Jólatrø: Gjørdist vanlig eftir 2. veraldarbardaga

Mett verður, at siðurin við jólatrøum stavar upprunaliga frá Týsklandi fyrst í 16. øld og var í stóran mun ein protestantiskur siður. Fyrsta skriftliga keldan um træið sum jólapynt er frá Strassburg í 1605 og fyrsta keldan, ið nevnir livandi ljós á trænum er úr Leipzig í 1632. Vanligt var at pynta salir og hallir við trøum. Síðani vóru køkur og frukt hongd á træið og trettanda dag eftir jól sluppu børnini at heysta træið.


Fyrr var jólatræið fyrst og fremst pyntað við pappíri og hálmi, onkur nýtti keks og smákøkur. Í dag hava flestu familjur sína egnu siðvenju, ið sum oftast er ein samanblanding av nýggjum og gomlum. Áður plagdi stjørnan ovast í trænum at vera úr silvurpappíri ella líknandi, men í hesum døgum er hon oftast úr plasti og er gjarna elektrisk.


Fyrsta jólatræið í Danmark stóð í 1808 pyntað á Holsteinborg í suður-Sjællandi. Um leitað verður eftir jólatrøum í tidarrit.fo, sæst at fyrstu ferð føroysku bløðini nevna jólatrø er síðst í 19. øld, men í samrøðu við Sosialin fyri tveimum árum síðan segði Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, at tey gjørdist kortini ikki vanlig í Føroyum fyrr enn einaferð í 20. øld.


At byrjan við vóru jólatrøini ein luksusvøra, ið danskir embætismenn og onnur, ið vóru væl fyri fíggjarliga, høvdu ráð at keypa, men eftir 2. veraldarbardaga gjørdust jólatrø eisini nakað, ið flestu føroyingar áttu á jólum. Hetta var um tað mundi, tá tað var vorðið lættari at keypa vørur úr restina av Evropa.


Hesin stubbin er partur av eini størri grein ”Hvaðani stavar tað”, ið var at lesa í jólablaðnum hjá Miðlahúsinum, ið bleiv borið út í hvørt hús í Føroyum fyrst í desember.