Tríggir stýra móti FM við fullum stigatali

Síðani aldarskiftið er tað tvær ferðir áður komið fyri, at tríggjar manningar hava vunnið meistaraskapin við fullum stigatali

Tríggjar manningar hava kós móti FM heitinum við fullum stigatali. Tær eru Riddarin, Argjabáturin og Klaksvíkingur.

Leygardagin vunnu hesir tríggir bátarnir fyri fimtu ferð í ár. Um teir vinna á Strondum komandi leygardag og á Havnarvág ólavsøkuaftan, so leggjast hesar manningarnar aftrat teimum, sum hava megnað at vinna FM uttan at missa stig.

Tað er meiri enn so komið fyri áður, og tvær ferðir síðani aldarskiftið hava tríggjar manningar megnað hetta bragdið.

Í 2007 vunnu Jarnbardur við kvinnum og tveir bátar hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ FM við fullum stigatali. Í ár eru teir á Skálafjørðinum als ikki umboðaðir í kappingunum millum 8-mannaførini og 10-mannaførini. Tað var ólíkað fyri fýra árum síðani, tá ið bæði Heiðabáturin og Eysturoyingur vunnu allar róðrarnar.

Í ár hevur tað ikki hilnast væl hjá Havnar Róðrarfelag. Tølini siga, at tað bara eru kvinnurnar umborð á Gongurólvi, sum hava møguleika at vinna FM. Í 2008 vunnu bæði dreingirnir og kvinnurnar við Sílinum allar sjey róðrarnar. Tað átti at havt borgað fyri gyltari framtíð. Úrslitini fyrr í ár og aftur í Miðvági siga, at soleiðis hevur tað ikki skorist.

Leygardagin á Vestanstevnu eydnaðist tað ikki størsta og sigursvandasta kappróðrarfelagnum í landinum at vinna nakran róður.

Triði báturin, sum í 2008 vann allar róðrarnar, var Heiðabáturin, sum harvið vann allar róðrarnar bæði í 2007 og í 2008 ella fjúrtan róðrar á rað.

Fram til 2002 varð kappast um FM á seks stevnum. Síðani 2003 hevur verið kappast á sjey stevnum. Hesi átta árini hava ellivu manningar megnað roysnið at vinna FM við fullum stigatali. Tann báturin, sum í hesum hevur skarað framúr, er Jarnbardur við kvinnumanning. Blái báturin hjá Róðrarfelagnum Knørrur hevur tríggjar ferðir vunnið FM við 49 stigum – í 2004, 2005 og 2007.

Manningarnar, sum hava vunnið FM við fullum stigatali síðani 2003 eru:

2003 – eingin

2004 – Jarnbardur við kvinnum

2005 – Jarnbardur við kvinnum og Nevið Reyða

2006 – eingin

2007 – Jarnbardur við kvinnum, Heiðabáturin og Eysturoyingur

2008 – Sílið við dreingjum, Sílið við kvinnum og Heiðabáturin

2009 – Argjabáturin

2010 – Páll Fangi við monnum


2002 var síðsta árið, tá ið kappast varð um FM á seks stevnum. Tað árið vunnu Jarnbardur við kvinnum og Sílið við kvinnum 42 stig. Í 2001 megnaðu Páll Fangi við kvinnum og Havnarbáturin at vinna fulla úrtøku.

Í 2000 vóru tað fleiri manningar enn nakrantíð síðani, sum vunnu fulla úrtøku. Talan var um fýra manningar, sum vunnu allar seks róðrarnar og harvið 42 stig: Tjaldrið við dreingjum, Jarnbardur við kvinnum, Frúgvin við kvinnum og Argjabáturin.



Kiksa á Ólavsøku

Riddarin, Argjabáturin og Klaksvíkingur hava tvær kappingar eftir at halda tørn um oddasessin í, og manningarnar, sum kappast við hesar tríggjar, eiga tveir møguleikar at taka oddasessin frá favorittunum.

Á Fjarðastevnu, sum hesa ferð verður á Strondum, fara Riddarin og teirra kappingarneytar og Argjabáturin og hini 8-mannaførini at kappast á 1500 metrum, og Klaksvíkingur, Vestmenningur og Hoyvíkingur fara at kappast á 2000 metrum.

Á Ólavsøku verða allar kappingarnar á stytsta kappróðrarmálinum á øllum sumrinum. Tá verður kappast á gott og væl 900 metrum.

Tað er meiri enn so komið fyri áður, at manningar, sum undan Ólavsøku hava vunnið allar róðrarnar, í síðsta róðrinum eru snýttar. Síðsta dømið um hetta var fyri tveimum árum síðani. Undan síðsta róðrinum høvdu dreingirnir á Tjaldrinum fult stigatal – 42 – eftir seks róðrar. Á Ólavøku var Blikur klárt nummar eitt, og Tjaldrið var nummar tvey. Tjaldrið vann FM, men tað mundi kennast beiskt ikki at vinna á Ólavsøku, og hjá argjadreingjum var tað kærkomið at vinna finaluróðurin, tá ið tað ikki eydnaðist at verða meistarar.


Riddarin

6-mannafarið hjá miðvingum hevur framvegis fult stigatal. Og um metast skal út frá tíðarmuninum frá tí fremsta og til tann næstfremsta í øllum kappingum higartil í ár, so tykist sannlíkið vera minst av øllum fyri, at nakar skal taka Riddaran.

Á stutta teininum innan fyri grótkastið í Miðvági leyp Riddarin fram um hinar beinanvegin, og hann varð ongantíð hóttur. Á málinum var hann fýra sekund frammanfyri Lóm av Argjum. Tað var eitt sekund minni, enn tá ið Riddarin eina viku frammanundan vann á Varmakeldu í Fuglafirði, men tá skal havast í huga, at teinurin hesa ferð var 500 metrar styttri.

Í Fuglafirði var kappingin um næstfremsta plássið stór, og tá var Lómur bara eitt vet undan Smyrli úr Vági. Í Miðvági var eingin kapping um næstfremsta plássið, tí Lómur var meiri enn eina bátslongd ella trý sekund undan Smyrli.


Argjabáturin

Heldur ikki hesa ferð var tað í endaspurtinum nakar ivi um, at Argjabáturin fór at vinna.

Eftir sera tætta kapping á Jóansøku var tað stórur spenningur um, hvussu tað fór at gangast á Varmakeldu. Tá gjørdi Argjabáturin orduliga bart, og á málinum var munurin fýra sekund ella meiri enn ein bátslongd.

Fyrra partin av stutta teininum í Miðvági var spenningur í, og bæði Nevið Reyða og Ørvur høvdu hug at blanda seg upp í oddastríðið. Men tá ið hálvur teinurin var rógvin, fór tað at glíða meiri eftir hjá reystu og treystu argjamonnunum. Reyði báturin við drekastevninum svam frá hinum og var fyrstur á mál.

Hóast Argjabáturin var fyrstur á mál fyri fimtu ferð av fimm møguligum, so sást á avrikunum hjá hinum, at teir framvegis eru væl trimmaðir og klárir at bjóða seg fram.

Ørvur var eina stóra hálva bátslongd aftanfyri Argjabátin, og Nevið Reyða var eina stóra hálva bátslongd aftanfyri Ørv. Bronsuplássið vunnu klaksvíkingar í tættari kapping við Miðving.


Klaksvíkingur

Fyrstu metrarnar var Vestmenningur kanska frammanfyri favorittarnar úr Klaksvík. Eina løtu róðu teir stavn um stavn, men tá ið hálvt málið var rógvið, fóru tøkini hjá teimum umborð á Klaksvíkingi at muna meiri.

Vestmenningur royndi einar tvær ferðir at leypa á aftur, men sum so mangan áður so sást tað væl, at tann, sum liggur á odda, hevur sinniliga og likamliga yvirskotið at stýra og svara aftur.

Undan róðrinum var tað ikki sørt av spenningi í, um tað hesa ferð mundi fara at eydnast hjá treisku vestmenningunum at gera ein vørr. Tað komst av, at tveir umborð á Klaksvíkingi róðu fyri fyrstu ferð í ár. Svein Rógvi Nielsen var nýggjur á lærinum, og Martin Venned var nýggjur á toftini. Teir loystu Jákup Hansen og Debes Christiansen av. Hesir báðir eru farnir til skips.

Bæði Svein Rógvi og Martin eiga nógvar royndir í kappróðri og í at vera við í kappingini um fremsta plássið, og at teir róðu fyri fyrstu ferð í ár tóktist ikki at nerva manningina á Klaksvíkingi.


6-mannafør menn

1 Riddarin 04:28.17

2 Lómur 04:32.17

3 Smyril 04:35.18

4 Skúgvur 04:40.07

5 Tvørabáturin 04:42.00

6 Gongurólvur 04:42.24

7 Húsfrúgvin 04:47.19


Støðan

1 Riddarin 35

2 Lómur 30

3 Smyril 25

4 Skúgvur 17

5 Gongurólvur 14

6 Tvørabáturin 14

7 Húsfrúgvin 3


8-mannafør

1 Argjabáturin 04:18.15

2 Ørvur 04:20.00

3 Nevið Reyða 04:22.19

4 Miðvingur 04:23.15

5 Kvívíkingur 04:29.02


Støðan

1 Argjabáturin 35

2 Ørvur 30

3 Nevið Reyða 24

4 Miðvingur 20

5 Kvívíkingur 16


10-mannafør

1 Klaksvíkingur 04:13.02

2 Vestmenningur 04:14.14

3 Hoyvíkingur 04:22.19


Støðan

1 Klaksvíkingur 35

2 Vestmenningur 30

3 Hoyvíkingur 25