flogferðsluna, tí viðhvørt er tað um eitt har gjørt, um treytirnar fyri at lenda eru til staðar ella ikki. - Bara tað, at vit fáa eitt flogfar ella tvey avgreidd, ger allan munin og tí hevur ein neyv veðurtænasta [...] hvussu viðurskiftini eru at lenda har, ber ikki til at siga, fyrrenn tað er kannað. Men í hesum sambandi kann leggjast afturat, at Landsverk hevur kannað hesi viðurskifti og er komin til ta niðurstøðu, at [...] kanna eftir, hvussu nógv mjørkin hesa ferð hevur kostað føroyska flogfelagnum. Men bara í gjár skuldu vit útvega gisting og til 500 ferðafólk og útvega ferðafólki einar 2000 máltíðir, so tað er skilligt, at
langabbi var, tá vit børn komu inn um hurðina hjá honum. Altíð bjóðaði hann kaku og annað gott, foreldur okkara og ommur og abbar, hildu uttan iva mangan, at vit fingu í so nógv sukur, tá vit vóru har norði [...] at góðtaka, at Gud nú hevði tikið teg til sín. Tað var ikki til at fata, at eg ikki skuldi síggja teg aftur. Tú hevði jú verið ein partur av mínum lívi, alt tað eg minnist. Tað eru ikki longur sorgartár [...] aldrin komið yvir tað, um slíkt hendi fyri meg. Nú tá eg eri blivin eldri, eri eg klár yvir, hvat boðskapurin var. At einki er ógjørligt fyri Gudi. Tað eru fá, ið hava tænt Gudi so nógv, sum langabbi gjørdi
dagsins veruleika. Hvat er ein føroyingur nú aftaná ár 2000? Høvdu vit havt 10 romanir, umframt okkara egna privata fornemilsi at stuðla okkum við, so høvdu vit øll ikki verið so verjuleys, tá ymsir la [...] til at hugsa frameftir sjálvur. At Føroyar bert eru nakrar avbyrgdar oyggjar úti í havinum – tann tíð er farin. Breiðband og globalisering gera, at vit eru líka nógv mitt í verðini sum London og New York [...] so er havt skúlaverkið um hendur í mong Harrans ár. Vita teir kanska als ikki, hvat nútímans krøv eru? Eru teir ikki í samsvar við modernaða veruleikan? Ella er tað lærarastætturin, sum ikki hevur torað
uppá. Tá húsini vórðu liðug, og vit vóru flutt inn, tá kom hann ikki á gátt meira - sum um, at hann tá helt, at nú var nóg mikið. Roald var egin, hann var nokk tað, vit kunnu kalla serur. Men komst tú [...] var til stykkis. Jú, vit eru samlað fyri at minnast Roald Meinhard Larsen Blåsvær, men minnið um hann verður framyvir hildið uppi við tykkara samtalu um Roald«, segði prestur. Nú segði eg, at Roald ikki [...] Tjarnargarði. Eisini dámdi Roaldi at lesa. Dostojevski og Shakespeare eru bara tveir rithøvundar, hann las, og man má siga, at teir eru ikki bara bara at fara í holt við. At lesa Shakespeare man kortini hava
at tey ikki eru pínuleys í frítíðini. Og tá kunnu vit tosa um ein arbeiðsskaða. Í dagliga arbeiði teirra merkir tað, at pínan byrjar at gera vart við seg einar 2-3 tímar eftir at tey eru komin til arbeiðis [...] Injurie ella á fólkamunni músaskaði.? Tað eru eini 5-6 ár síðani, at eg sá fyrstu fólkini í míni klinikk við arbeiðsskaðum av hesum slag. Í dag meti eg, at vit trý í klinikkini hava eini 10 fólk í miðal [...] Fólkini, ið koma við sjúkraeyðkennum av hesum slag, venda sær til okkara við eitt nú ilt í nakka ella høvuðpínu. Tá ið vit so kanna, hvaðani pínan kemur, vísir tað seg, at hon stavar frá arbeiðsumhvørvinum
framtíðina, har vit søgdu, at nú broyta vit eitt sindur upp á lívið, og so skal alt nokk fara at ganga. Og tað er tað vit gera – vit royna at liva tað normala lívið og njóta tær góðu løturnar, meðan vit hava tær [...] tey sjálvandi kedd. Vit hava havt sjúku í familjuni í nógv ár, so á tann hátt duga vit at taka tað. Vit skilja, hvussu tað er. Eftir at eg hevði fingið staðfest Parkinson, løgdu vit eina ætlan fyri framtíðina [...] hevur altíð havt tann hugburðin, at lat tey um tað, vit vita, hvussu vit hava tað, og hvør veruleikin er, sigur Elis Poulsen. Tað er ikki fyrr enn nú, nakrar mánaðir eftir at sjúkan bleiv staðfest, at Elis
í ár. Fleiri av GÍ-leikarunum eru í hesum døgum við landsliðnum á venjingarlegu í Cadiz í Spania, meðan aðrir eru smáskaddir, og so mugu aðrir traðka til, meðan hesir eru burtur. ? Eg havi ongantíð verið [...] ? Teir eru væl fyri, haldi eg. Teir hava vant síðani januar mánað, so tað skuldi verið í lagi í so máta, sigur Símun Petur. Bárður á Lakjuni er komin til GÍ úr Fuglafirði í ár, men annars eru tað bert [...] Móti kappingarenda í fjør segði Símun Petur við fjølmiðlarnar, at hann nú fór at gevast við at spæla fótbólt á hægsta stigi. At hann nú hevur verið við í onkrum av venjingardystunum hjá 1. deild, merkir heldur
Anna og tvillingsbróður hennara eru næstelst av 5 systkjum, 2 beiggjar og 3 systrar. Av teimum hevur Anna nú bert systrina Julionnu Sivertsen eftir. Hon býr í Klaksvík. Komin til Klaksvíkar sum 15 ára gomul [...] tey heimaftur, nú til Havnar, har Carl setti á stovn heilsøluna Farodane. Saman fingu tey børnini Ólavur og Jóngerð sum eru fødd í Klaksvík og Regin, Randi og Jósvein fødd í Havn. Øll 5 eru gift og búsitandi [...] búsitandi í Havn. Síðani eru komin 13 ommubørn og 4 langommubørn. Carl andaðist fyri góðum ári síðan 86 ára gamal, og untist teimum sostatt eitt langt lív saman. Vóru fegin at síggja børnini mennast og standa
fjarskiftisveitarunum. Nú er so næsti leikur fyri framman. Fyrireikingarnar at einskilja FT eru komnar undir land, so nú er ikki langt eftir til endaligu politisku viðgerðina. At vera komin undir land er be [...] vera boðin til hesa móttøkuna nú Andras Bjarni Djurholm vísti á, at tað krevur sum mann at vera stjóri í FT Sessurin er krevjandi og fer áhaldandi at vera krevjandi eisini nú Kristian Davidsen tekur við [...] politisku skerini liggja, so næstu mánaðirnir fara at avdúka, hvussu vit í semju megna at skrúva saman endaliga einskiljingarleistin, har vit samansjóða kapping á fjarskiftismarknaðinum saman við framhaldandi
posthúsinum. Nú ræður um hjá henni at skunda sær. Posthúsið steingir fyri dagin um nakrar fáar minuttir. Alt fór av bygdini Tað hevur órógvað nógv fólk í Sandavági, at so nógvar ymiskar tænastur eru fluttar [...] stórur missur, um posthúsið nú eisini fór sama veg. - Nógv teirra hava ongan bil, og koma tí her á posthúsið at ordna síni ting. Men hetta ger seg eisini galdandi fyri okkum, sum eru í góðum árum, slær Lisa [...] einki við tað at gera. Tað er bara tað, at tað eru ikki øll sum eins lætt kunnu sleppa av bygdini til lækna, peningastovnar og annað. 269 húski Í Sandavági eru tvey umdømi hjá Posta. Annað teirra hevur 125