Fólk siga vanliga: Hon hevur ein mann upp á gott og væl 50 ár. At “á 50 ár” nú breiðir seg, kann helst komast av, at onkrir málráðgevarar halda “upp á” vera minni føroyskt enn hitt. Men er tað nú tað? Vit hava hesar fyrisetingarnar og hjáorðini í ymiskum formum og týdningum. Vit kunnu siga: Hann er farin upp á dekkið, ella: hann er farin uppá (t.e. upp á loftið ella eina hædd upp). Siga vit, at hann er farin upp, so er hann farin úr songini. Onkur sigur eisini, at hon hevur tikið upp á, sum er danskt; á føroyskum eitur tað, at hon var framfarin. Um hesa somu damuna kunnu vit heldur ikki siga, at “hon hevði tikið á”, tí tað hevði merkt, at hon tók á og var í ferð við at draga bát t.d. Best man vera at lata hesi hjáorðini fáa frið. Fara vit at pilka við tey, so er ilt at siga, hvar vit enda. Tað verður kanska sum við pástandinum, sum bleiv forfjónaður, tí hann líktiskt donskum. Vit skuldu heldur siga “uppáhald” í staðin fyri pástand. Vit skuldu siga “halda uppá” og ikki pástanda. Men nú er sperðil í: uppáhald skuldi vera “gott føroyskt”, og tað skuldi “halda uppá” eisini, men tað var "óføroyskt" at siga: ein veðrur upp á 90 pund. Hvar er logikkurin? Hví ikki góðtaka bæði 'at pástanda' og 'pástandin'? Í hesum báðum samansettu orðunum er fyrri partur bara ein stytting av uppá. (MT)











