Áttanda árið á rað skipaði VB um vikuskiftið fyri stórari innandurakapping fyri bæði kvinnur og menn, umframt at ársins spælarar og ársins málmenn vórðu kosnir.
Hæddarpunktið er, tá ársins spælarar verða avdúkaðir, og meðan tað var rættiliga væntað, at Allan Mørkøre hjá HB varð valdur besti spælari hjá monnunum, kom tað eitt sindur meira óvæntað, at Eyðvør úr Dímun, eisini úr HB, varð vald Ársins Spælari hjá kvinnum.
Tá hon tók ímóti steypinum, sum Sosialurin læt í ár, segði hon, at hetta hevði hon als ikki roknað við, og hon takkaði øllum, sum høvdu valt seg.
Allan Mørkøre hevur verið favorittur til at gerast Ársins Spælari hjá monnunum, og hann tyktist eisini vera eitt sindur meira fyrireikaður upp á heiðurin ? uttan at vera beinleiðis sigursvísur. Hann takkaði foreldrunum og beiggjanum Kurt fyri stuðulin, tey høvdu givið honum í ár, og legði eisini stóran dent á, at uttan liðfelagarnar í HB hevði tað ikki borið til, og at teir eisini áttu heiðurin av, at hann bleiv Ársins Spælari í ár.
Tað eru spælararnir sjálvir, sum velja Ársins Spælara, og meðan tað hjá monnunum var rættiliga langt niður til næsta mann á listanum, var ikki so langt millum atkvøðubýtið hjá kvinnunum.
Ársins málverjar blivu eisini valdir, og her endaðu steypini hjá B36-málverjunum Beintu Lisberg og Egini Høgnesen. Egin var ikki sjálvur í Vági, so Jákup á Borg tók ímóti steypinum fyri hann. Til stuttleikar kann nevnast, at tað varð skrivað skeivt á steypini hjá málverjunum, so tað í staðin fyri »Ársins málverji« stóð »Ársins málskjútti«. So í so máta var tað kanska ikki av leið, at tað var Jákup á Borg, sum tók ímóti?