tikið støðu til, at tað uppsagnarumfar, sum leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur fráboðað, skal ikki setast í verk. Vit tosa um at fremja rationaliseringar á Landssjúkrahúsinum, sum áttu at verið framdar kortini [...] tað ikki rætt at siga, at spariumfarið er útsett til apríl. Tað sum hendir nú er tað sama, sum eigur at fara fram hvønn tann einasta dag bæði á sjúkrahúsinum eins og á øðrum stovnum, tað er at eitt miðvíst [...] verður gjørt fyri at reka stovnin so væl og so rationelt og bíliga sum tilber, við tí endamálið at veita góðar tænastur. Eg havi álagt fyrisitingini beinanvegin at fara í holt við at leggja fíggjarætlanina
rólig og smílandi at møta, hóast hon ikki altíð hevði tað so lætt. Kvøldið fyri sum abbi doyði, 5.januar 1936, kom hon yvir til okkara og sat hjá abba eina løtu. Tey vistu, at tey komu ikki at síggjast aftur [...] komið. Tað, sum tey tá komu at húsast í, var bert ein lítil kroysa. So trupult fingu tey tað. Av tí, at Emilia doyði so ung, og flestu børnini fóru úr heiminum, kenni eg lítið til tey. Tó kann eg minnast [...] Táið tey giftust, hevði Óla Jákup bygt eini rættiliga stór hús – eftir tátíðar meti – á grundina, har tey gomlu Tjørnustovuhúsini stóðu. Men teimum báðum var ikki lagað at liva nógv ár saman. Tey fingu
grannar sínar, Føroyar/Ísland: Noreg má sigast at reka sera stuttskygdan politikk í makrelspurninginum. Tað skuldi verið eyðsæð, at londini í Norðuratlantshavi áttu at staðið saman móti risanum ES. Alt annað [...] in, ið var at sáa sundurlyndi millum mótstøðulondini og so taka tey eitt fyri og annað eftir. Hetta er júst tað sama, ið hendir nú. ES nýtir Noreg til at gera ”skitna arbeiðið” til tess at knúska mótpartarnar [...] tshavi fyri seinni at yvirtaka alt. ES í samráðingum við Ísland: Tað ger, at ES fer neyvan at taka nøkur stig mótvegis Íslandi og helst heldur ikki móti Føroyum. Hetta, fyri ikki at styggja íslendingar
hevur helst bjargað okkum undan mongum bølmennum og tað verður ikki Miðflokkurim, sum fer at forða teimum í at útinna teirra verk, soleiðis sum teir halda vera frægast at útinna tað Umframt at vera formaður [...] ikki upp á, at amerikanarar pína sínar fangar. Hinvegin ásannar hann eisini, at talan er um yvirgangskroppar og hann ivast ikki í, at viðhvørt er neyðugt at brúka “serligar metodur” fyri at fáa upplýsingar [...] Vit fara undir ongum umstøðum at nokta amerikanarum at brúka okkara loftrúm, tí tað hevði verið ein gráin tøkk at givið teimum afturfyri tað megnar arbeiði teir gera fyri at verja frælsi og fólkaræðið runt
Hvussu fáa vit best burturúr? Eyðsæð er, at børnini hava brúk fyri báðum foreldrunum. Tey hava hvør sína uppgávu. Tí átti tað heldur at verið okkara aðalmál at javnsett partarnar. Undir núverandi lóggávu [...] ábyrgdina vaksnar. Tíverri. Men tað merkir ikki, at allar kvinnur renna undan ábyrgd. Tvørturímóti. Tað merkir, at nøkur - sama hvat kyn - eru ikki egnað at taka ábyrgd. Orsøkirnar kunnu vera so nógvar. Sosialur [...] Okkara aðalmál er ikki at seta mammurnar ímóti pápunum, men at arbeiða saman við mammuni og pápanum, har børnini eru í miðdeplinum. Vit mugu ikki brúka tingsins røðarapall at viðgera einstøk persónsmál
ella ímóti píkum, tí tað kunnu vera lokal viðurskifti sum gera, at tað hjá onkrum er neyðugt at brúka píkar. Men vit kunnu minna fólk á, at tey ikki mugu leggja trygdina í vetrarkoyringini í píkar ella í [...] er, at píkar slíta vegin og skaða náttúruna annars. Og tá tøknifrøðin nú hevur funnið upp á eitt betur alternativ - lamellkavadekkið, ið fleiri dekkverksmiðjur framleiða, so áttu vit í størri mun at gjørt [...] gjørt okkum dælt av hesum. At dekkini undir bilinum hava týdning, er sjálvsagt. Men tað hevur enn størri týdning, at bilførarin hevur neyðuga førleikan at føra bilin í hálku. Hetta er ikki gamansleikur -
Hóast Slovenia púra óvæntað megnaði at vinna 2-1 í fyrra dystinum landanna millum, so høvdu tey flestu ivaleyst roknað við, at Ukraina fór at vísa mótstøðuliðnum, hvart skápið skuldi standa í seinna dystinum [...] m Tað varð eisini skjótt greitt, at slovenar vóru komnir á vøllin við ti fyri eyga at haldað nullið. Byrjunaruppstillingin var rættuliga, og umframt at teir royndu at tetta væl á miðvøllinum, vóru teir [...] sannlíkt, at tað heldur vórðu teir, ið fóru at fáa mál, og ikki favorittarnir úr Ukraina. Teir fullu tó ikki í fátt, men fóru ístaðin at trýsta ukrainska liðið langt uppi á vøllinum. Ukrainar royndu nú at verja
hvarv. Hann flutti tó úr íbúðini árið fyri, at hendingin fór fram, veit Sky News at siga. Kortini hevur løgeglan júst henda mannin nú undir illgruna fyri at hava framt brotsgerðina, og løgreglan hevur [...] aftrat, at hin 43 ára gamli týskarin í løtuni situr í fongsli í Týsklandi fyri onnur lógarbrot. Tað var í einari íbúð í Praia da Luz í Portugál, at Madeleine McCann hvarv. Tá mamman kom upp í íbúðina at hyggja [...] McCann sambært Sky News, at nýggju upplýsingarnir hjá løgregluni eftir teirra tykki er ein týdningarmikil vend í málinum. Talsfólkið hjá familjuni, Clarence Mitchell, vísir á, at foreldrini, Kate og Gerry
beiggjanum Kurt fyri stuðulin, tey høvdu givið honum í ár, og legði eisini stóran dent á, at uttan liðfelagarnar í HB hevði tað ikki borið til, og at teir eisini áttu heiðurin av, at hann bleiv Ársins Spælari [...] bæði kvinnur og menn, umframt at ársins spælarar og ársins málmenn vórðu kosnir. Hæddarpunktið er, tá ársins spælarar verða avdúkaðir, og meðan tað var rættiliga væntað, at Allan Mørkøre hjá HB varð valdur [...] tað eitt sindur meira óvæntað, at Eyðvør úr Dímun, eisini úr HB, varð vald Ársins Spælari hjá kvinnum. Tá hon tók ímóti steypinum, sum Sosialurin læt í ár, segði hon, at hetta hevði hon als ikki roknað
tidarrit.fo, sæst at fyrstu ferð føroysku bløðini nevna jólatrø er síðst í 19. øld, men í samrøðu við Sosialin fyri tveimum árum síðan segði Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, at tey gjørdist kortini [...] føroyingar áttu á jólum. Hetta var um tað mundi, tá tað var vorðið lættari at keypa vørur úr restina av Evropa. Hesin stubbin er partur av eini størri grein ”Hvaðani stavar tað”, ið var at lesa í jólablaðnum [...] trænum er úr Leipzig í 1632. Vanligt var at pynta salir og hallir við trøum. Síðani vóru køkur og frukt hongd á træið og trettanda dag eftir jól sluppu børnini at heysta træið. Fyrr var jólatræið fyrst og