Á Fjarðastevnu hilnaðist tað betri hjá bátunum úr høvuðsstaðnum, enn tað hevur gjørt fyrr í summar.
Havnar Róðrarfelag plagar at vinna nógvar sigrar, men soleiðis er tað ikki í ár. Hini bæði feløgini í høvuðsstaðnum – Róðrarfelagið Knørrur ella Knørrafelagið, sum tað ofta verður nevnt – og Argja Róðrarfelag eru feløgini, sum luttaka við flestum manningum, og tey eru við í kappingini um fleiri FM heiti.
At umstøðurnar ikki altíð eru avgerandi fyri, hvussu áhugin er, og hvussu tað hilnast, er Knørrafelagið gott dømi um.
- Áhugin fyri at rógva er stórur. Vit høvdu viljað, at 10-mannafarið hjá okkum Ormurin Langi, 8-mannafarið Knørrur og 6-mannafarið Jarnbardur við monnum vóru mannað, men tað hevur ikki eydnast. Nú eru vit byrjað frá botni av. Børn og ungfólk, sum eru uppald í felagnum, vísa ídni og nærlagni, og vit vænta og vóna, at tað eisini á mannfólkasíðuni um ikki so langa tíð fer at hava við sær, at størru bátarnir verða mannaðir.
Hetta sigur Petur í Gong, sum í drúgvt áramál hevur verið og framvegis er nevndarlimur í Róðrarfelagnum Knørri.
Felagið hevur ikki góðar umstøður. Tveir bátar eru í neystinum, har felagið upprunaliga helt til á Skálatrøð. Talan er um tann Jarnbardin, sum vann so ógvuliga nógvar róðrar, og sum varð skiftur út fyri trimum árum síðani, og um ein trist, sum smábørn rógva við.
Í Evensens pakkhúsi, har Landshandilin helt til – hetta er á veg av Kongabrúnni og út í Tinganes – standa bláu bátarnir, sum nú verða brúktir at kapprógva í og eisini Ormurin Langi og Knørrur. Her er einki umklæðingarrúm ella annað felagshøli. Innivenjingin er í Saltsøluni á vestaru bryggju, har felagið hevur vektir og maskingur.
Men hóast umstøðurnar ikki eru góðar, so er Róðrarfelagið Knørrur millum tey størstu, og felagið hevur møguleika at vinna tvey FM heiti.
Merkisvert er tað, at nøvnini á øllum bátunum eru úr kvæðinum um Ormin Langa. Hetta er navnið á 10-mannafarinum, sum vann tríggjar róðrar í 2008, og so er tað 8-mannafarið Knørrur, sum í 2006 vann fimm róðrar og var suverentur FM vinnari.
6-mannafarið Jarnbardur við kvinnum hevur í hesi øldini vunnið meiri enn nakar annar bátur – sjey ferðir FM - og felagið luttekur í ár eisini við gamla Jarnbardi, sum nú eitur Herningur, og fleiri 5-mannaførum: Jallurin, Pílurin og Tambar.
Góðar umstøður
Argja Róðrarfelag eigur gott neyst á Argjum. Har er rúm fyri øllum teimum reyðu bátunum hjá felagnum, og har eru venjingarhøli, umklæðingarhøli og felagshøli.
- Tað er nógv virksemi í neystinum, og vit eru ivaleyst tað felagið, sum luttekur í flestu kappingum, sigur formaðurin í Argja Róðrarfelag, Høgni Jacobsen, ið hevur nógvar royndir sum kapprógvari og í ár rør við 6-mannafarinum Lómi. Argja Róðrarfelag eigur og mannar 10-mannafarið Hoyvíking, 8-mannafarið Argjabátin, 6-mannafarið Lóm við monnum, og 5-mannaførini Blik og Teistan.
Argjabáturin hevur verið suverenur í ár, men Høgni Jacobsen sigur, at nevndin í felagnum fer ikki at gera nakað fyri at fáa manningina á 8-mannafarinum næsta ár at fara umborð á 10-mannafarið.
- Um teir sjálvur ynskja tað, so er sjálvsagt einki í vegin fyri tí. Men á Argjum hevur Argjabáturin altíð verið roknaður at vera flaggskipið. Hann man vera tann av kappróðrarbátunum, sum nú rógva, og sum longst hevur verið mannaður út í eitt, og tað telur ikki so lítið, at hann eigur so nógvar sigrar.
Gongurólvur
Hóast tað í summar hevur verið soltnari hjá Havnar Róðrarfelag enn mangan áður, so er tað framvegis møguleiki fyri, at eitt sett av gullkrónum eftir ólavsøkuróðurin verður handað manning hjá elsta høvuðsstaðarfelagnum.
Gongurólvur við kvinnumanning hevur staðið seg væl, men eftir at Gongurólvur noyddist at lúta fyri Hvessingi bæði á Vestanstevnu og Varmakeldu, so tóktist møguleikin fyri FM sigri at verða kámari.
Á Fjarðastevnu á Strondum fekk Gongurólvur aftur um endan. Gongurólvur var fremstur allan róðrarteinin. Hvessingur royndi eina løtu at vinna inn aftur nakað av stóru bátslongdini, sum Gongurólvur hevði tikið, men í endaspurtinum var als eingin ivi. Gongurólvur var á málinum væl og virðiliga leysur av Hvessingi.
Úrslitið ber við sær, at Hvessingur og Gongurólvur liggja stavn um stavn í FM kappingini, og tí verður talan um finaluróður á Ólavsøku.
Jallurin við dreingjum
Í kappingini millum 5-mannafør við dreingjamanningum verður eisini talan um finaluróður á Ólavsøku.
Kappingin stendur millum Jallin og Royndina Fríðu, ið liggja borð um borð við 32 stigum, og so Blik hjá Argja Róðrarfelag, sum hevur 29 stig.
Undan Fjarðastevnuni hevði Jallurin ikki vunnið í summar. Fýra ferðir hevði hann verið næstfremst, og fleiri av hesum ferðunum hevði hann verið fremstur, tá ið farið varð undir endaspurtin.
Leygardagin stemmaði tað orduliga væl hjá Jallinum, sum vann tann tryggasta sigurin, sum er vunnin í hesi kappingini í ár.
Royndin Fríða og Havfrúgvin kappaðust um næstfremsta plássið. Í spurtinum kom Royndin Fríða fyri seg, og nú er lagt upp til eirindarleysa kapping um FM heitið millum dreingirnar í Knørrafelagnum í høvuðsstaðnum og vágsdreingir.
Jallurin við kvinnum
Tað hevur verið aðru hvørja ferð hjá Jallinum og Junkaranum. Rútman varð brotin, tá ið Junkarin vann bæði á Varmakeldu og Vestanstevnu, men Jallurin syrgdi leygardagin fyri, at Junkarin ikki uttan kapping skal hava kós ímóti FM heitinum.
Bæði á Varmakeldu og Vestanstevnu vóru sigrarnir hjá Junkaranum teprir, og sigurin hjá Jallinum á Skálafjørðinum leygardagin var eisini tepur.
Jallurin setti dám á beinanvegin, og frástøðan aftur til Junkaran, sum var næsti kappingarneytin, øktist stútt og støðugt.
Í sjálvum endaspurtinum ressaðist Junkarin við, men tá hevði Jallurin syrgt fyri so góðari oddastøðu, at tað ikki eydnaðist Junkaranum at taka seg so mikið inn á Jallin, at talan gjørdist um spenning síðstu metrarnar fram ímóti málinum.
Blikur og Beinta vóru í sera tættari kapping um bronsuplássið, og ta kappingina vann Blikur.
Úrslitið ber við sær, at tað á Ólavsøku verður sonn finala um FM heitið. Junkarin er eitt stig frammanfyri Jallin. Tað vil siga, at tann av hesum báðum, sum verður fremri í ársins síðsta róðri verður meistari!
Argjabáturin
Fjórði báturin í høvuðsstaðnum, sum hevur møguleika at vinna FM, er Argjabáturin. Í roynd og veru hevur Argjabáturin longu tryggjað sær meistaraheitið, hóast tað á pappírinum ber til at rokna seg fram til, at hann ikki verður meistari.
Heldur ikki hesa ferð bendi nakað á, at Argjabáturin ikki skal verða meistari við fullum stigatali.
Aftur hesa ferð hevði Ørvur hug at bjóða av fyrra partin av róðrarteininum, og aftur hesa ferð stakk Argjabáturin seg fram um Ørv og allar hinar, tá ið teinurin var hálvrógvin ella so.
Og aftur hesa ferð var Argjaáturin meiri enn eina bátslongd fremstur, tá ið hann fór um malið.
Tá ið Ørvur dragnaði frá Argjabátinum høvdu bæði Nevið Reyða og Miðvingur hug at bjóða av í kappingini um næstfremsta plássið, men á málinum var Ørvur skutin frammanfyri teir báðar næstu, sum vóru rættuliga javnir, meðan Kvívíkingur enn eina ferð tók sær av fimta plássinum.
Blikur í barnaróðrinum
Eftir at tær vunnu á Fjarðastevnu er gentumanningin á Bliki favorittur at vinna FM í barnakappingini fyri gentur. Kappingin er við Ørnina úr Sandavági, sum vann tvær tær fyrstu ferðirnar, og sum á Fjarðastevnu endaði á bronsuplássinum.
Tann av hesum báðum, sum verður fremri á Ólavsøku, verður meistari.
Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ hevur longu tryggjað sær FM heiti í barnakappingini millum dreingirnar. Spógvin er so mikið frammanfyri allar hinar, at eingin av teimum hevur møguleika at røkka honum á Ólavsøku.
8-mannafør
1 Argjabáturin 07:31.04
2 Ørvur 07:34.13
3 Nevið Reyða 07:35.11
4 Miðvingur 07:35.22
5 Kvívíkingur 07:40.12
Støðan
1 Argjabáturin 42
2 Ørvur 36
3 Nevið Reyða 29
4 Miðvingur 24
5 Kvívíkingur 19
6-mannafør kvinnur
1 Gongurólvur 05:40.08
2 Hvessingur 05:45.21
3 Jarnbardur 05:56.08
4 Páll Fangi 06:04.10
Støðan
1 Gongurólvur 39
2 Hvessingur 39
3 Jarnbardur 30
4 Páll Fangi 8
5 Herningur 8
5-mannafør kvinnur
1 Jallurin 06:05.12
2 Junkarin 06:06.19
3 Blikur 06:13.15
4 Beinta 06:13.17
5 Falkur 06:15.09
6 Teistin 06:19.07
Støðan
1 Junkarin 39
2 Jallurin 38
3 Blikur 29
4 Beinta 25
5 Falkur 18
6 Teistin 13
5-mannafør dreingir
1 Jallurin 05:33.10
2 Royndin Fríða 05:35.17
3 Havfrúgvin 05:37.01
4 Blikur 05:38.20
5 Drekin 05:38.24
6 Teistin 05:41.08
7 Erla Kongsdóttir 05:48.05
8 Firvaldur 05:48.17
9 Frúgvin 05:50.20
10 Svanur 05:52.13
11 Pílur 05:54.20
12 Sandingur 05:55.22
13 Sílið 05:56.20
14 Tjógvin 05:59.08
Støðan
Jallurin 32
2 Royndin Fríða 32
3 Blikur 29
4 Drekin 23
5 Havfrúgvin 19
6 Sílið 12
7 Erla Kongsdóttir 11
8 Frúgvin 5
9 Teistin 4
10 Pílur 1
Barnaróður gentur
1 Blikur 03:03.01
2 Royndin Fríða 03:04.09
3 Ørnin 03:05.00
4 Jallurin 03:05.01
5 Hulda 03:09.13
6 Havfrúgvin 03:15.17
7 Pílur 03:25.12
8 Firvaldur 03:28.05
1 Blikur 35
2 Ørnin 34
3 Hulda 27
4 Royndin Fríða 24
5 Jallurin 21
6 Tambar 16
7 Pílur 9
8 Havfrúgvin 2
Barnaróður dreingir
1 Spógvin 02:51.22
2 Junkarin 02:55.19
3 Fípan Fagra 02:56.22
4 Firvaldur 02:58.08
5 Pílur 03:01.19
6 Havfrúgvin 03:13.20
7 Teistin 03:14.11
Støðan
1 Spógvin 41
2 Fípan Fagra 30
3 Firvaldur 29
4 Tambar 18
5 Junkarin 15
6 Frúgvin 14
7 Havfrúgvin 9
8 Teistin 5
9 Pílur 3
10 Silja 1