Tíðindaskriv, Føroyska Bíbliufelagið:
Hjá Markusi lesa vit, hvussu nærverandi, hjartagóður og virkin Jesus var á ferðum sínum frá Galilea til Jerusalems.
Jesus lærdi, grøddi sjúk og gjørdi undurverk. Vøkru permuna hevur listamaðurin Hilmar J. Højgaard myndprýtt. Í bókini eru fleiri listaverk við bíbilskum motivum eftir sama listamann, og hesi seta ein heilt serligan dám á frásøgnina.
Martin Luther gav í síni samtíð út Nýggja Testamenti við endamálinum at týða í ein málbúna, sum gav vanliga fólkinum høvi at skilja tekstin.
Føroyska Bíbliufelagið gav í 2017 Nýggja Sáttmálan út, har Nýggja Testamentið er týtt til gerandismál. Hetta arbeiðið hevur verið endurskoðað, og nú er fyrsta úrslitið her: ein útgáva við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus.
Frásøgnin er í einum gerandis málbúna og hóskar sera væl til teirra, sum ikki eru von at lesa bíbilskan tekst og til teirra, sum hava hug at lesa Bíbliuna á einum gerandis samtíðarmáli.
Vit vóna, at bæði nýggir lesarar og tey, ið kenna tekstin frammanundan, fáa góðar og gevandi lesiløtur við Frásøgnini hjá Markusi um Jesus.
Útgevari: Forlagið Bókin – Føroyska Bíbliufelagið.
Bókin er til keyps í bókahandlunum kring landið og kostar 179,- kr.