Tað verður spurt á eini heimasíðu, ið vendir sær til børn:
»Hví eru tit farnar at svimja í havinum?« Og genturnar svara sjálvandi, hví tær eru farnar at svimja í »havinum«. Hetta er ein rættiliga nýkomin ávirkan úr donskum, ið ger um seg. Tí vit svimja í sjónum, vit detta ella leypa á sjógv, fiskur svimur í sjónum, og tað er kyrt í sjónum. Og ein, ið hevur sítt yrki á sjónum, er sjómaður
»Sjógvur« er tilfarið, t. e. samfeld heild av søltum vatni, ið fevnir um jarðarknøttin, og tað stendur eisini sum mótsetningur til land, t.d. bæði á sjógv og landi.
»Hav« er tað víða, ið fevnir landa millum og er uttansyndis.
Ert tú úti á havinum, ert tú uttan fyri landoddarnar, t.d. kann ein grind fara til havs, ein bátur kann verða tikin til havs av vindi og eitt skip kann stevna til havs. Og teir gomlu vistu, hvat tað var at rógva havróður.
So tað ræður um at orða seg við skili og hava í huga, at fiskur svimur í sjónum, og tað gera vit eisini, um vit leypa á bláman.
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum