Gróparin

Svartabók. Eftir hansara tykki funnust hvørki hetjur ella skálkar í søguni um Føroyar undir kalda krígnum. Tað snúði seg mest um kaldan realpolitikki. Hann ávarar ímóti svørt-hvítum útleggingum av Svørtubók, sum hann bert metir sum eina byrjan. Sosialurin hitti søgufrøðingin, sum gravaði í amerikonskum skjalagoymslum eftir teirri veruligu søguni um hervaldið í Føroyum

Dánjal Højgaard


Ein myrkan vetrardag fyri umleið tveimum árum síðani situr Sámal Johansen við fasta borð sítt í National Archives í Maryland, skamt uttanfyri Washington DC. Hann hevur júst fingið eitt skjal frá amerikanska uttanríkisráðnum uppí

hendurnar. Eitt skjal, sum sigur frá einum fundi í Keypmannahavn í november 1958 millum L. Satterthwaite frá amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn og táverandi danska uttanríkisráðharran Jens Otto Krag. Fundurin er um byggingina av Loran C-støðini á Eiði.

Sámal lesur við stórum spenningi. Tí í veruleikanum er skjalið nógv týdningarmiklari enn sum so. Í hondunum hevur hann prógvið fyri tí, sum nógv høvdu tosað hart um í fleiri ár. Nevniliga at danska stjórnin var sinnað at lata NATO og USA nýta Føroyar ? og Grønland ? til hernaðarlig endamál, so at Danmark kundi sleppa bíligari í NATO.

Fyri fyrstu ferð kundi tað prógvast, at tað fanst eitt »Føroya-kort« í hugaheiminum hjá stjórnini hjá H.C. Hansen í 1958. Fyri Sámal Johansen var hetta eitt megnar fund. Eitt tað besta undir skjalarannsóknunum í USA.

-Hetta var eitt sindur ógvusligt fyri meg sum søgufrøðing. Eg visti, at tað fanst einki prógv fyri »Føroya-kortinum«, hóast tað hevði verið nógv tos um tað. Hetta var fyrstu ferð, at tað kundi prógvast, at tað fanst eitt tílíkt kort í hugaheiminum hjá donskum politikarum. Eisini haldi eg, at tað var fyrstu ferð, at mann prógvaði at tað fanst eitt tilsvarandi »Grønlands-kort«,

-Hugsaði tú: whau, nú skrivi eg søgu?

-Nei, soleiðis hugsar tú ikki beinanvegin. Tað var ótrúliga spennandi, men tað gekk nokk ein tíð til eg uppdagaði hvønn týdning hetta skjalið veruliga hevði.

 -At sleppa at grava fram nýggja søgu er dreymurin hjá øllum søgufrøðingum. Ein ótrúliga spennandi avbjóðing. Men tað er ikki nakað tú gongur og hugsar um í tí dagliga arbeiðnum, sum jú partvís er keðiligt rutinuarbeiði.

 

Bert ein kladda

Sámal Tróndur Finnsson Johansen gjørdist eitt kent navn í Føroyum, tá Svartabók kom út fyri nøkrum mánaðum síðani. Sjálvur hevur hann skrivað tann partin, sum snýr seg um herstøðirnar í Føroyum.

Í sjey vikur gjørdi hann skjalarannsóknir í National Archives í Maryland, har hann grópaði í teimum nærum endaleysu skjalasøvnunum hjá

amerikanska herinum, uttanríkisráðnum og øðrum ráðharrastovum og sendistovum.

Í dag situr 34-ára gamli Sámal Johansen á eini skrivstovu á norðara loftsenda á Føroya Landsskjalasavni í Havn. Á gólvinum aftanfyri hann standa fimm brúnar eskjur pent stáplaðar omaná hvørja aðra. Í eskjunum liggja tey umleið trý túsund skjølini, sum Sámal hevði heim við sær úr USA. Skjølini,

sum eru grundarlagið undir teirri frágreiðing, sum onkur søgufrøðingur hevur rópt ein gysara og týdningarmesta søguskjal í Føroyum í nýggjari tíð.

Sjálvur ger Sámal ongan háva burturúr sínum egna leikluti í sambandi við Svørtubók.

-Hetta er ein kladda til søguna um Føroyar undir kalda krígnum, sum helst hevði trongt til at blivið endavent fleiri ferðir, sigur tann sinniligi og róligi søgufrøðingurin, sum ávarar harðliga ímóti trongskygdum og svørt-hvítum

útleggingum av Svørtubók. 


Eyguni ið síggja

-Tað sum stendur í frágreiðingini er ikki sannleikin. Hetta er mín framløga av tí, sum eg havi granskað. Tað er mín tulking av sannleikanum. Eftir mínum tykki finst einki sum eitur objektiv gransking, sigur søgufrøðingurin, og vísir á, hvussu ymiskt tað er, sum fólk fáa burturúr Svørtubók. Tað veldst um eyguni, ið lesa.

  -Eftir, at kanningin varð almannakunngjørd, hevði eg eitt upplegg fyri Tjóðveldisflokkinum og eitt fyri fólki á lærda háskúlanum í Århus. Í hesum sambandi vóru spurningar settir við kanningina frá tveimum fullkomiliga ymiskum

sjónarhornum. Kanningin verður løgd út, alt eftir hvør ið lesur hana og og hvørjar ætlanir tey hava.

-Tað vísir seg, at fólk velja tað burturúr kanningini, sum tey helst vilja síggja, heldur enn at seta seg væl inn í viðurskiftini. Og í roynd og veru kann kanningin nýtast til at vátta allar fordómar, sum finnast, bæði á høgra- og vinstravongunum eins og á sambands- og sjálvstýrisvongunum.


10.000-tals skjøl

Skjalarannsóknirnar hjá Sámali Johansen í USA vórðu gjørdar í tveimum umførum. Fyrru ferð hann vitjaði National

Archives kopieraði hann mest-sum øll skjøl, hann fekk hendur á. Seinnu ferðina valdi hann meira miðvíst burturúr.

Rannsóknirnar fóru fram í lesisalinum í National Archives, sum er ein bygningur til støddar við landssjúkrahúsið. Við

einum skjalyvirliti bílegði hann tilfarið, hann hevði áhuga fyri og sum var atkomuligt. Og hálvan annan tíma seinni kom so ein skjalavørður trillandi við einum vogni fullfermdum av pakkeskjum við skjølum.

Har sat hann so tann líðinlanga dag og kvøldarnar við og las tíggjutúsundtals síður ígjøgnum. Hann sigur, at tey 3.000 skjølini, hann valdi at kopiera, telja minni enn ein tíggjundapart av øllum skjølunum, sum hann sá tær sjey vikurnar, hann var í

National Archives.

So umfatandi rannsókn krevur, at tú ert tolin, nærlagdur og systematiskur, sigur Sámal Og viðhvørt varð eisini neyðugt við góðum hugflogi. Sum tá hann fann tað týdningarmikla Krag-skjalið undir tilfarinum um Loran C- støðina á Eiði.


Eingin var ósekur

Sambært Sámali Johansen er eitt tað týdningarmesta við Svørtubók, at hon staðfestir, at søgan um Føroyar undir kalda krígnum var ikki so svørt-hvít, sum mong hava viljað verið við.

Kanningin jarðar nógvar av teimum gitingum og samansvørjingar-teorium, sum verið hava. Og hon vísir kanska fyrst og fremst, at trygdar- og uttanríkispolitikkurin um okkara leiðir fyri tað mesta varð stýrdur av køldum realpolitikki.

 -Tað, sum hevur havt størsta týdningin fyri meg er, at tað var eingin partur sum var heilt ósekur. Tað fanst einki USA, sum tvingaði Danmark og Føroyar. USA var tann sterki parturin, sum ásetti nakrar karmar, sum Danmark kundi virka innanfyri. Danmark var svarta fárið í NATO-høpi, sum royndi at hava góð viðurskifti bæði við NATO og Sovjettsamveldið. Og Danmark ásetti so aftur nakrar karmar, sum Føroyar kundu virka innanfyri, greiðir hann frá.

Alt meðan hann íðin peikar á plasikk-heimskortið á skrivaraborðinum, og forklárar tær serligu spælireglurnar, sum guldu í Norðurhøvum fyri umleið 40 árum síðani.

-Tað vóru also ongar hetjur og skálkar í Føroya søgu undir kalda krígnum?

 -Nei. Í dag kann eg hvørki vera samdur við allar tjóðveldismenn ella allar sambandsmenn um tað sum hendi. Hetta arbeiðið hevur fingið meg at síggja nuansurnar í søguni.

 

Føroyskt dupultspæl

Sámal Johansen vísir á, at danskir og føroyskir myndugleikar vóru í eini líkari støðu, við tað, at báðir partar vóru undir trýsti frá tveimum síðum.

Í Danmark var hørð mótstøða í fólkinum ímóti hernaðarligum útbyggingum og samstundis lá NATO støðugt eftir donsku stjórnini, fyri at fáa hana at gjalda meira í NATO-kassan. Tískil spældi stjørnin eftir øllum at døma út »Føroya- og Grønlandskortini«, fyri at tekkjast báðum pørtum.

Eisini í Føroyum var mótstøða í fólkinum móti hernaðarútbyggingum. Og samstundis strongdu Danmark og USA á føroyskar myndugleikar, til tess at fáa herstøðir bygdar í Føroyum.

 -Munurin á Føroyum og Grønlandi var, at í Føroyum var ein opinión, sum kundi mótmæla. Vit høvdu eitt løgting, virkin fólkatingsumboð og eina fjøld, sum hevði eina meining um hernaðarútbyggingina. Hvørja ferð okkurt hendi so mótmælti løgtingið generelt allari hernaðarútbygging. Men løgtingið gjørdi kortini einki ítøkiligt fyri at steðga Oyggjarvegnum, sigur Sámal Johansen.

Niðurstøðan, hann kemur til er, at føroyingar vóru slettis ikki viljaleys offur í einum stórpolitiskum talvi. Eisini føroyskir politikarar dugdu at reka realpolitikk.

-Fyri at gera báðum pørtum til vildar kemur løgtingið og sigur: Vit mótmæla, men vit mótmæla kortini ikki!. Eitt sindur fýrakantað kundi tú sagt, at Løgtingið góðtekur í roynd og veru eina hernaðarútbygging fyrst og fremst fyri at stilla sín fíggjarliga tørv. Fyri at fáa ein veg, ein 40-millióna grunn og aðra fíggjarhjálp úr Danmark, sigur Sámal Johansen. Og vísir samstundis á onnur dømi, har fíggjarlig áhugamál hava stýrt føroyskum politikki undir kalda krígnum - heldur enn hugsjónir.


Sjálvrannsakan neyðug

Tað liggur nógv tilfar eftir í amerikonskum skjalagoymslum, sum ongantíð eru komin fyri eyguni á Sámali Johansen.

Lutvíst var tíðin ov knøpp at grava alt fram í National Archives. Tilfar er vorðið atkomuligt eftir at skjalarannsóknirnar hansara endaðu. Harafturat liggur ivaleyst hópurin av tilfari í øðrum amerikonsum skjalasøvnum, har føroyski søgufrøðingurin ikki hevur verið.

Sámal Johansen hevur eisini víst á, at tað er átrokandi at útvega eitt betri skjalagrundarlag fyri tíðarskeiðið eftir 1963/64, tí har eru stór hol í hansara skjalatilfari.

Tað er um júst hetta mundið, at sjálvstýrissamgongan tekur við í Føroyum. Sámal Johansen heldur, at tað hevði verið áhugavert, at fingið eina nærri lýsing av leiklutinum hjá sjálvstýrissamgonguni undir kalda krígnum.

-Mótmælini móti herstøðunum vóru at hoyra áðrenn og eftir, at sjálvsstýrissamgongan virkaði. Føroyar meldaðu seg hvørki úr NATO ella úr danska ríkinum, ja, vit royndu ikki so frægt sum at taka stig til hetta meðan sjálvsstýrissamgongan sat.

-Tað haldi eg vera løgið, og tí haldi eg, at tú kanst seta tær sjálvum spurningin: Hví var sjálvstýrisvongurin líka bangin, sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu verið frammanundan, tá hon kom til valdið.

-Hetta áttu vit at tikið upp. Kanska serliga í hesum tíðum, har tørvur er á sjálvrannsakan. Tað er neyðugt at vit fyrst og fremt hyggja at okkum sjálvum og ikki bara kasta skyldina yvir á onnur.


Nógv liggur eftir

-Eg eri rættiliga vísir í, at tað finst tilfar, sum kann gera tað, sum higartil er skrivað, væl meira nuanserað, sigur søgufrøðingurin.

Eitt sum vantar, er at sleppa at síggja tær endaligu avtalurnar um t.d. amerikansku Scatter-støðina á Sornfelli og Loran-C støðina á Eiði. Eitt annað er, um tað hava verið aðrar støðir í Føroyum av hermálsligum týdningi. Eittnú støðir, sum kunnu hava virkað sum samskiftislið hjá lurtistøðum í Norðurhøvum, ið skuldu ávara um sovjettisk skip og kavbátar.

Eftir at Sámal Johansen hevði setti punktum við frágreiðing sína um kalda kríggið, fór hann at arbeiða sum savnsvørður á landsskjalasavninum í Havn.

Hann tekur tað ikki illa upp, at fólk eru farin at kalla hann Svørtubók, tá hann fer í Kaggan at fáa sær eina øl. At Svartabók hevur tryggjað honum innivist í framtíðar søgubókum, tykist ikki at hava hansara stóra áhuga.

-Tað er sjálvandi stuttligt, sigur hann seigliga og hugsar seg so eina løtu um.

-Tað verður spennandi at síggja um frágreiðingin fer at halda í longdini, sigur Sámal og avdúkar í somu vend, at navnið Finnsson hevur tvey s og tvey n. Á kápuni á Svørtubók manglar eitt n.

Skal myndin av Føroyum undir kalda krígum gerast fullfíggjað má grópast víðari, leggur hann dent á. Ikki bert í søvnum í USA og Danmark, men eisini í London, Reykjavík, Oslo og í Moskva.

Sjálvur hevði Sámal Tróndur Finnsson Johansen einki havt ímóti, at sloppið undir nýggjar skjalarannsóknir.

-Eg dugi at stava meg ígjøgnum russiska alfabetið og klári at føra eina samrøðu við ein russiskan taxa-sjaffør. So eg eri kanska tann einasti føroyski søgufrøðingurin, sum dugir russiskt, skemtar hann.



FAKTA


Sámal T.F. Johansen

Sámal Tróndur Finnsson Johansen. 34 ár. Úr Havn.

Søgu- og landafrøðingur, Roskilde Universitetscenter 1996. Arbeiddi eina tíð sum granskingarhjálpari á universitetinum.


Settur at kanna leiklutin hjá hervaldinum í Føroyum undir kalda krígnum, oktober 1997. Tvær ferðir í USA og leitar eftir skjølum, fyrst og fremst í National Archives. Í nov./des. 1997 og mars 1998. Liðugur við frágreiðingina »Færøerne under den kolde krig« á vári 1999.