“Var tað eitt yvirraskilsi?” spurdi ein tíðindakvinna nú ein dagin í eini sending. Her er betra orðingin: “var tað óvæntað?” ella “kom tað óvart á?”
Nú á døgum ber nóg illa til at greiða frá nøkrum, uttan at orðini “yvirraska”, “yvirraskandi” og “yvirraskilsi” koma fyri. Hesi orð eru ikki upprunaliga til í norðurlendskum, men eru komin úr týskum um danskt. Týska sagnorðið er "überraschen", og tað merkir sambært donsku upprunafrøðiligu orðabókini "rask komme over en". So tað er nakað tað sama, sum at eitthvørt kemur óvart á, t.e. at okkurt hendir, ið tú ikki hevði roknað við.
Ein orðing, ið er alsamt at hoyra, er at vera “positivt yvirraskaður”. Nøkur eru enntá farin at týða hetta til “jaliga bilsin” – men er neyðugt at fara ein umveg í danskt fyri at kunna orða seg á føroyskum? Hví ikki siga “glaður” ella “fegin”. Tað man í flestum førum bera til.
Her skal verða mint á, at orðið “overrasket” hevur birt undir, at orðini “bilsin” og “fegin” eru komin í bland. Tað ber ikki altíð til at skriva "bilsin", um tú roynir at finna eitt føroyskt orð fyri "yvirraskaður", t. d. stóð í einum blað, at hann, ið stóð á odda fyri eini stevnu, var so "bilsin", tí tað høvdu verið so nógv fólk á stevnuni. Har skuldi tey havt skrivað "fegin" ella "glaður”. Tí bilsin merkir “undrandi, ovfarin, forfardur”, t.d. hann var púra bilsin, t. e. vildi gerast býttur.
Hendir nakað, uttan at teg varir ella grunar, hendir tað “óvarandi”. Eisini kann okkurt “koma dátt við”, um tað kemur so óvarandi ella óvæntað, at tú verður kløkkur ella illa við, t.d. tíðindini komu dátt við (óvæntað), og tað kom teimum ikki dátt við, t.e. tað kom ikki óvart á tey.