Eg havi tikið støðu til, at tað uppsagnarumfar, sum leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur fráboðað, skal ikki setast í verk.
Vit tosa um at fremja rationaliseringar á Landssjúkrahúsinum, sum áttu at verið framdar kortini. Uppsøgnir í hesum sambandi koma at liggja einastaðni millum 5 og 10 fólk, og væntandi verður ein partur av hesum nattúrlig frágongd.
Skulu umleggingar gerast innan viðgerðina og røktina, skal hetta gerast við neyvum framtíðarætlanum um, hvussu uppgávurnar verða røktar væl og forsvarliga. Tí er tað ikki rætt at siga, at spariumfarið er útsett til apríl.
Tað sum hendir nú er tað sama, sum eigur at fara fram hvønn tann einasta dag bæði á sjúkrahúsinum eins og á øðrum stovnum, tað er at eitt miðvíst arbeiði verður gjørt fyri at reka stovnin so væl og so rationelt og bíliga sum tilber, við tí endamálið at veita góðar tænastur.
Eg havi álagt fyrisitingini beinanvegin at fara í holt við at leggja fíggjarætlanina fyri ár 2001 til rættis fyri sjúkrahúsverkið, og ikki fyrrenn tað er gjørt, og hevur fingið politiska viðgerð, ber til at siga, hvussu arbeiðið skal leggjast til rættis frameftir, og um tað verður neyðugt at fremja umleggingar. Tað krevur at man gevur sær góða tíð til hesi tingini.
Starvsfólkini skulu tí arbeiða víðari við tí treysti, sum tey hava víst higartil, og ikki vænta sær tílíka sjokkviðgerð aftur, sum hesa. við tað at ætlanir í einari fundarfrágreiðing vóru fjølmiðlatilfar, áðrenn málið hevði fingið viðgerð í Sjúkrahúsráði og í landsstýrinum.
Tær umleggingar og rationaliseringar innan vekslara og sjúkraflutningstænastuna og á verkstøðunum, skulu sjálvsagt fara fram á rættan hátt og í tráð við teir sáttmálar og avtalur sum eru galdandi á økinum.
Helena Dam á Neystabø










