Knúskar smáu grannar sínar, Føroyar/Ísland:
Noreg má sigast at reka sera stuttskygdan politikk í makrelspurninginum. Tað skuldi verið eyðsæð, at londini í Norðuratlantshavi áttu at staðið saman móti risanum ES. Alt annað er ótrúliga vánaligur uttanríkispolitikkur.
Um øll londini her norðuri stóðu saman, so kundi ES ikki gjørt, sum tað vildi, men hevði staðið móti meira javnbjóðis samráðingarpørtum.
Být sundur og tak ræðið (divide et empera):
ES nýtir gamla rómverska framferðarháttin, ið var at sáa sundurlyndi millum mótstøðulondini og so taka tey eitt fyri og annað eftir. Hetta er júst tað sama, ið hendir nú. ES nýtir Noreg til at gera ”skitna arbeiðið” til tess at knúska mótpartarnar í Norðuratlantshavi fyri seinni at yvirtaka alt.
ES í samráðingum við Ísland:
Tað ger, at ES fer neyvan at taka nøkur stig mótvegis Íslandi og helst heldur ikki móti Føroyum. Hetta, fyri ikki at styggja íslendingar frá ES, ið fegið vil hava Ísland inn sum lim og harvið fáa ræðið á ríka íslendska náttúrutilfeinginum - og ikki minst risastóru, varandi orkukeldunum. Her verður hugsað um jarðarhitan og vatnorkuna, sum báðar eru risastórar.
Ísland og Føroyar mugu draga eina línu:
Tað er sera umráðandi, at hesi bæði londini tala væl saman nú og royna at fáa Noreg at skilja álvaran í hesum málinum, so ES ikki kann spæla við lagnuna hjá londunum í Norðuratlantshavi. Noreg kann sjálvt koma í kløtur av egna sjálvsøkna og stuttskygda politikki sínum.
Teir kunnu ikki rokna við, at Føroyar/Ísland fara at stuðla norskum áhugamálum, um Noreg skuldi komið í stríð við ES seinni, og tað kann brádliga koma fyri í framtíðini.