Syrgilig er henda søga...

Syndarliga lagnan hjá Stjórnarskipan Føroya vísir, at okkara tjóðskaparpolitikkur er á vandakós.

12½ ár ella 4.550 dagar hevur tað tikið at gera eina nýggja stjórnarskipan (grundlóg) fyri Føroyar. Nevndin er nú loksins liðug við sítt arbeiðið og er komin á mál.

Álitið um nýggja Stjórnarskipan fyri Føroyar er skrivað og liggur á skrivstovu løgtingsins klárt at leggja fyri Løgtingið.
Ein søgulig breið politisk semja, sum er gjørd millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin, Framsókn og Sjúrð Skaale, skuldi tryggja at uppskotið varð samtykt. Nýggja stjórnarskipanaruppskotið gav føroyingum fullan rætt til at ráða í egnum landi.

Grein eitt ljóðar soleiðis :
Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð og alt vald í landinum er hjá Føroya fólki.

Yvirskipað gav nýggja Stjórnarskipanin føroyingum:
Rættin til at broyta rættarstøðu føroyinga og at skipa Føroyar sum fullveldi.
Rættin til at siga upp allar stjórnarrættarligar avtalur og sáttmálar sum eru settar í gildi fyri Føroyar og taka við málsræðinum.
Rættin til gera nýggjar stjórnarrættarligar sáttmálar og avtalur við onnur lond.
Rættin hjá Føroya fólki við fólkaatkvøðu at avgera hvørja stjórnarrættarliga kós vit velja.

Stjórnarskipanin var skipað í formæli og 6 partar: Stýrislag, rættindi og skyldur, fyrisiting, dómsvald, stýrisskipan og gildiskoma.

Millum annað tryggjaði Stjórnarskipanin:
at rættindi føroyinga bara kunnu avmarkast við lóg og í samsvari við hesa stjórnarskipan
at Føroyar hava flagg, tjóðsang og skjaldarmerki
at føroyskt er tjóðarmál og alment mál.
at rættindi kunnu knýtast at heimarætti og bústaði.
at øll skulu virða hesa skipan og tær lógir, skyldur og rættindi, sum verða til í samsvar við hana.
at øll eiga rætt til lív og trygd.
at øll eru fræls og frí og vard móti ágangi.
at øll eiga rætt at trúgva og útinna sína trúgv.
at fólk fáa størri fólksliga ávirkan á lógararbeiðið
at landsstýri verður avmarkað til 6 landsstýrisfólk
at tingmaður, landsstýrismaður og formaður verður broytt til tingkvinna/maður, landsstýriskvinna/maður og forkvinna/maður.
at løgmaður verður avmarkaður í sínum rætti til at skriva val út
at nývalda tingið velur samráðingarleiðara at skipa nýtt landsstýrið

Semjan var kjølfest í eini breiðari politiskari semju, sum undir viðgerðini hevur verið nevnd “tann tjóðskaparliga semjan” soleiðis, at allir føroyingar, bæði stjálvstýris- og sambandssinnað kunnu taka undir við uppskotinum og soleiðis fyri fyrstu fer semjast um hvør rættarstøða Føroya er.

Men so koma boðini frá løgmanni: Høgni Hoydal og løgmaður hava gjørt eina avtalu um, at uppskotið um nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar ikki skal aftur í tingið – men súltast í nevndini fyri síðan at detta burtur á Ólavsøku.

Sig at tað ikki er satt - var mín fyrsti tanki! Síðan ein kensla av avmakt og skomm, sum flutti seg yvir í vreiðu við spurninginum um hvat billar løgmaður og formaður fyri Tjóðveldi sær inn?

Hvør av øðrum liva má.
Ongin aftanfyri tjóðskaparligu semjuna var í iva um, at hon vildi provokera donsku myndugleikarnar.

Teirra fatan av rættindum okkara í ríkisfelagsskapinum kenna vit. Hinvegin hava vit ongantíð kunna samst um okkara egnu fatan av rættarstøðu okkara í sama felagsskapi. Danskir myndugleikar hava í tíð og ótíð mint okkum á, at tað er í Føroyum vit skulu finna út av, hvør vit eru og hvar vit vilja fara.

Tí kom tað helst illa við hjá Lars Løkke Rasmusen, forsætisráðharra, tá hann frætti um breiðu politisku semjuna aftanfyri nýggja Stjórnarskipanina. Hann og stjórn hansara vóru helst ongantíð í iva um, at tey mest sambandssinnaðu í Føroyum vildu tryggja, at ongin semja fekst um uppskotið og at tað tí onki fór at koma burturúr nevndararbeiðinum.

Hetta er bara ikki so líka til longur – hetta heilt einfalt tí, at vit føroyingar hava eina aðra fatan av rættarstøðu síni - sum fólk og tjóð - enn danir hava. Hesa fatan hava bæði sjálvstýris- og sambandssinnað, og hon er, at hóast vit eru saman við Danmark, so liggur evsta vald hjá Føroya fólki.

Tí er tað ein háðan móti Føroya Fólki at løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen saman við danska forsætisráðharranum Lars Løkke Rasmussen, (sum halda uppskotið vera eitt loysingarskjal) og við hjálp frá Høgna Hoydal, (sum heldur at uppskotið vera eitt sambandsskjal), forða løgtinginum at viðgera nýggju Stjórnarskipanina og soleiðis forða fyri at Føroya fólk á eini fólkaatkvøðu sleppur at
taka støðu til fyriliggjandi uppskot um Stjórnarskipan Føroya.

Nýggja Stjórnarskipanin var eitt gylt høvi at savna føroyska fólki um eina felags fatan av hvørji vit eru og hvørji rættindi vit sum fólk hava.

Stjórnarskipanin var eitt neyðugt amboð í eini tjóðskaparligari tilgongd har Føroya fólk tekur sær rættin til at avgera rættarstøðu Føroya, og harvið rættin til at velja at halda fram í verandi óbroyttum ríkisfelagsskapi, rættin til at skipan ein nýggjan felagsskap og rættin til at lýsa Føroyar sum fullveldi.

Við eini felags fatan av okkara rættarstøðu vildi tilgongdin í eini tjóðskaparligari menning ligið innanfyri givnar karmar, og føroyskur politikkur kundi í nógv størri mun snúð seg um at viðgera tey mál, sum liggja og bíða og sum eru ein hóttan ímóti føroyski tjóðini og hennara møguleikum fyri sjálvbjargni. Men so skuldi ikki vera og hví?

Bæði løgmaður og Høgni Hoydal vita, at ein semja um Stjórnarskipan Føroya hevði minkað um ta polarisering teir standa fyri í føroyskum politikki og at ein tjóðskaparsemja sjálvsagt hevði kostað teimum politiskt og kanska beinleiðis verið ein hóttan móti teirra tilverugrundarlagi.

Tí ræður um hjá teimum at halda stríðið millum Føroyar og Danmark við líka.

Tjóðskapur?
Tað var ongantíð ætlanin, at Stjórnarskipanin skuldi verða ein lóg um loysing. Hon skuldi hinvegin geva okkum rættin til at skipa okkum sambært egnum ynski – har ímillum eisini velja loysingina.

Men fyri at loysa mugu vit hava okkurt at loysa frá. So leingi vit ikki eru ein statur, verða okkara viðurskifti m.a. regulerað av donsku grundlógini, heimastýrislógini og heimildarlógini. Men Tjóðveldi vildi ikki, at hesar lógir skuldi nevnast, og nevndin brúkti tí nógva orku uppá at finna aðrar orðingar. Orðingar, sum góvu Stjórnarskipan Føroya hægsta rættarstøði, men sum samstundis tryggjaðu rættartrygdin føroyinga í verandi skipan.

Men hóast allir partar royndu at toyggja seg móti Tjóðveldinum, eydnaðist ikki at fáa Tjóðveldi við í semjuna. Tann stóri meirilutin í nevndini var sannførdur um, at skuldi okkara stjórnarskipan ikki hanga í leysum lofti sum ein púra innantóm proklamatión, so mátti hon setast í ein samanhang.

Samstundis sum vit ásettu, at alt vald er hjá Føroya fólki og at vit hava rætt til at skipa okkum sum ein stat, so máttu vit eisini, so ella so, viðurkenna verandi skipan. Vit máttu viðurkenna, at grundlóg, heimastýrislóg, heimildarlóg v.m. hava virkni í Føroyum og í nógv ár verið partur av rættartrygd føroyinga. Men her fekst Tjóðveldi ikki við, tíverri.

Tjóðveldi má dagførast
Frá tí at eg kom á ting í 1984 havi eg ongantíð uppliva løgtingsarbeiðið so tvinnað inn í danskan politikk og tað arbeiðið, sum fer fram á Christiansborg.

Høgni Hoydal, fólka- og løgtingslimur ger allarhelst eitt stórt arbeiði á Fólkatingi, og tað ger hann eisini á løgtingi. Tó skerst ikki burtur, at ongin kann verða fleiri staðni í senn – heldur ikki Høgni Hoydal. Og tí verða fundir og nevndarfundir í tinginum ofta avtalaðir eftir, um Høgni er á Christiansborg ella ikki.

Tjóðveldi arbeiðir í dag ógvuliga innballað í danskan politikk. Flokkurin fær stóran fíggjarligan stuðul til sítt politiska arbeiði frá dønum, og hevur ein formann, sum telist millum teir heilt fáu føroyingarnar, sum hava svorið donsku grundlógini trúskap. Men kortini kundi Tjóðveldi ikki kann góðtaka eina orðing í Stjórnarskipanini, sum rúmar hendan veruleika. Tað sigur mær, at her er okkurt heilt galið, og okkara tjóðskaprpolitikkur er á vandakós.

Tjóðveldi má taka ábyrgd av, at vit mistu Stjórnarskipan Føroyar á stokkinum – ein avgerð, sum á ongan hátt kann forsvarast. Ein avgerð, sum eigur at fáa Tjóðveldi at endurskoða sína politisku tilveru. Við virðing fyri fólkatkvøðuni í 1946 eiga vit at viðurkenna, at 1946 ikki kann brúkast til umbering fyri, at vit ikki kunnu finna nýggjar tjóðskaparligar semjur – semjur, sum taka støði í samtíðini og tí veruleika, vit liva í.

“Alt ella onki” politikkurin hjá Tjóðveldi vil framyvir halda flokkin uttanfyri ávirkan og vil beinleiðis forða fyri at vit koma longur – serliga í tjóðskaparligu menningini. Tjóðveldi kendi ikki sína vitjunartíð í Stjórnarskipanarmálinum og tí mistu vit alt fyri onki.

Vit rukku ikki á mál og tó
Hvussu er og ikki, so hevur arbeiðið at gera eina Stjórnarskipan Føroya ikki verið burturspilt.
Vit hava endavent øllum grundleggjandi málum og serliga tann tjóðskaparliga partin av føroyskum politikki.

Vit hava staðfest, at politiska skipanin í Føroyum er samd um:
at Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð og alt vald í landinum er hjá Føroya fólki
at vit hava rættin til at siga upp allar stjórnarrættarligar avtalur og sáttmálar sum eru settar í gildi fyri Føroyar og taka við málsræðinum
at vit hava rættin til gera nýggjar stjórnarrættarligar sáttmálar og avtalur við onnur lond

Við støði í hesum, kann føroyskur politikkur framyvir leggja sítt arbeiðið til rættis. Uppgávan, sum nú liggur á er, at fáa føroyska búskapin á føtur og gera hann so sterkan, at vit kunnu brúka tað frælsi og tey rættindi ið vit eru samd um, at vit sum fólk og sum tjóð hava.