liðug við sítt arbeiðið og er komin á mál. Álitið um nýggja Stjórnarskipan fyri Føroyar er skrivað og liggur á skrivstovu løgtingsins klárt [...] og soleiðis fyri fyrstu fer semjast um hvør rættarstøða Føroya er. Men so koma boðini frá løgmanni: Høgni Hoydal og løgmaður hava gjørt eina avtalu um, at uppskotið um nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar
pið upp um høvd eftir finalusigurin, er ongin minni enn Fabio Cannavaro. Maðurin, sum árið fyri gjørdist fyrsti verjuleikarin, ið bleiv kosin heimsinsbesti leikari. Hann er við á ferðini og um armin hevur [...] stendur ein enn størri maður – likamliga væl at merkja. Hóast Rógvi Jacobsen um hetta mundið er føroyameistari við HB og nærkast metinum sum mest skorandi føroyski landsliðsleikarin, so er langt upp til [...] Cannavaro um troyggju. - Vit avtalaðu at býta um troyggju, men hann segði at vit skuldu gera tað aftaná vit vóru komnir inn í FSF húsið. Har stóð hann so og bíðaði og var sera fyrikomandi. Hann er ikki av
Vestanstevnu leygardagin. At fasti starturin er tjóðraður í grótkastið, tá ið tað verður kappast í Miðvági, ber við sær, at tað er hópin lættari at fáast við, enn tá ið tað eru bátar, sum so at siga liggja [...] væl við, men tá ið tær fóru um málið, var fjarstøðan fram til Erlu Kongsdóttir tað mesta av tveimum bátslongdum. Spógvin var væl við í kappingini um bronsuplássið. Eydnaðist hjá Jallinum Spógvin hjá Ka [...] hjá teimum í Hvalvík og Streymnesi, Hvessingur, róði stutta teinin í Miðvági – hann er 960 metrar – skjótari, enn nøkur manning nakrantíð áður hevur megnað í hesi kappingini. Undan leygardegnum var besta
gott og væl 900 metrum. Tað er meiri enn so komið fyri áður, at manningar, sum undan Ólavsøku hava vunnið allar róðrarnar, í síðsta róðrinum eru snýttar. Síðsta dømið um hetta var fyri tveimum árum síðani [...] ferð í ár. Um teir vinna á Strondum komandi leygardag og á Havnarvág ólavsøkuaftan, so leggjast hesar manningarnar aftrat teimum, sum hava megnað at vinna FM uttan at missa stig. Tað er meiri enn so komið [...] Fuglafirði var kappingin um næstfremsta plássið stór, og tá var Lómur bara eitt vet undan Smyrli úr Vági. Í Miðvági var eingin kapping um næstfremsta plássið, tí Lómur var meiri enn eina bátslongd ella trý
Hvalvíkini. Eingin núlivandi minnist hendingina, sum liggur aftan fyri hetta skipsbrot, og lítið er skrivað um tilburðin og um sluppina Golden Harp, sum Niels av Selatrað keypti úr Onglandi. Mangur, [...] minnast, men tey fægstu vita nakað serligt um sjálva søguna at siga. Í Føroya Siglingasøgu hjá Páll J. Nolsøe er Golden Harp nevnd nakrar ferðir, men hetta er mest í samband við, hvør førdi sluppina ella [...] hvør søgan aftan fyri vrakrestirnar á víkini er. At vrakið er av sluppini Golden Harp, vita mong, men eftir øllum at døma finst lítið av skrivligum tilfari um sjálva hendingina, tá sluppin sleit í illveðri