10. des. er altjóða mannarættindadagur. Henda dag nýta fólk kring allan heim høvið at mótmæla mannarættindabrotum og á einhvønn hátt minnast offrini.
Amnesti International heitir aftur í ár á fólk, um at vísa samkenslu við teimum, sum líða undir mannarættindabrotum, við at seta eitt kertuljós í gluggan mannarættindadagin 10. des. Hetta er hjá mongum vorðin ein fastur táttur, og vónandi taka uppaftur fleiri undir við hesum tiltaki í ár.
Í hesum sambandi verður eisini høvið hjá fólki at keypa sær tiltiknu amnestyljósini, og á tann átt stuðla Amnesty International Føroya Deild. Amnesty fer nevniliga at hava ein bás á torginum í SMS fríggjadagin frá kl. 13, til handlarnir stongja kl. 20, og har ber til at keypa ljós og onkur onnur smá ting frá Amnesty International Føroya Deild.
V/ Amnesty International
Føroya Deild