43 ára gamal týskari undir illgruna

Familjan hjá Madeleine McCanns sigur, at hon ongantíð hevur slept vónini um at finna gentuna aftur á lívi.

 

 

Smágentan, Madeleine McCann, hvarv úr einari íbúð í Portugál um kvøldið hin 3. mai í 2007, meðan foreldrini sótu á matstovu í nærumhvørvinum.

Í gjár komu nýggir upplýsingar fram í málinum, nú Scotland Yard eftirlýsir upplýsingum um ein 43 ára gamlan týskara í málinum, sum skakaði stóran part av heiminum.

Eftir eftirlýsingina sigur familjan hjá Madeleine McCann sambært Sky News, at nýggju upplýsingarnir hjá løgregluni eftir teirra tykki er ein týdningarmikil vend í málinum.

Talsfólkið hjá familjuni, Clarence Mitchell, vísir á, at foreldrini, Kate og Gerry McCann, ongantíð hava slept vónini um, at Madeleine McCann einaferð verður funnin á lívi, tó at tað nú eru 13 ár, síðan smágentan hvarv.

Týskarin, sum nú er undir illgruna, skal hava búð í økinum, har Madeleine McCann sporleyst hvarv. Hann flutti tó úr íbúðini árið fyri, at hendingin fór fram, veit Sky News at siga. Kortini hevur løgeglan júst henda mannin nú undir illgruna fyri at hava framt brotsgerðina, og løgreglan hevur eitt nú lagt hald á ein kampingvogn, sum tey halda, at maðurin brúkti.

Kriminalteknikarar kanna nú kampingvognin fyri møgulig spor, eins og løgreglan kannar onnur akfør, sum maðurin, ið nú er undir illgruna, brúkti, meðan hann var í Portugál. Lagt verður aftrat, at hin 43 ára gamli týskarin í løtuni situr í fongsli í Týsklandi fyri onnur lógarbrot.

Tað var í einari íbúð í Praia da Luz í Portugál, at Madeleine McCann hvarv. Tá mamman kom upp í íbúðina at hyggja, um alt visti væl við, var elsta dóttirin burtur, meðan tvíburarnir, sum hjúnini eisini áttu, svóvu í kamarinum.

##med2##