Málstrikan

Rygg­marvan

Rygg­marvan

Fyrispurningur frá lesara: “Eg hoyrdi nú ein dagin, at ein prædikumaður gramdi seg um, at okkurt orð var “farið inn í ryggmarvina” hjá teimum ungu. Hvat er hetta? Vita føroyingar ikki longur, hvat ein møna er?”

Orðið marva er ikki til sum navnorð í føroyskum – men sum sagnorð. Vit kunnu marva okkurt av, eitt reip t.d. Við hesum brúkinum av málspilluni “ryggmarva” fáa vit eitt dømi afturat um, at summir føroyingar hugsa á donskum og royna so at pjøssa okkurt “føroyskt” útyvir.

Úr biologiundirvísingini vita vit, at mønin/mønan er ein partur av centralnervasysteminum. Tá ið onkur dugir alt uttanat, so siga danskarar, at “han har det på rygmarven”. Tað er eitt problem at royna at umseta idiomatiskar vendingar úr einum máli í annað. Tað ber ikki til at siga á føroyskum, at “hann dugir øll kvæðini í mønini....”

Nevndi maður kundi í staðin sagt, at tað ella tað orðið er blivið partur av gerandismálinum, er blivið felagsogn, refleks ella okkurt tílíkt.

Føroyskt mál má stýra millum Scylla og Charybdis. Í øðrum borðinum hava vit ta donsku ávirkanina, og í hinum hóttir málreinsingin. (MT)