Posthúsið mugu vit hava

- Bygdin er so mikið stór, at tað má bara vera eitt posthús her í Sandavági. Alt annað virkar púra burturvið, slær sandavágskvinnan Lisa Jóhannusdóttir fast.

Sandavágur: Einki prangandi skelti boðar frá, at eitt posthús liggur her miðskeiðis í vøkru bygdini.

Ein lítil seðil á hurðini sigur tó frá tí veruleika, at posthúsið bert er opið millum klokkan 11:30 og 12:30 gerandisdagar. Annars er tað afturlatið.

Hesa løtuna mugu sandavágsfólk fara oman higar at ordna síni postørindi, áðrenn fryntliga postkvinnan fer víðari til næsta posthús í oynni.

Ein teirra, sum henda ein dagin fyri páskir hevði ørindi á posthúsinum, var Lisa Jóhannusdóttir.

- Nei, eg eri ikki á posthúsinum hvørja viku. Men tað er ein slíkur lætti at fara á eitt posthús her í bygdini, heldur enn at koyra aðrastaðni, sigur hon.

Nakað væl av fólki hevði frammanundan avgreitt síni ørindi á posthúsinum. Nú ræður um hjá henni at skunda sær. Posthúsið steingir fyri dagin um nakrar fáar minuttir.


Alt fór av bygdini

Tað hevur órógvað nógv fólk í Sandavági, at so nógvar ymiskar tænastur eru fluttar úr, ella er lagdar niður í bygdini.

Tey hava upplivað, at báðir teir stóru peningastovnarnir lótu deildir sínar aftur. Tey hava upplivað, at læknaviðtalan varð niðurløgd ella flutt í læknamiðstøðina í Miðvági. Og tey hava upplivað og ásannað, at tað í løtuni bert er tann eini matvøruhandilin í bygdini.

Onkur pástóð enntá - í skemti sjálvandi - at kirkjuráðið hevði sett ljóskastara á kirkjuna, soleiðis at hon ikki eisini varð flutt av bygdini á náttartíð.

Enn stendur so posthúsið mitt í bygdini, og hevur opið ein tíma hvønn yrkadag. Fyri mong er hetta at kalla seinasti tænastuskansin í Sandavági.

- Eg haldi, at vit sjálvandi skulu hava eitt posthús her í bygdini, slær Lisa rimmarfast.

Bæði hon og mong onnur við henni vóna, at tey eisini í framtíðini kunnu sleppa á posthúsið í teirra heimbygd.


Avgreiðast á staðnum

Fyri Lisu Jóhannusdóttur er tað ikki so trupult at fara av bygdini, um hon hevur onkur ørindi í annan av peningastovnunum í grannabygdini. Við bili er skjótt at koyra teir fáu kilometrarnar til Miðvágs.

Men hon er fult greið um, at fyri mangar av tilkomnu og eldru íbúgvunum í Sandavági, hevði tað verið ein stórur missur, um posthúsið nú eisini fór sama veg.

- Nógv teirra hava ongan bil, og koma tí her á posthúsið at ordna síni ting. Men hetta ger seg eisini galdandi fyri okkum, sum eru í góðum árum, slær Lisa fast.

Henda dagin á posthúsinum skuldi hon eftir onkrum heilivági, sum var komin av Apotekinum í Havn. Hetta varð bæði skjótt og gott avgreitt í heimbygdini.

- Nei, tað er munandi lættari at fáa hetta avgreitt her, heldur enn at koyra inn til Miðvágs, sigur Lisa. Og hon leggur í sama viðfangi aftrat:

- Lat meg so sláa 100 prosent fast, at eingin okkara hevur nakað ímóti miðvingum. Tað hevur einki við tað at gera. Tað er bara tað, at tað eru ikki øll sum eins lætt kunnu sleppa av bygdini til lækna, peningastovnar og annað. 





269 húski

Í Sandavági eru tvey umdømi hjá Posta.

Annað teirra hevur 125 húski og hitt 137. Postsmogurnar eru sjey í tali.

Íalt eru sostatt 269 húski.