Sex, kríggj og rock´n roll

Militantir islamistar. Frælslyntir ungdómar. Víðagitnir journalistar. Og klókir professarar. Heini í Skorini og Jan Lamhauge hava hitt høg og lág á ferð í Libanon í Miðeystri. Landsins blóðuga fortíð spøkir framvegis, og óttin fyri nýggjum ófriði prutlar undir lokinum

- Um hetta landið verður muslimskt burturav, eru vit fucked!


Tað er leygarkvøld, og vit eru júst komnir til høvuðsstaðin í Libanon, Beirut. Tjúkki tubbaksroykurin hongur um alt rúmið, og Eileen situr í einum trongum króki í eini lítlari downtown barr og tosar um politikk. Hon hoyrir til tann triðingin av libanesiska fólkinum, sum eru kristin.


- Víðgongdu shia-muslimarnir taka spakuliga ræðið, og øll tey moderatu, bæði kristin og muslimar, geva eftir, sigur hon álvarsom og guvar sigarettina.


Summi kalla tað pubcrawling, onnur kalla tað antropologiskt research, men longur niðri í býnum, í einum “posh” náttklubba undir opnum himni á takinum á einum skýskavara, situr Heba og drekkur Rosé vín. Ein vøkur og serstakliga lætt ílatin, men alt ov smurd sunnimuslimsk kvinna.


- Libanon anno 2011 er ein valdsdystur ímillum okkum frælslyntu og tey, sum vilja umbroyta hetta landið til eitt islamiskt diktatur eftir iranskum ayatollah-leisti, sigur Heba, sum sjálv hevur arbeitt fyri ST í Irak.


”Paris of the Middle East”

Libanon er eitt multietniskt og multireligiøst land við einans fýra milliónum íbúgvum, sum hevur verið plágað av sekteriskum borgarakríggi frá 1975 til 1990. Ein triðingur eru kristin, ein triðingur eru shia-muslimar, ein triðingur eru sunni-muslimar, og tilsamans átjan skrásettir trúarbólkar hava skrætt landið sundur.


Men tað er trupult at fáa eyga iranskar tilstandir í modernaða miðbýnum í Beirut. Tann mest frælslynti og opni høvuðsstaðurin í øllum tí arabiska heiminum við einum yðjandi náttarlívi og hópin av kafeum, matstovum, universitetum, bókasøvnum, barrum og mentanarligum virksemi.


“The Paris of the Middle East” var eyknevnið hjá Beirut, áðrenn borgarakríggið umbroytti býin til ein blóðugan vígvøll. Síðani friðaravtaluna í 1990 hevur fyrrverandi forsetin og multimilliarderurin Rafik Hariri bygt miðbýin upp aftur, men ein skal ikki langt út um miðbýin fyri at kenna tað fátæksliga og siðbundna miðeystur aftur. Burkaklæddar kvinnur, eitt niðurslitið infrakervið og ljótir, illa farnir bygningar.


Guds flokkur

Og tað er eingin ivi um, hvør fíggindin hjá áðurnevndu kvinnunum er. Og hvør fíggindin hjá øllum frælslyntum borgarum í hesum landinum er: Hizbollah, sum á arabiskum merkir “Guds flokkur” (Hizb´allah). Ein militantur, shia-muslimskur felagsskapur, sum hevur valdið í øllum Suðurlibanon. Ein statur í statinum, sum grundar sína tilveru á stríðið ímóti fíggindanum fyri sunnan, Ísrael, og sum fær fíggjarligan stuðul frá grannalondunum Iran og Sýria.


Eftir fyrsta vikuskiftið í Libanon fara eg og mín lagsbróðir, Jan Lamhauge, suður ímóti ísraelska markinum at vitja Hizbollah. Og jú longur suður vit koma, jú fleiri gerast plakatirnar av iranska statsleiðaranum Ayatollah Khomeini, Hizbollah-leiðaranum Hassan Nasrallah og øðrum shia-muslimskum leiðarum. Eftir 2-3 tímar koma vit til søguligu háborgina hjá Hizbollah, Mlita, tætt við ísraelska markið.


- Hvat høvdu tit gjørt, um onkur breyt inn í tykkara hús við vápnum? Høvdu tit kanska ikki svarað aftur?, spyr ungi maðurin, sum vísir okkum staðið. Hann sipar sjálvandi til Ísrael, sum hersetti Libanon í 1982. Felagsskapurin varð stovnaður við endamálinum at reka “teir óndu zionistarnar” úr landinum. Í 2000 fóru teir seinastu ísraelsku hermenninir úr Libanon, og felagsskapurin fekk kultstatus millum víðgongdar muslimar um allan heim. Í 2006 brast aftur kríggj á millum partarnar, sum vardi í 36 dagar. 1200 sivilir libanesar doyðu, og kríggið var ein vanlukka fyri Ísrael, tí endamálið var at knúsa væl vandu guerilla-herdeildirnar hjá Hizbollah. Tað eydnaðist undir ongum umstøðum, og eitt nýtt kríggj er als ikki ósannlíkt.


- Eg sat í mínum lítla heimi í Suðurbeirut við trimum børnum, tá bumburnar fullu og bygningarnir rapaðu kring okkum. Men vit fóru ongan veg. Hvar skuldi eg fara?, spyr okkara hýruvognsførari, sum eftir øllum at døma heldur nógv av Hizbollah.


Hvør drap forsetan?

Eftir einari viku í Libanon kyknar enn ein stjórnarkreppa.


- Tann størsta kreppan síðani okkara seinastu kreppu, flennur legendariski bretski miðeystur-korrespondenturin, Robert Fisk, sum vit hava samrøðu við í hansara heimi á eini hvítari altan framvið strondini í Beirut. Maðurin er sjey ferðir kosin “International Journalist of the Year”, og hann er tann einasti journalisturin í heiminum, sum hevur gjørt samrøðu við Osama bin Laden - andlit til andlits tríggjar ferðir.


Kreppan snýr seg um fyrrverandi forsetan, Rafik Hariri, sum varð dripin av eini bilbumbu í miðbýnum í Beirut í 2005, og sum drap 21 onnur menniskju. Robert Fisk var á staðnum tveir minuttir eftir spreingingina og sá brenda líkið hjá Hariri við egnum eygum. Eftir seks ára kanningararbeiðið er eitt altjóða ST-tribunal nú komið til ta niðurstøðu, at fýra Hizbollah-limir framdu drápið. Nýggja libanesiska stjórnin er m.a. mannað við Hizbollah-limum, og í parlamentinum er tann Hariri-loyala andstøðan í øðini um, at Libanon ikki livir upp til altjóða krøv og handtekur menninar. Miðlarnir skriva um, at sekterisku ósemjurnar aftur loga, og óttin fyri nýggjum ófriði – um ikki einum borgarakríggi – er vaksandi.


- Teir fýra verða ongantíð handtiknir og eru allarhelst longu í Iran, sigur Patrick Gayle, ein ungur og kekkaður bretskur journalistur, sum vit hitta á eini lítlari kafe. Gayle hyggur fjálturstungin kring seg, meðan hann tosar, og tá hann kemur til sínar egnu meiningar um, hvør drap forsetan, fer hann næstan at teska.


Bæði Gayle, Robert Fisk og ein professari á American University of Beirut, sum vit eisini tosaðu við, meta, at sýriska fregnartænastan drap Hariri. Sýria er stóribeiggin hjá Libanon, hersetti landið í 1974 og hevur ongantíð viðurkent libanesiskt sjálvræði. Men morðið á vælumtókta sunni-muslimska forsetan elvdi til størstu anti-sýrisku mótmælisgonguna í landsins søgu. Yvir ein millión menniskju mótmæltu hersetingini, og eftir eina ST-samtykt vóru sýrar noyddir at taka seg aftur. Bæði hersetingarveldini fyri sunnan og fyri eystan, Ísrael og Sýria, vóru nú horvin, og fólkaveitslan í gøtunum í Beirut tók ongan enda.


- Vit høvdu ikki kunnað havt hesa samtaluna fyri 2005, tí tá vóru sýriskir agentar á hvørjum gøtuhorni, sigur Patrick Gayle á áðurnevndu kafe.


Sexorgie í fjøllunum

Í nationalum sjónvarpi avnoktar Hizbollah-leiðarin, Hassan Nasrallah, allar ákærur um, at hansara felagsskapur skal hava dripið Hariri. Nei, Ísrael og USA hava smíðað hesar følsku ákærurnar (hvør annar?), og Nasrallah lovar, at teir fýra ákærdu “brøðurnir” ongantíð verða handtiknir. Og tað hevur hann eisini rætt í, so leingi sum herurin hjá Hizbollah er sterkari enn libanesiski statsherurin.


Seinni sama kvøld tosa vit við ein 34 ára gamlan barreigara um kríggið millum Ísrael og Hizbollah í 2006. Hvussu var í Libanon tá?


- Spyr meg ikki, sigur hann smílandi. Vit vóru fleiri vinfólk, sum rýmdu norðureftir undan ísraelsku bumbuálopunum. Vit krassjaðu í einum summarhúsi hjá mær uppi í fjøllunum, og har ballaðust vit og høvdu orgie, sigur hann flennandi og fer at taka sær av fleiri gestum.


Tað arabiska várið

Øll eru tey so ella so merkt av kríggi og teimum politisku spenningunum, sum valda í landinum. Og beint nú eygleiða tey við spenningi, hvørt stóru mótmælisgongurnar í Sýria fara at koppa sýrisku stjórnini, eins og tær koppaðu einaræðisharrunum í Tunis og Egyptalandi. Tað eru bara tríggir tímar til Damaskus við bili, og vit koyra framvið markinum, men sleppa ikki inn í Sýria. Higartil hava herdeildir hjá sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, dripið 1400 mótmælisfólk. Men hetta hevur ikki steðgað mótmælisgongunum.


- Um Assad-stjórnin fellur, kann Hizbollah missa sín fremsta stuðul, og Iran kann missa sín einasta stuðul í regiónini. So hevur “tað arabiska várið” av sonnum broytt Miðeystur, heldur bretski journalisturin, Patrick Gayle.


Og hetta hevði verið ein stórsigur fyri tey, sum vilja varðveita Beirut sum eitt andarhol í miðeystri og ein savningarstað hjá ungdómi úr allari regiónini. Tey, sum droyma um, at Beirut aftur verður “the Paris of the Middle East”.