Innsavning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Av tí, at sms-skipanin í sambandi við uppboðssølu av málninginum, sum starvsfólkini í Miðlahúsinum hava málað og hava latið Krabbameinsfelagnum sum gávu, ikki hevur riggað so væl, er gjørt av, at høvið verður at bjóða upp á málningin í eina viku aftrat – ella fram til mánamorgunin komandi.
Tey, ið vilja bjóða uppá málningin, kunnu senda sms til nummar 1940 og skriva mal og síðani upphæddina, t.d. mal 1000. Tey, sum kanska heldur vilja geva eitt boð um teldupost, kunnu senda e-post til marknaðarleiðaran á Rás2, Birgir W. Høgnesen, birgir@ras2.fo og geva eitt boð.
Boðið upp á málningin er í løtuni 10.000 krónur.
EAG-Innramming hevur gjørt rammu um málningin, og hetta er samstundis ein gáva frá EAG til Krabbameinsfelagið.
Tá Krabbameinsfelagið fekk málningin frá starvsfólkunum í Miðlahúsinum, var hann ikki í rammu.
Tá Andras Godtfred frætti um málningin, setti hann seg í samband við Jóannes Andreasen, sum var partur av fyrireikingunum í Norðurlandahúsinum til stóra tiltakið innsavningartiltakið.
Andras vildi fegin geva Krabbameinsfelagnum eina ókeypis innramming og syrgdi soleiðis fyri, at málningurin, sum nú verður á uppboði í eina viku aftrat, fekk sína snotuligu rammu.
Allur peningurin, sum kemur inn fyri málningin, fer óskerdur latin Krabbameinsfelagið.