færie ljóðaðu sum frá leið: [m ? ù « n ] og [f E ù « ], og av tí kom óvissa í stavsetingina, og orð, sum søguliga høvdu rj, vórðu skrivað við rg, sum t.d. færge. Eingi uttan vit føroyingar hava sagt hetta [...] og orð við -tíð sum seinna liði, kvennkynsorð. Ein góð máltíð. Hvør kundi fingið seg til at sagt t.d. ?eitt búrmáltíð?! Ferja Tó hevur borið rættiliga væl til at fáa undirtøku fyri orðinum ferja í staðin [...] sum aldri hevur verið til í donskum uttan á pappírinum og í vissum lesiframburði. Føroyingar hava t.d eisini tosað um at ?avverga? okkurt fyri at verja fyri onkrum, og at vera ?hergaður? í andliti, og hvørt
sms til nummar 1940 og skriva mal og síðani upphæddina, t.d. mal 1000. Tey, sum kanska heldur vilja geva eitt boð um teldupost, kunnu senda e-post til marknaðarleiðaran á Rás2, Birgir W. Høgnesen, birgir@ras2
ella spyr, dugir sítt móðurmál, t.e. hvørjar nætur meinast við. Næturnar eita altíð eftir degnum, sum kemur aftaná, so leygarnátt er náttin fyri leygardag á føroyskum, t.e. millum fríggjakvøld og leygarmorgun [...] leygarmorgun. Stundum siga fólk leygarnátt, tá ið tey meina sunnunátt, t.e. náttina fyri sunnudag, – við tí í huga, at leygardagur røkkur líka til sunnumorgun. Men so er ikki. Náttin fyri sunnudag nevnist sunnunátt [...] at vera “leygarnátt” og “sunnunátt”. Her loypir ávirkanin úr donskum fløkju í, tí á donskum merkir t.d. “fredag nat” náttin fyri fríggjadag o.s.fr. Í føroyskum er tað ikki so. Tað eru mong, ið ikki eru greið
er sjómaður »Sjógvur« er tilfarið, t. e. samfeld heild av søltum vatni, ið fevnir um jarðarknøttin, og tað stendur eisini sum mótsetningur til land, t.d. bæði á sjógv og landi. »Hav« er tað víða [...] ið fevnir landa millum og er uttansyndis. Ert tú úti á havinum, ert tú uttan fyri landoddarnar, t.d. kann ein grind fara til havs, ein bátur kann verða tikin til havs av vindi og eitt skip kann
skrivað "fegin" ella "glaður”. Tí bilsin merkir “undrandi, ovfarin, forfardur”, t.d. hann var púra bilsin, t. e. vildi gerast býttur. Hendir nakað, uttan at teg varir ella grunar, hendir tað “óvarandi” [...] so óvarandi ella óvæntað, at tú verður kløkkur ella illa við, t.d. tíðindini komu dátt við (óvæntað), og tað kom teimum ikki dátt við, t.e. tað kom ikki óvart á tey. [...] orðabókini "rask komme over en". So tað er nakað tað sama, sum at eitthvørt kemur óvart á, t.e. at okkurt hendir, ið tú ikki hevði roknað við. Ein orðing, ið er alsamt at hoyra, er at vera “positivt
skemti verða sagt um ein, ið so smátt er farin at kenna til fyri jól, t.d. ert tú longu jólaligur? Jólini vara til trettandadag, t.e. 6. januar. Tað verður eisini nevnt »gomlujól«, tí eftir gamla álmanakkanum [...] jóladagur«. Onnur orð og orðingar: Fyrr varð hildið vera skomm, um arbeiði ikki fekst liðugt fyri jól, t.d. bundið plagg. Tað varð rópt »jólatrøll«. Vit nýta orðið enn, hóast tað ikki longur er so skammiligt [...] Summarsligt veður um jóltíðir verður nevnt »jólasummar«. Gamalt var, at jólasummar verður páskavetur, t.e. er summarveður á jólum, kann vetrarveður væntast um páskirnar. Umframt at nýta orðið »jólaligur« um
hetta tvíljóð framborið sum okkara ey og í gamlar dagar líka ofta skriva e-y. Upprunalig ai-ljóð skriva týskarar ljóðrætt við ai sum t.d. der Kaiser, im Monat Mai o.s.fr., og teir kundu neyvan hugsað sær at [...] natúrligt og tað einasta rætta at skriva ai, tá framburðurin eisini norðanfyri er ai sum t.d. í persónsnøvnum sum t.d. Kaj, Laila og Maibritt, um mánaðin mai, niðri á kai o.s.fr. Ukreina eitt heppið føriskt [...] at kalla øll europeisk rættskriving – er í høvuðsheitum ljóðrøtt (fonetisk), og íslendingar skriva e-i, tí soleiðis við okkara ey-ljóði verður hetta tvíljóð framborið á íslendskum. Jú, men í týskari r
heitum blivu bara fleiri. Beint nú koyrir ein góð og upplýsandi sending, sum eitur “Kontroll-E” (Ctrl-e). Hugurin at spæla við málmøguleikarnar letur seg ikki steðga. Hvat verður vunnið við at forbjóða [...] eisini kann eita ‘megn’, og innihaldið er styrki, kraft, t.e. nakað positivt. Vit kunnu siga, at Magnus Heinason og Nólsoyar Páll vóru megnarmenn, og t.d. Andrea Árting var en megnarkvinna. Men at kalla tað [...] hoyrd? Orðið bandittur kemur av tí italienska ‘bandito’, sum er skylt við tað kirkjuliga ‘bannlýsa’, t.e. útihýsa, koyra út. Vit hava tað í lýsingarorðinum ‘bannsettur’, og summi vilja heldur brúka ‘banna’
ymiskum formum og týdningum. Vit kunnu siga: Hann er farin upp á dekkið, ella: hann er farin uppá (t.e. upp á loftið ella eina hædd upp). Siga vit, at hann er farin upp, so er hann farin úr songini. Onkur [...] ikki siga, at “hon hevði tikið á”, tí tað hevði merkt, at hon tók á og var í ferð við at draga bát t.d. Best man vera at lata hesi hjáorðini fáa frið. Fara vit at pilka við tey, so er ilt at siga, hvar vit
hvørjari tingmanstungu herfyri. Vit fingu at vita, at nú skuldi øll oljuútgerð um føroyskan kaikant, t.e. »bryggju-hyrning«, eftirsum kantur nú skal eita hyrningur. Ein merkilig málslig einrøktan merkist í [...] at »kolvetnislógin« handlar um olju. Men sambært fleiri orðabókum er kolvetni eitt gott føroyskt (t.e. íslendskt) orð fyri »kolhydrat«, sum stórt sæð er tað sama sum ? sukur! Onkur er helst vilstur í tí [...] tað má tó undra, at teir av misgáum hava gjørt eina oljulóg um sukur, siropp og aðrar søtar vørur. D