- Nú boðað verður frá nógvum vindi í vikuskiftinum, heita vit á allar borgarar og fyritøkur um at taka fyrivarni, tryggja leysa lutir og rudda burtur alt, sum kann gerast vandamikið í vindinum.
Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag. Tey vísa á, at borgarar eiga at ansa eftir eitt nú trampolinum, havastólum, byggitilfari og øðrum, sum liggur leyst uttanfyri hús og bygningar.
- Tey, ið ikki megna hetta sjálvi, kunnu seta seg í samband við átaksleiðaran á tlf. 730112. Vit eiga øll at hjálpast at, nú veturin nærkast og stutt kann verða ímillum stormarnir, siga tey í Eysturkommunu.
Í Sørvágs kommunu, Tvøroyrar kommunu og Sands kommunu heita tey eisini á sínar borgarar og fyritøkur um at ansa eftir óruddi og øðrum leysum, nú boðað verður frá nógvum vindi.
Dagføring:
Sum dagurin er liðin, hava fleiri kommunur heitt á borgarar og vinnulív um at tryggja leysar lutir, og millum hesar eru eisini Eiðis kommuna og Vestamanna kommuna.