Javnan hoyrast neyðarróp frá foreldrum, sum eru á gáttini at geva skarvin yvir av hesum ávum. Søgan hjá Onnu Mariu Restorff, mammu 14 ára gamla Torleif, sum er DAMP-barn, er einki undantak. Hon hevur stríðst [...] nakra diagnosu, greiðir Anna Maria frá. Diagnosan sett Komin til Føroya, byrjaði Torleif í forskúla hjá Nonnunum og síðani í 1. flokki, men tað var skjótt greitt, at hann hevði ein serligan tørv. Hann fekk [...] at taka sær av børnum við serligum tørvi. Hevði Torleif fingið nóg mikið av eykatímum av serkønum fólki, við áhuga fyri barninum, hevði støðan møguliga verið øðrvísi. Ein danskur barnapsykiatari, sum helt
ndadagin 10. des. Hetta er hjá mongum vorðin ein fastur táttur, og vónandi taka uppaftur fleiri undir við hesum tiltaki í ár. Í hesum sambandi verður eisini høvið hjá fólki at keypa sær tiltiknu amnestyljósini
eg meini sjálvandi: so átti verið pláss fyri okkum øllum..... Tí at vit eru so fá, so hava evnini hjá hvørjum einstøkum menniskja í landinum týdning fyri heildina. Men tíverri er tað innan fyri øll øki [...] virði og ger tað, hann heldur vera rætt og vágar sær at stinga heysin eitt sindur upp um fjøldina, hjá honum er tað bara ein spurningur um tíð, nær guilliotinan dettur og kvettir hendan hugmóðuga heysin [...] hvaðna lættari at samskifta enn í einum stórum landi. Í staðin fyri at kuta høvdið (og eldhugan) av fólki, sum vilja og tí kunna nakað, áttu vit stuðlað teimum. Við eitt sindur minni av smáligheit og øvundsjúku
í NATO. Fyri fyrstu ferð kundi tað prógvast, at tað fanst eitt »Føroya-kort« í hugaheiminum hjá stjórnini hjá H.C. Hansen í 1958. Fyri Sámal Johansen var hetta eitt megnar fund. Eitt tað besta undir sk [...] um tað. Hetta var fyrstu ferð, at tað kundi prógvast, at tað fanst eitt tílíkt kort í hugaheiminum hjá donskum politikarum. Eisini haldi eg, at tað var fyrstu ferð, at mann prógvaði at tað fanst eitt t [...] uppdagaði hvønn týdning hetta skjalið veruliga hevði. -At sleppa at grava fram nýggja søgu er dreymurin hjá øllum søgufrøðingum. Ein ótrúliga spennandi avbjóðing. Men tað er ikki nakað tú gongur og hugsar um
allir missa tilverugrundarlagið so at siga. Men hetta heldur tó ikki fólki frá at skava til sín, sigur Fernando. Støðan er so vónleys hjá teimum flestu, at tey taka kjansin. Hann reisir seg og fer út úr stovuni [...] Føroyum fær einar tríggjar ferðir dagliga. - Trý slík blikk er mánaðarliga skamtanin av fiskavørum hjá eini kubanskari familju við fýra fólkum, greiðir Fernando frá. - Jú. Vit eru eitt fátækt fólk, og vit [...] okkara í trupulleikar heima á Kuba, eru øll nøvn í greinini broytt. Blaðmaðurin kennir tó samleikan hjá persónunum og kann vátta rættleikan í greinini.
í hvørjum mánaði kl. 14.00 í Jákupsstovu, J. Paturssonargøta 24, 100 Tórshavn. Nærri fæst at vita hjá Annvør Nielsen, tlf. 317261, Helle Johansen, tlf. 317940 ella Sólgerð Foldbo, tlf. 422184. Tilhaldið [...] evnisfundur á Vaskarínum. Mánadagin kl. 20: Vaskaríið. AA-kvinnufundur Mánadagin kl. 19-20 í hølunum hjá Alanon. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200 Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar [...] hjartaliga vælkomin. Føroysk møti Føroyskt møti eru triðja leygardag í hvørjum mánaði kl. 19 í hølunum hjá Bethania kirkjuni á Dag Hammerskjølds Gade 2. Drekkamuður er aftaná, øll eru hjartaliga vælkomin.
umhvørvinum, sum til dømis tænastur, arbeiði, upplýsing og skjøl verða gjørdar atkomuligar hjá øllum, serliga brekaðum fólki. ? Hóast hesar reglur ikki eru bindandi, kunnu tær gerast fyrimynd um allan heim, tá [...] rættindi hjá brekaðum«. M. a. á henda hátt lima Føroyar seg inn í altjóða samfelagið. ? Almannanevndin sum fer til verka áðrenn jól, og sum verður sett saman av fakfólki, brúkarum, fyrisitingini og fólki við [...] lurnar í teimum fyrstu greinunum, at vit alsamt og støðugt eiga at gera vart við tørv og rættindi hjá brekaðum, at brekað eru borgarar við somu rættindum og skyldum, sum aðrir borgarar, og sostatt hava
undir fyrireikandi arbeiði at verja umhvørvið og fiskivinnuna. Forðið ikki vinnuni Hin tingmaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Kári Højgaard, skilti ikki, hví tingmenn vilja geva eini multinationalari fyritøku [...] fer at hava stórt árin á umhvørvið bæði á havi og á landi, tí kemur at verða kravt nógv av Føroya fólki við politikarunum á odda. Tað ræður um alla tíðina at uppdatera lógirnar til tær nýggju tíðirnar, [...] karmarnar so væl, at tað skal vera óneyðugt at gera broytingar seinni. Hann helt tað vera sera umráðandi hjá teimum ymsu vinnunum at kunna liva lið um lið serstakliga um summarið, tá oljuvirksemi er tað mesta
formannin í Føroya Arbeiðarafelag, hvat hon heldur um ætlanirnar hjá klaksvíkingum. Ingeborg Vinther sigur, at hon kennir ov lítið til ætlanirnar hjá klaksvíkingum til at hon kann siga nakað ávíst um tær. Men [...] arbeiðsplássini eru nógv fá sum er. Hvørki politikarar, ella tann privata vinnan megna at útvbega fólki á landi nóg mikið av arbeiði, sum er. ?So skulu tey arbeiðsplássini sum eru, og kunnu verða, harafturat [...] tað skilligt, at tað fer at føra stórt arbeiðsloysi við sær á landi. Tann nýggi verksmiðjutrolarin hjá klaksvíkingum skal eitt nú virka sild umborð. Men Ingeborg Vinther sigur, at heldur enn at virka sildina
Vanliga verður tikið til, at verjan er týdningarmesti parturin á einum hondbóltsliðið, og verjan á hjá heimaliðinum riggaði eisini sera væl sunnudagin. Har umframt stóð Marita ein sera góðan dyst í málinum [...] at verja fyri, tá vestmannagenturnar komu einsamallar móti henni. Eisini álopsparturin riggaði væl hjá heimaliðnum, og var tað serliga Lotte, sum gjørdi um seg í hesum endanum. Sum sagt, so var tað tó serliga [...] væl skipað, sum vanligt hevur verið, og í álopspartinum vóru alt ov stórar byrðar lagdir á herðarnar hjá Jacklin. Møguliga vilja fleiri siga, at hetta bara sýnir, hvussu nógv Ioana hevur at siga fyri liðið