Málráð: Lítlajólaaftan ella tollaksmessudagur

Málráð frá Orðafragd

Marjun Arge Simonsen

málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum

 

Jólini: Nú eru jólini skjótt í hondum, tí er eitt gott høvi at umrøða orðið jól. – Stundum lýsa handlar við, at teir hava opið seint »lítla jólaaftan«. Hesin dagur eitur av røttum »tollaksmessudagur«, og dagurin fyri henda dag nevnist »tollaksmessuaftan«. Tað kunnu handlar, fyritøkur o.o. hava í huga, tá ið lýst verður við, nær ið opið er um høgtíðina. Harumframt skal havast í huga, at tað nevnist »jóladagur« og »annar jóladagur«. Mælast má frá at siga »fyrsti jóladagur«.

 

Onnur orð og orðingar: Fyrr varð hildið vera skomm, um arbeiði ikki fekst liðugt fyri jól, t.d. bundið plagg. Tað varð rópt »jólatrøll«. Vit nýta orðið enn, hóast tað ikki longur er so skammiligt, at nakað verður jólatrøll.

 

Summarsligt veður um jóltíðir verður nevnt »jólasummar«. Gamalt var, at jólasummar verður páskavetur, t.e. er summarveður á jólum, kann vetrarveður væntast um páskirnar.

 

Umframt at nýta orðið »jólaligur« um tað, ið er eyðkent fyri jólini ella hevur jóladám, kann tað í skemti verða sagt um ein, ið so smátt er farin at kenna til fyri jól, t.d. ert tú longu jólaligur?

 

Jólini vara til trettandadag, t.e. 6. januar. Tað verður eisini nevnt »gomlujól«, tí eftir gamla álmanakkanum var jóladagur 6. januar. Orðingin »millum jólanna« er tíðarskeiðið frá jóladegi til tjúgunda dag jóla, t.e. 13. januar. Tó verður í summum bygdum sagt millum jólanna um tíðina frá jóladegi til trettandadag. – Jóla­sunnudagur er sunnudagur millum jóla og nýggjárs.

 

Her kann verða skoytt uppí, at byrjan at nýggjum ári nevnist »nýggjár« (og ikki »nýttár«). Og tá ið vit heilsa vinum, kenningum og skyldfólki á nýggjárinum, er rætta orðingin »gleðiligt (ella: gott) nýggjár«.