Ólavur Hátún
Havi áður verið inniá, hvussu útlendingar um miðja 19. øld førdu okkum føringar út í rættskrivingarligt óføri. Vit skuldu ikki skriva mál okkara, so sum tað var, men heldur soleiðis sum tað fyri øldum hevði verið og tí framvegis átti at vera. Eftirsíðan hava menn sum best bar til - og tá at kalla altíð leitandi aftureftir í málsøguna - tveitt hesa og hasa broyting inn í stavningarlagið.
Nýliga hevur nú tað fyribrigdi tikið seg upp, at hesi fólk, sum við tokka til okkara móðurmál tó ikki hava treysti til at loysa tað úr miðaldarliga rættskrivingarhaftinum, uttan fyrilit til upprunan eru farin undir at skapa eina serføriska stavseting, tá tað ræður um fremmand landafrøðilig heiti.
Toylendingar á Sandi
Fyrstu ferð eg varnaðist hetta nýggja rættskrivingarlag, var tá eg í bløðunum las um trupulleikar hjá “teilendingum” á Sandoynni ( hjá mær við norðanmáli verður skrivað ei altíð at frambera sum oy). Fór so at hyggja í føriska heimsatlasið og komið tá eftir, at tað har er vorðið gjørt til eina meginreglu – um enn ikki fult og heilt – at stava ai-ljóðið við ei. Hóast ikki málfrøðingur var tað mær lætt at staðfesta, at her hava hesi góðu fólk, sum hava tikið upp á seg tað torføru uppgávu greiða føriskt atlas til prentingar, sum tað í so mong ár hevur verið tørvur á, mistikið seg. Tí longu tá ið danski professarin N.M. Petersen og íslendingurin Jón Sigurðsson løgdu okkum til at skriva ikki ai, soleiðis føringar tá høvdu gjørt í meira enn hálvthundrað ár, men ei eins og íslendingar, var tað eitt mistak. Tí íslendsk rættskriving - eins og at kalla øll europeisk rættskriving – er í høvuðsheitum ljóðrøtt (fonetisk), og íslendingar skriva e-i, tí soleiðis við okkara ey-ljóði verður hetta tvíljóð framborið á íslendskum.
Jú, men í týskari rættskriving sært tú eisini skrivað ei um framborið ai-ljóð. Rætt er tað; men tá støðið varð lagt til teirra stavseting, varð hetta tvíljóð framborið sum okkara ey og í gamlar dagar líka ofta skriva e-y. Upprunalig ai-ljóð skriva týskarar ljóðrætt við ai sum t.d. der Kaiser, im Monat Mai o.s.fr., og teir kundu neyvan hugsað sær at stavsett fremmand landafrøðiheiti so sum Thailand, Taivan etc. við ei.
Hjá okkum er tað eisini natúrligt og tað einasta rætta at skriva ai, tá framburðurin eisini norðanfyri er ai sum t.d. í persónsnøvnum sum t.d. Kaj, Laila og Maibritt, um mánaðin mai, niðri á kai o.s.fr.
Ukreina eitt heppið føriskt nýyrði?
At føriska stavsetingin, sum alt ov lítið hevur støðið í okkara egna livandi máli, í mongum førum hevur avskeplandi ávirkan á natúrliga framburðin, vita vit. At omanfyri umtalaða nýføriska stavingarfyribrigdi kann føra tað sama við sær, hoyrdu vit av Svangaskarði herfyri. Tí meðan vit so greidliga hoyrdu ukrainsku viðhaldsfólkini rópa: Ukra´ina, Ukra´ina! - kráaði úr okkara sjónvarpskliva løgni framburðurin U´kreina. Ringdi aftaná til annan frásøgumannin, sum eg kenni væl, og gjørdi hann varan við málsliga mistakið; men hann kundi bara vísa til stavingarlista frá Málnevndini, sum húsast á sjálvum Fróðskaparsetri Føroya. At tað er hesin høgi stovnur, ið stendur aftan fyri heimføðisliga stavsetinarframtakið, er sera harmiligt. Ynski frá mær og ivaleyst so mongum øðrum skal vera, at vit venda aftur í hesum máli við nýggjum útgávum, har ikki slíkur naivitetur ( neivitetur?), men ein meira altjóða hugburður við atliti til slíkt, sum veruliga er sprottið úr egnari málkenslu, verður settur í hásæti.