GOLDEN HARP
Mangur, sum hevur ferðast fram við Hvalvíkini, man hava sett sær spurningin, hvør søgan aftan fyri vrakrestirnar á víkini er. At vrakið er av sluppini Golden Harp, vita mong, men eftir øllum at døma finst lítið av skrivligum tilfari um sjálva hendingina, tá sluppin sleit í illveðri, rak á sandrivið og gjørdist vrak. Tá í tíðini høvdu skipini lítlan motor, og tí eydnaðist tað ikki at toga skipið av aftur oyruni í Hvalvík. Á høgari fjøru stinga vrakrestirnar væl upp úr sjónum.
Bæði tilkomin og eldri vita at siga, at vrakið hevur ligið har alt tað, tey minnast, men tey fægstu vita nakað serligt um sjálva søguna at siga.
Lítið keldutilfar
Í Føroya Siglingasøgu hjá Páll J. Nolsøe er Golden Harp nevnd nakrar ferðir, men hetta er mest í samband við, hvør førdi sluppina – ella var við henni – ymisku árini, meðan hon var ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum.
Til ber soleiðis at fylgja søguni frá tí, at sluppin verður keypt til Føroya úr Onglandi í 1903 til ein nólsoyingur, sum eitur Jan Jacobsen, førir skipið árini 1915 og 1916.
Undirritaði hevur leitað á Landsbókasavninum eftir tilfari um Golden Harp, men í eini handavend fann eg ikki fram til skrivaðu søguna um skipsbrotið, sum eftir øllum at døma er hent stutt eftir 1920.
Í tíðarritinum Frøði, sum Føroya Fróðskaparfelag gevur út, datt eg á ein stuttan greinastubba um Golden Harp í útgávuni fyri apríl í 1994. Men eisini í hesi greinini stendur, at ikki hevur borið til at funnið meira tilfar um skipsbrotið – uttan tað, at sluppin lá uppankrað við streymneslandið, sleit í illveðri og rak inn á sandin í Hvalvík, har hon gjørdist vrak.
Frøði heldur, at skipsbrotið er hent onkuntíð beint fyri 1920, og tíðarritið veit at siga, at ein partur av viðinum frá skipinum varð seldur á uppboði. Viðurin var sterkasta eik, og tí er ein partur av vrakinum til enn tann dag í dag. Óhugsandi er tí ikki, at onkur planki frá Golden Harp enn stendur onkustaðni í Hvalvík, heldur tíðarritið.
Áðrenn vit fara eitt sindur víðari, kunnu vit tó leggja aftrat, at Golden Harp neyvan er vorðin vrak fyri 1920, sum Frøði vil vera við, men heldur nøkur fá ár seinni.
Ymisk árstøl
Tær keldur, ið finnast, eru ymiskar á máli um, nær skipið gerst vrak, men í ársfrágreiðing hjá Føroya Fornminnissavni fyri 2008 verður hildið upp á, at sluppin fórst í 1924.
Maðurin, sum hin 26. februar í 1903 keypti Golden Harp úr Yarmouth í Onglandi, var Niels Juel Joensen, vanliga róptur Niels av Selatrað. Hann kom á Havnina við skipinum hin 9. mars sama ár. Niels Juel hevði ført sluppina Sunbeam, sum Dánjal Johan Vilhelm, keypmaður, vanliga róptur Dánjal við Misá, hevði keypt úr Yarmouth í juli í 1901. Í 1903 og 1904 førdi Niels Juel Golden Harp, men longu hin 8. apríl í 1903 – bert stutt eftir, at hann kom til Føroya við henni – hevði Niels selt tveir triðingar av sluppini til Poul Niclasen, bókhaldara í Havn. Hin 8. mai í 1905 seldi hann sama manni so restina av skipinum, soleiðis at Poul Niclasen nú átti alt skipið. Niels av Selatrað hevði danska konu, og tey fluttu niður til Danmarkar at búgva. Hann helt fram at sigla og eitt árið, hann var í enskari havn, datt hann í dokkina og druknaði.
Í Føroya Siglingarsøgu síggja vit, at fyrsta skipið, sum Óla Jákup Poulsen úr Hósvík, vanliga róptur Óla Jákup í Toftum, førir, er Golden Harp. Hetta er í 1905. Hans Jákup Joensen úr Svínáum, sum seinni búsetti seg á Borg á Argjum, førir sluppina í 1906. Vit lesa, at Hans Jákup á Borg, sum hann seinni varð róptur, sjálvur átti skipið hetta árið.
Fyri at lata ymiskar keldur tala, skrivar Føroya Fornminnisfelag í síni ársfrágreiðing fyri 2008, at selatraðmenn keyptu Golden Harp til Føroya í 1904 – og ikki í 1903 – sum aðrar keldur siga, og í ársfrágreiðingini verður eisini hildið upp á, at Valdemar Lützen keypti sluppina í 1908.
Í 1909 førir Jóannes Isaksen av Viðareiði skipið, og árið eftir førir Jákup Joensen í Gerðum í Klaksvík Golden Harp.
Á Landsbókasavninum datt eg eisini á, at Hans Erik Olsen í Heimistovu í Klaksvík førir skipið í 1912. Seinastu kelduna um Golden Harp fann eg eisini í Føroya Siglingarsøgu. Hetta er, tá Jan Jacobsen í Nólsoy førir sluppina árini 1915 og 1916.
Seinur dagur
Lítið keldutilfar er at finna um, hvør eigur skipið hesi seinnu árini, men lítil ivi man tó vera um, at aðrar keldur eru, sum vita meiri um eigaraviðurskiftini at siga.
Ein partur av vrakinum er sokkin niður í sandin, og síðan stinga endarnir av eikibondunum upp úr sjónum. Nú hevur vrakið av Golden Harp so ligið út fyri oyruni í Hvalvík í sløk níti ár, og tað verður helst seinur dagur, áðrenn veður og vindur hava gjørt enda á seinastu eikipettunum.
Eyðsæð vantar nógv í hesi søgu, sum her er skrivað, men hetta er so tað, vit í eini handavend fingu burtur úr sluppini Golden Harp.









