Hol í høvdið at flyta arbeiðsplássini á landi umborð á skipini

?Sleppur tað nú at vinda uppá seg, at fiskurin skal virkast umborð á skipunum, er tað ógvuliga vandamikið fyri arbeiðsfólkið í fiskivinnuni á landi, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

?Tað er fullkomiliga hol í høvdið, at flyta arbeiðsplássini í fiskivinnuni á landi umborð á skipini.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag er ikki yvirmáta fegin ætlanirnar at fáa verksmiðjutrolarar undir Føroyar, sum skulu virka fiskin umborð.

Tað tykist, sum um ein nýggjur táttur er byrjaður í føroyskari fiskivinnu, nú klaksvíkingar hava í umbúna at útvega sær verksmiðjutrolarar, sum skulu virka svartkjaft og annan ídnaðarfisk umborð.

Tað hevur áður verið eitt ávíst kjak um, hvussu rætt tað er at fiskur verður virkaður umborð á skipunum, heldur enn á virkjunum á landi.

Vit hava spurt formannin í Føroya Arbeiðarafelag, hvat hon heldur um ætlanirnar hjá klaksvíkingum.

Ingeborg Vinther sigur, at hon kennir ov lítið til ætlanirnar hjá klaksvíkingum til at hon kann siga nakað ávíst um tær.

Men henni dámar onki gongdina, at fiskur skal virkast umborð á skipunum.

Hon sigur, at tað er onki nýtt, at arbeiðarafeløgini á landi hava verið ímóti, at fiskur verður virkaður umborð á skipunum.

? Tað er fullkomiliga hol í høvdið at flyta arbeiðsplássini í fiskivinnuni á landið umborð á skipini. Og er hetta nakað, sum sleppur at vinda uppá seg, er tað ein sera vandamikil gongd fyri arbeiðsfólkið á landi.

Hon sigur, at skipini skulu fiska fiskin og arbeiðsfólkið á landi skal virka hann.

Hon ivast stórliga í, um tað er effektivari at virka fiskin umborð, heldur enn í landi.

?Tey fólkini, sum fara umborð, eru ikki sjófólk, so tað trugvi eg onki uppá, er effektiviri.

? Arbeiðið at virka fiskin til, hevur altíð hoyrt til vinnuna á landi, og tað er ongin grund til at broyta tað.

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag spyr, hvat ætlanin er at gera við fólkið á landi, um ætlanin er at virka fiskin umborð.

? Tað er nóg ringt sum er at fáa arbeiðið í fiskivinnuni á landi, tí arbeiðsplássini eru nógv fá sum er. Hvørki politikarar, ella tann privata vinnan megna at útvbega fólki á landi nóg mikið av arbeiði, sum er.

?So skulu tey arbeiðsplássini sum eru, og kunnu verða, harafturat flytast umborð á skipini, er tað skilligt, at tað fer at føra stórt arbeiðsloysi við sær á landi.

Tann nýggi verksmiðjutrolarin hjá klaksvíkingum skal eitt nú virka sild umborð.

Men Ingeborg Vinther sigur, at heldur enn at virka sildina umborð á skipunum, skuldu politikarar heldur skapt umstøður til at sild kundi verðið virka á landi, tí tað er hon blivin fyrr og tað kastaði nógv arbeiði av sær.

? Men tað hava teir ikki megnað. Vit hava heldur givið sildina burtur, leggur hon afturat.

?Tað er nógv tosað seinastu árini um, at skapa umstøður fyri at virka, eitt nú sild í landi, fyri at skapa fleiri arbeiðspláss. Men tað er ongantíð blivið til annað enn tos.

? Eitt nú er fyrsta treytin, at prísur er fyri sildina. Harumframt mugu umstøður skapast so at tað ber til at arbeiða sildina í landi. Tvs, at tað má eitt arbeiði gerast at kanna møguleikarnar fyri at sleppa av við sildina.

Men, hvat er gjørt við slíkar marknaðarkanningar, veit hon ikki.

Hon minnir eisini á, at føroyingar hava roynt seg fyrr í svartkjaftavinnuni. men tað er størsta vinnuliga vanlukka í Føroya søgu.

Svartkjaftaævintýrið hevur kostað føroyska skattgjaldaranum hundraðtals milliónir.

Men hann hevur onki oyra fingið aftur, hóast tað nú er farið at ganga betri, sigur Ingeborg Vinther.