Tønnes Mikkelsen
Vit veljarar fáa um stutta tíð djúptborandi føroyskan journalistikk um spinndoktorar og politiskar stylistar, bíða bara! Men enn er Orðið fremsta amboðið hjá komandi valevnunum – tað skrivaða og tað talaða. Politiskar røður og greinir.
At tú ikki gerst størri, roynir tú at gera onnur minni, hetta er ikki galdandi innan føroyskan politikk. Heldur hin vegin. Tveir okkara størstu politisku stand-ups, Óli og Tobbi, báðir orðafimir og hittinorðaðir, duga framúr væl hin mannminkandi spott. Men spurningurin er, um tíðarrákið kanska er við at yvirhála teir.
Tað sum fær meg at hugsa soleiðis er sjálvandi Tórbjørn Jacobsens sjálvpromovering, sum stóð at lesa í Dimmalætting 23.1.2007. Eitt kronikk-langt lesarabræv: Eidesgaard komin í klumsið.
Eingin ivi um, at Tórbjørn Jacobsen hevur orðið í síni makt. Hann skrivar bæði væl og stuttligt, myndamálið er litfagurt og fevnir breitt – og langt og høgt! Og dirvi hevur hann eisini. Den får ikke for lidt, sum danir taka til, tá hann tulkar løgmann og støðu hansara.
Og sum ikki einaferð hugsi eg, at tað er stórt spell og ein stórur missur fyri Føroya fólk, at Tórbjørn Jacobsen og Óli Breckmann ikki heldur valdu fagrar bókmentir í staðin fyri politikk. Eingin av dagsins rithøvundum røkka teim til kníggja ínnan málbrúk.
Men aftur til Tórbjørn Jacobsens Eidesgaard-kronikk. Hon er jú ein politisk markering, profilering og promovering – í botn og veru ein dupult hálvsíðis lýsing, tess endamál er: Vel meg og mín flokk, nú val verður. Tórbjørn Jacobsen og flokkur hansara sita jú í andstøðu – og Jóanes Eidesgaard er oddafiskur í samgonguni.
Tey meira enn 1000 orð Tórbjørn Jacobsen so skemtiligt hevur smíðað saman, eru jú 5 Óli Petersen-tekningar, ið spotta Jóanes Eidesgaard. Eidesgaard sum groggy boksari, sum sólkongurin Luddi 14. við parykki og knæbuksum úr silki, Eidesgaard sum óheppin maskinmeistari, har maskinlutir koma brestandi úr maskinrúminum. Sum politisk argumentatión er tað ”Kejserens nye klæder”. Sum argument fyri, at Tórbjørn Jacobsen og hansara flokkur skulu veljast inn í nevndina hjá fyritøkuni Føroyar, ið umsetur fyri milliardir av skattgjaldara-krónur um árið – ja, so er hetta sgu ikki nokk. Fyri tað fyrsta.
Fyri tað næsta: Hvat er hetta fyri støðið at tosa til veljaran anno 2007!!!???
Sjálvandi er tað ikki bara Jacobsen og Breckmann, ið brúka hendan aldargamla kommunalpolitiska siðin. Og eitt sindur av krydd er í lagið – men summir politiskir kokkar servera bert krydd. Einki kjøt. Og tað er ikki í lagið anno 2007. Ein piparbúff uttan búff.
Tann, ið sær tingvarpið av og á, fær mangan skelk. Hvussu (serliga eldri) politikarar mangan argumentera við onkrum spotskum anekdotum – og so fer tummilin niður, meðan láturin rungar. Soleiðis kann nevndin í milliardafyritøkuni Føroyar ikki halda fram. Góðskumenningin, sum fer um alt landið, er als ikki komin til tingsins manning ella røðarapall enn. Men at nýtt val er fyri framman, gevur nýggjar vónir. At eitt slag av uppdatering kann fara fram. At krøvini fyri politiska argumentatión kann hakka.
Innan politikk í demokratiskum londum, verður tosað um tíðindafólk sum 4. stætturin. Hann, sum m.a. kontrollerar og kritiserar politiska kervið, umframt at greiða frá, hvør skoraði mál, og hvør vann ein bil. Maður, ið frætti, at føroyingar høvdu mist teirra framíhjárættindi viðvíkjandi at sleppa inn á Journalistháskúlan í Århus helt, at hetta var í lagið – tí at føroyskir journalistar aldrin hava brúkt teirra útbúgving!
Í løtuni royna okkara fremstu rithøvundar at skera hvønn annan á háls – við pappírsknívum, fõrstås. Men eingin teirra torir at beskriva dagsins veruleika. Hvat er ein føroyingur nú aftaná ár 2000? Høvdu vit havt 10 romanir, umframt okkara egna privata fornemilsi at stuðla okkum við, so høvdu vit øll ikki verið so verjuleys, tá ymsir landspolitikarar og flokkar royna at taka patent uppá, hvør er rættur føroyingur og hvør er landasvíkjari (!).
Í øðrum londum er eisini vanligt, at akademiski fólkabólkurin átekur sær leiklutin at eygleiða og koma við viðmerkingum í sokallaða almenna rúminum – men hetta kemur næstan ikki fyri í Føroyum.
Alt hetta ger, at vanligi veljarin er tvingaður til at hugsa frameftir sjálvur. At Føroyar bert eru nakrar avbyrgdar oyggjar úti í havinum – tann tíð er farin. Breiðband og globalisering gera, at vit eru líka nógv mitt í verðini sum London og New York. Hugsa bert um eftirlitið har vestri í Vágunum. Ella eftir hvørjum leisti rentan ferðast upp og niður. Ella hvat flakavinnan í Asia hevur at týða fyri okkum. Okkara løgting verður av framstandandi føroyskum vinnulívsmanni dømd at vera “non-decision-making”. Hundraðtals nevndir eru til, hvørt skuffudarium er á tremur av tilmælum frá embætismonnum. Eingin torir at taka ábyrgd og avgerðir, alt verður súltað í byrokratiskum mekanismum, so at politiski ryggurin er fríur. Ljóðar hetta sum ein leiðsla fyri eina fyritøku í framdrift? Ein, ið torir at taka avgerðir?
Akademikarastandurin kundi alment havt kjakast um hetta, so Palleba meira kom inn í hendan problematikkin.
Ella hvat við skúlaverkinum og tað, sum pisakanningin avdúkaði? Er tað ov long tíð, síðani teir fólkavaldu gingu í skúla? Ella teirra børn? Teir hava í hvussu so er havt skúlaverkið um hendur í mong Harrans ár. Vita teir kanska als ikki, hvat nútímans krøv eru? Eru teir ikki í samsvar við modernaða veruleikan? Ella er tað lærarastætturin, sum ikki hevur torað at opna munnin?
Hvat skal vera á kjakskránni til næsta val? Og eftir hvørjum spælireglum fyri, hvat eitt nøktandi svar er? Verða tað bara politikararnir sjálvir, ið seta dagsskránna, er stórur vandi fyri, at framtíð okkara kemur at liggja í hondunum hjá ódugnaskapi og non-decision-fólkum. Ella at fólk, ið duga væl at tosa, men ikki egna seg sum skiparar, vinna valið.
Vit vita øll, at fyrr var ein góður biksari mangan frægari bilmekanikari, enn hin, ið hevði lært. Men tíðin er farin frá biksaranum – í dag kann hann lítið annað enn skifta dekk. Av tí at bilar ikki eru sum fyrr – alt er vorðið meira tekniskt. Og tað sama við politiska handverkinum.
Dagsins politikarar tykjast ikki vera nóg kvalifiseraðir. Tí verður súltað, tí fáa smámál sum posthús úti at bygd drúgva viðgerð – endiliga eitt mál politikararnir kunna yvirskoða! Halda seg kunna handfara. Her spæla teir á heimavølli.
At leiðslur blanda seg upp í smámál – er tað ikki definitiónin uppá vánaliga leiðslu? At leiðslan ikki torir at útdeligera?
Øll vita, at eitt fótbóltslið, har menn brigsla hvønn annan, spillir sína orku. Kanska kann sama sigast um løgtingið. Tað átti eisini kunna fungera sum eitt lið. Í mun til Føroya fólk. Í løtuni minnir politiska støðan í Føroyum eitt sindur um støðuna á Balkan, har hvør fólkabólkur eina ferð í fortíðini hevði meira at siga enn nú.
Kanska er fortíðin vorðin ein ov tung byrða fyri okkara gamla flokkar. Alt ov nógv tíð og orka verða brúkt uppá at stinga hvønn annan við, hvat hendi fyri 20, 30 og 40 árum síðani. Verður ein flokkur ákærdur fyri at taka eina vánaliga avgerð í dag, ber til at grugga málið við at pápeika, at andstøðan tók eina upp aftur vánaligari avgerð fyri 20 árum síðani. Hendan sera nógv brúkta mannagongd gevur vánaliga loysnir. Og spillir tíð.
Kanska áttu flokkarnir at gjørt sum vinnulívið – og fara í sjálvbodna likvidatión av og á, og starta upp aftur næsta dag, við somu leiðslu og somu manning. Fyri at fáa slætt borð av og á. Tað kundi spart tíð og hækkað støðið.
Veljarin skal velja, hvussu hann skal serviserast í komandi ár – fyri sín egna pening. Og har hjálpir tað ikki at hugsa um fortíðina, og hvat ið riggaði tá. Best er at gera sær púra greitt, hvussu nútíðin í grundini sær út. Familjan er ikki tað, hon var, skúlin skal ikki vera tað, hann var, ommur og abbar eru á arbeiðsmarknaðin, børnini skula liva teirra barndóm á stovnum, onnur lond skoyta ikki um at lesa 99% av okkara bókmentum, okkara vælútbúnu børn sleppa ikki heim aftur, ommubørnini liva í øðrum londum, og meira bla bla bla, sum vit øll vita.
Einaferð var tað eitt atgongumerki, at tú hevði pissað í saltvatn. Tíðin er farin frá hesum. Tí er tað umráðandi, at hvør veljari ger sær greitt, at framtíðin verður enn meira modernað enn dagurin í dag. Og at hetta setur heilt onnur krøv til landsins leiðslu, enn fortíðin gjørdi. Og ein leiðsla, sum ikki torir at taka avgerðir, er beinleiðis vandamikil.
Eitt er, at lurta eftir, hvat politikarar siga – líka so umráðandi er at leggja til merkis, hvat teir ikki tosa um.
Greinin hjá Tórbjørn Jacobsen er stuttlig at lesa, er skemtilig at lesa, krevur enntá nakað av vitan fyri at fylgja við í hansara ”name dropping”. Men sum ein 1000 orðs røða fyri at velja hann og hansara flokk til næsta val, er hon púra innantóm. Ikki tí mær ikki dámar mannin. Hann er bert eitt dømi. Komandi árið fáa vit helst mong líknandi dømi at síggja. Frá øðrum valevnum.
Tað er upp til vanliga veljaran at gera vart við, at anno 2008 er veljarin hvørki neyt ella seyðir – men menniskjur, ið ikki bert hugsa um størri forbrúk, men eisini eina menniskjansliga framtíð. Skulu vit stóla uppá politikarar? So absolutt nei! Sum skaldi tekur til: Don´t trust the leaders. Whatch the parkometers.










