Hvussu heppin kann man vera?

Eg meini tað

Hmm, hetta er mín seinasta meining í ár, - í hesi øldini, - í hesum ártúsundinum, fyri at brúka stór orð. So eg kann næstan ikki loyva mær at hava eina ?lítla? meining......

Ja, eg kann líka so væl siga tað bart út: Eg haldi, vit eru óvanliga heppin, ja, vit her í Føroyum. Tað er bara alt ov sjáldan, at vit steðga á eina løtu ella fimm og hugsa um tað. Okkara lítla klettaland er so rokað av møguleikum, at vit ikki síggja skógin fyri trøum.

Lat meg líka gjøgnumhola eini 2-3 av teimum vanligastu grenjunum um okkara land:

Tað mest vanliga grenjið, men eisini tann mest ?sakleysa?: Veðrið er av hundunum til! Veðrið er fjølbroytt. Vit fáa ongantíð tíð at blíva troytt av tí. Sjálvt summar og sól kunnu verða troyttandi í longdini, og ein góð ódn, sum ruskar hárið og sinnið, er ikki altíð so galin at seta tankarnar á pláss......

Ein líka vanlig: Vit eru langt burturi frá øllum, her burturgloymd úti í Norðuratlantshavi! Men hvat við at venda tí á og siga, at vit so eru so mikið nógv frælsari til at gera sum okkum lystir, og fyri at lodda dýpið, so er verðin jú kortini ikki longur enn eitt telefonstikk burturi.......

Og so tann versta: Vit eru so fá og so smá! Tíbetur! Hvussu nógv einfaldari verður ikki tað allarmesta, tá tað ikki eru ov nógvir kokkar? Í Føroyum kann næstan ein og hvør, ið hevur eitt gott hugskot og vilja til at gjøgnumføra tað, gera tað hann droymir um, hvussu gott ella hvussu svakt tað annars er. Alt í lagi, kanska verður tað ikki á tí mátistokki, sum tað hevði kunnað verið í einum stórum landi, men í minsta lagi slapst tú at gera tað. Í einum størri landi sleppur tú als ikki framat at royna teg, tí tað eru so nógv um boðið. Nettup tí, at vit eru so fá og smá, so er pláss fyri øllum.................

Ja, nú droymi eg........ eg meini sjálvandi: so átti verið pláss fyri okkum øllum..... Tí at vit eru so fá, so hava evnini hjá hvørjum einstøkum menniskja í landinum týdning fyri heildina. Men tíverri er tað innan fyri øll øki í samfelagnum galdandi, at tann, sum er ov øðrvísi, ov nógv uttanfyri teir givnu normarnar ella rákini ikki er vælkomin, og kann vera, um ikki beinleiðis útihýstur, so útifrystur. Og tann, sum sær sítt egna virði og ger tað, hann heldur vera rætt og vágar sær at stinga heysin eitt sindur upp um fjøldina, hjá honum er tað bara ein spurningur um tíð, nær guilliotinan dettur og kvettir hendan hugmóðuga heysin av. Munnu ikki øll, sum nakrantíð hava gjørt nakað eitt sindur óvanligt og framskygt her á landi, standa og bíða eftir, nær tað verður teirra túrur til at hava gjørt ov nógv um seg?

Og tað er tað, sum eg ikki skilji, - ikki vil skilja. Hví eru vit ikki greið yvir, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu útinna í einum lítlum landi, har tað er hvaðna lættari at samskifta enn í einum stórum landi. Í staðin fyri at kuta høvdið (og eldhugan) av fólki, sum vilja og tí kunna nakað, áttu vit stuðlað teimum. Við eitt sindur minni av smáligheit og øvundsjúku og eitt sindur meira av opnum sinni, vælvild og samarbeiði kundu vit rokkið langt í einum samfelag sum okkara, sum júst hevur tann stóra fyrimunin at vera lítið, og tí er so nógv lættari at flyta....

Kom latum okkum flyta okkum! Fyrsta stig á leiðini avtakið Jantelógina.....

- og annars: Gott ártúsund :)