Troyggjan hjá Cannavaro er í minna lagi

«Hann er bara 177 centrimetrar til hæddar, men ein av størstu verjuleikarunum í fótbóltssøguni. Hann er blíður og fittligur á vøllinum, men ein marra at spæla ímóti. Hann hevur spælt fleiri landsdystir enn nakar annar italiumaður, og er fyrsti og einasti verjuleikarin, ið er kosin til heimsins besta fótbóltsleikarar. Í farnu viku boðaði Fabio Cannavaro frá, at hann gevst at spæla fótbólt

Í juni mánaði í 2007 komu táverandi heimsmeistarnir til Føroyar. Ongantíð áður og ongantíð síðani hevur føroyska landsliðið spælt móti einum verandi heimsmeistara. Maðurin, ið lyfti heimsmeistarasteypið upp um høvd eftir finalusigurin, er ongin minni enn Fabio Cannavaro. Maðurin, sum árið fyri gjørdist fyrsti verjuleikarin, ið bleiv kosin heimsinsbesti leikari. Hann er við á ferðini og um armin hevur hann liðskiparabandið.


Yvirav honum stendur ein enn størri maður – likamliga væl at merkja. Hóast Rógvi Jacobsen um hetta mundið er føroyameistari við HB og nærkast metinum sum mest skorandi føroyski landsliðsleikarin, so er langt upp til heimsins besta heimsmeistara.


Munur á Cannavaro og Matarazzi


Sjálvur dysturin endar við einum 2-1 sigri til Italia. Hóast Fabio Cannavaro er í miðverjuni, so megnar italska verjan ikki at verja fyri klaksvíkinginum, tá hann fær eitt gott innlegg úr høgru. Rógvi setur pannina á og skorar eitt vakurt og minniligt mál.


- Eg minnist væl tann dystin. Fabio Cannavaro var blíður og vinarligur gjøgnum allan dystin. Tað var ein himmalvíður munur á at spæla yvirfyri honum og so Marco Matarazzi, sum allatíð skuldi spæla harður, sigur Rógvi Jacobsen.


Eftir dystin býttu Rógvi og Cannavaro um troyggju.


- Vit avtalaðu at býta um troyggju, men hann segði at vit skuldu gera tað aftaná vit vóru komnir inn í FSF húsið. Har stóð hann so og bíðaði og var sera fyrikomandi. Hann er ikki av størstu monnum, so troyggjan er í minna lagi, sigur Rógvi Jacobsen góð fýra ár eftir dystin.


Troyggjan liggur í eini skuffu


Tá Sosialurin ringir fyri at frætta um troyggjuna, fer Rógvi at yvast hvar hon liggur. Eftir eina løtu kemur hann fram til, at hon helst er í Klaksvík.


- Allar landsliðstroyggjurnar liggja í eini skuffu. Eg havi ikki hugsa um at hongt hana upp, men tá eg síggi hann spæla, so hugsi eg um at eg eigi eina troyggju av honum, sigur Rógvi Jacobsen víðari.


- Eg haldi at beiggi mín hevur spælt innandura í henni onkuntíð, men annars verður hon ikki nógv brúkt, sigur Rógvi Jacobsen, sum í returdystum í Italia skoraði sítt tíggjunda mál í landsliðshøpi. Tað er met.


Alt byrjar í Napoli


Fabio Cannavaro var føddur í Napoli í 1973. Sum ungur spældi hann við Bagnoli, men longu sum 15-ára gamal hevur Napoli fingið eyguni fyri góðum fótbóltseginleikunum hjá honum. Í 1988 gongur leiðin á fyrsta sinni til Napoli. Fyrstu árini var hann bóltadrongur, meðan leikarar sum Diego Maradona og Ciro Ferrara ráddu fyri borgum. Í 1992 spældi hann sín fyrsta dyst fyri teir ljósabláu og fram til 1995 gjørdist tað til samanlagt 68 dystir.


Sjey ár í Parma


Napoli var í fíggjarliga trongum skóm og felagið valdi at selja fryntliga miðverjan til Parma. Í Parma hevði Fabio Cannavaro nøkur góð ár. Hann gjørdist fastur maður á italska landsliðnum og Parma vann millum annað UEFA Cup og italsku steypakappingina. Eftir sjey ár og yvir 250 dystir fyri liðið úr skinkubýnum, stóð Inter Milan fyri framman.


Nær við og næstan


Inter Milan keypti Fabio Cannavaro fyri góðar 170 milliónir krónur á summri 2002. Um hetta mundið royndi Inter Milan alt hvat teir kundu fyri at koppa AC Milan, AS Roma og Juventus av toppinum. Men heldur ikki við Fabio Cannavaro bar til. Liðið endaði nummar tvey í Seriu A og kom í hálvfinaluna í Champions League yvir tvey ár.


Scudetto og niðurflyting


Í 2004 skifti Fabio Cannavaro til Juventus. Loksins eydnaðist honum at vinna italska meistaraheitið. Bæði í 2005 og 2006. Men okkurt var, sum tað ikki skuldi verða í Juventus og Italskum fótbólti. Mutur og svik varð avdúkað í Calciopoli sakini, ið skakaði fótbóltsheimin. Juventus varð tvungið niður í Seriu B. Stutt frammanundan var hann kosin til heimsins besta fótbóltsspælara av FIFA í 2006. Tann fyrsti og higartil einasti verjuleikarin, ið hevur fingið tann heiðurin.


Tvey meistaraheitið í Madrid


Saman við venjarinum, Fabio Capello, skifti Fabio Cannavaro frá Juventus til Real Madrid. Har spældi hann í trý ár. Tvey tey fyrstu árini gekk væl og Real Madrid vann meistaraheitið bæði árini. Árið eftir gekk ikki eins væl og miðverjin boðaði frá, at hann nú fór aftur til Juventus. Eftir eina rímuliga byrjan upp á kappingarárið byrjaði at ganga illa og samstarvið millum hann og Juventus endaði eftir eitt ár. Hann royndi seg eitt ár í miðeystri, men knæið helt ikki til at spæla fótbólt meir. Í juli 2011 boðaði hann frá, at hann setti fótbóltsskógvarnar á hillina.


Italska landsliðið


Fabio Cannavaro spældi sín fyrsta landsdyst í 1997 móti Norður Írlandi. Hann er í dag tann leikarin, ið hevur spælt flestar dystir fyri Italia. Samanlagt 136 dystir. Hann hevur spælt í fýra HM endaspølum, frá 1998 til 2010, og tveimum EM endaspølum, 2000 og 2004. Í 2008 var hann skaddur og spældi ikki í tí EM endaspælinum.


Besta avrikið hjá Italska landsliðnum var uttan iva heimsmeistaraheitið í 2006. Við Fabio Cannavaro á odda stóð verjan hjá Italia sterk. Bara tvær ferðir endaði bólturin í italska málinum. Fyrru ferð var tað sjálvmál, og seinnu ferð var tað við brotssparki frá Zinedine Zidane í sjálvari finaluni.


- Vit eru priviligerað


Tað er ikki hvørjum oyggjasamfelagi beskorið at fáa vitjan av heimsins besta heimsmeistara. Men tað hava Føroyar havt, og tað skilur Rógvi Jacobsen enn betri í dag.


- Tá hugsaði eg ikki so nógv um tað, men í dag dugi eg væl at síggja, at vit eru priviligerað at sleppa at royna okkum móti so stórum fótbóltstjóðum, staðfestur Rógvi Jacobsen at enda.


Vit hava spælt móti einum manni, sum hevur skrivað sín egna kapitul í fótbóltssøguna. Hann var heimsmeistari og verður í eftirmælinum bólkaður saman við verjulegendum sum Franco Baresi og Paolo Maldini.


trondur@sosialurin.fo